Thursday, November 29, 2018

So skjótt kunnu manningarnar sita við Svarta Per

Á uppsjóvarveiði, savnsmynd.
MARIA OLSEN PHOTO
Manningarnar á fiskiskipum kunnu skjótt koma illa fyri nú fiskirættindi ikki longur eru knýtt at skipum men heldur ‘rættindahavarum’ — fyritøkum á landi, ið ikki neyðturviliga eiga ella reka skip — meðan sáttmálarnir eru við reiðararnar. 

Fyri manningarnar á fiskiskipum mundi tað ljóða mikið gott at tann nýggja lógin um ‘fyrisiting av sjófeingi’ sigur beinleiðis í paragraf 51, stk. 2, sum treyt fyri at veiðirættindi skulu kunna útskrivast: at lønir mugu vera “samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg”. Tó eru fleiri trupulleikar komnir undan kavi í seinastuni, og vaksandi ógreiði er av álvara við at ørkymla manningar og avvarðandi feløg.

Hóast eina so greitt nevnda treyt í lógartekstinum, verður samstundis sagt aðrastaðni, nevniliga í paragraf 63, at eftirlitsmyndugleikin á sjónum, Vørn, hevur “ikki eftirlit við reglunum ásettar í grein 51 um at skipari og manning á fiskiførum undir føroyskum flaggi, umframt á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi, skulu lønast sambært sáttmála sum er gjørdur við føroysk manningarfeløg.”

So tá ið Føroya Fiskimannafelag fær greiði á, aftan á uppgerðir og avreiðingarseðlar og hvørt av sínum, at tær pent orðaðu treytirnar fyri at fáa veiðirættindi í fleiri førum ikki hava verið hildnar, vendir felagið sær til Fiskimálaráðið, ið hevur umsitingina av lógini um hendi. Men har kennir felagið seg mestsum hildið fyri gjøldur: einasta svar frá Fiskimálaráðnum er at tey vísa til Vørn, ið ikki hevur viðmerkingar — og hví skal Vørn kunna hava nakra viðmerking, tá lógin beinleiðis ásetir at júst Vørn skal ikki hava eftirlit við sáttmála viðurskiftunum?

Fiskimannafelagið sigur seg hava víst á fleiri dømir um óregluliga útskrivað fiskirættindi undir tí nýggju lógini, tó uttan úrslit. Felagið metir at hugtakið ‘rættindahavarar’ er við til at grugga sáttmála viðurskiftini og hevur eina sera óhepna ávirkan sum partur av lógartekstinum.

Sakna gjøgnumskygni

Ein ‘rættindahavari’ kann vera hvør sum helst, og nýtist als ikki at vera reiðari tíansheldur hava nakran sáttmála við manningarfeløgini. Lógin sigur tó at manningarnar á teimum skipum sum veiða tann fisk ið rættindi umfata skulu lønast samsvarandi galdandi sáttmálar, og at rættindahavarin skal tryggja sær hetta og skriva undir váttan um tað og harafturat fáa til vega váttan um hesi viðurskifti frá reiðaríi sum viðkomandi møguliga samstarvar við.

Í sambandi við menningarkvotur hava slíkir ‘rættindahavarar’ uttan egin skip nevniliga gjørt seg galdandi, og hava fingið sínar kvotur til høldar við at leiga verandi reiðarí til at veiða fiskin.

Men Fiskimannafelagið ber ótta fyri at duldir kostnaðir lættliga kunnu enda úti á sjónum og á manningunum.

“Í slíkum førum hava vit ofta einki gjøgnumskygni hvat viðvíkur avreiðingarprísum og avtalum millum reiðarí og rættindahavara,” segði ein kelda.

“Lógin áleggur jú rættindahavarum, ikki reiðarum, at rinda tilfeingisgjald. Men okkara útrokningar vísa at tað hongur illa saman fíggjarliga at leiga sær skip og manning til at fiska og harafturat rinda tilfeingisgjald. Tá tað kortini verður gjørt, er spurningurin í hvønn mun útreiðslur møguliga verða fluttar gjøgnum roknskaparligt snildi út á hav soleiðis at skip og manning í veruleikanum bera kostnaðin av tilfeingisgjaldinum, so at tað kortini skal kunna loysa seg fyri rættindahavaran at leiga skip og manning. Fyri reiðaríið krevst í júst slíkum høpi ikki nógv fyri at tað skal loysa seg — talan er ikki um kjarnuvirksemi har men heldur um eitt slag av ‘eyka’ túrum. Men so leingi vit ikki hava fult gjøgnumskygni her viðvíkjandi avreiðingarprísum og leiguavtalum, kunnu vit ikki útiloka at kostnaðir av órøttum kunnu verða fluttir út á skip og manningar.”

No comments:

Post a Comment