Hvat feilar? SHUTTERSTOCK |
Tað tykist ógjørligt at koma fram til ein nýggjan leist fyri veiðigjald á fisk. Politikararnir hava mánað eftir mánað arbeitt við málinum sum part av tí nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi, men framvegis tykist eingin vita upp ella niður, hóast talan er um nakað sum kann hava avgerandi týdning fyri møguleikarnar at dríva fiskarí undir føroyskari lóg.
Tað ótrúliga er at enn fyriliggur heldur eingin almenn meting av avleiðingum av veiðigjaldinum, og fyri alt tað ei heldur av øllum hinum pørtunum í nýskipanini, so sum uppboðssøluni av rættindum og útlutingini av menningarkvotum, fyri at nevna onkur dømi. So hvat fer veiðigjaldið at merkja fyri manningarnar? Hvussu verða reiðaríini ávirkað? Hvat við lokalsamfeløgunum, hvussu fara tey at vinna ella tapa upp á reglurnar?
Tað er eisini ein spurningur um ikki júst mangulin upp á slíkar konsekvensberokningar nú er við til at gera tað striltið fyri ikki at siga ómøguligt hjá politikarunum at koma fram í álvara til ein brúkiligan leist fyri veiðigjald. Tað sama er í grundini galdandi fyri allar teir stóru liðirnar í nýskipanarpakkanum; men veiðigjaldið bleiv tann síðsti størri bitin at fáa upp á pláss politiskt, og tí gjørdist hann so torførur — teir grundleggjandi spurningarnir tykjast hava verið útsettir ferð eftir ferð, til nú ið veiðigjaldið gjørdist einasta høvuðspunkt sum er eftir at beina út, og sostatt kann tað eisini gerast rættiliga avgerandi fyri allan pakkan.
Undir hesum umstøðunum ber arbeiðið við spurninginum um veiðigjaldið tískil í sær at illa slepst undan at verða konfronteraður við praktiskan veruleika. Tað merkir at nakrir ítøkiligir spurningar mugu verða settir — spurningar sum krevja umhyggiligar og detaljeraðar metingar og útrokningar av teimum avleiðingum ið sannlíkt standast av tí sum skal setast í verk. At bara blunda og vóna at alt fer at virka eftir vild uttan mun til hvat ið verður trýst ígjøgnum, vil ikki bert verða sæð sum óklókt og stuttskygt, men hartil einki minni enn ábyrgdarleyst.
Og hvat er ‘eftir vild’ her — vita vit hvat vit vilja? Hvussu er ætlanin at okkara fiskivinna skal mennast framyvir og vera kappingarfør? Hvat vilja vit fokusera á og hví?
Einki undantak
Skjótt broytast tíðir, og alt bendir á at tey feitu árini sum føroysk uppsjóvarskip hava havt, eru við at fara aftur um bak á hesum sinni, við minkandi veiðikvotum, lækkandi fiskaprísum og versnandi útlitum í tí politisk-lógarliga umhvørvinum hjá hesari vinnu. Soleiðis var tað samlaða fíggjarliga úrslitið fyri árið í fjør hjá hesum flota, upp á 180 milliónir krónur, bert umleið ein helvt av tí tað var árið fyri.
At hetta fer at ávirka samfelagsbúskapin, sigur seg sjálvt. Okkara samlaða búskaparliga virksemi er tey seinnu árini spunnið upp á rættiliga høgt stig við stórum byggiprojektum og vaksandi umsiting, í veruleikanum í stóran mun grundað á inntøkur frá alivinnuni og uppsjóvarvinnuni. Men um inntøkurnar frá okkara útflutningi av fiskavørum halda fram við at minka sum tær nú gera — umleið 500 milliónir bakk teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár sammett við í fjør smb. Hagstovuna — so fer tað sanniliga eisini at merkjast áðrenn langt um líður: minni verður av pengum í umferð, minni verður til íløgur, og minni verður av skattagrundarlag.
Men uttan mun til minkandi kvotur og fiskaprísir fer tað framvegis at kosta at eiga og reka skip og hava fólk í starvi. Spurningurin er eisini um tann sokallaða nýskipanin av fiskivinnuni yvirhøvur hevur tikið atlit til hesi viðurskifti.
At uppboðssølan av veiðirættindum er ein fullkomin fiasko, man eftirhondini standa greitt fyri mongum. Og tað er ein erlig søk — alt nýtt riggar ikki, sjálvt um endamálið kann hava verið gott sum so. Ein trupulleiki við hesari uppboðssøluni er at prísurin á rættindum blívur automatiskt ov høgur fyri fyritøkur í fiskivinnuni, ikki minst tí lutfallið millum útboð og eftirspurning ikki er í javnvág. Tað hevur víst seg aðrastaðni kring heimin at vera torført at fáa eina uppboðssølu av rættindum at virka í fiskivinnuni, og Føroyar er einki undantak í so máta. Tí sjálvt um hendan vinnan kann fylla nógv á heimavølli í einum fiskivinnusamfelag, so er og verður hon ein lítil og avmarkað vinna.
Sum ein reiðari viðmerkti: “So hvørt rættindi verða tikin frá okkum ið hava vunnið tey upp á gamla máta gjøgnum grandfathering, so økist tilsvarandi eftirspurningurin á uppboðssøluni frá okkara síðu. Men har er bara eingin javnvág millum útboð og eftirspurning, og tí kann uppboðssølan heldur ikki fungera. Nú vilja politikarar eisini seta nýggjar avmarkingar inn fyri at forða okkum í at bjóða tí aðrir skulu sleppa framat, men talan er og verður framvegis um sera fáar aktørar. Samstundis hava vit einki alternativ til at keypa á uppboðssøluni, so hvat skulu vit gera — annað enn at minka um virksemið? Og hvussu skulu vit gera tað uttan at siga fólk upp og leggja niður og selja aktiv?”
So man vil tvinga vinnuna at brúka eina almenna uppboðssølu og samstundis forða høvuðspartinum av vinnuni í at taka lut har, skilji tað hvør ið kann. Hvat kann vera meiningin við tílíkum, og hvat verður úrslitið av tí?
No comments:
Post a Comment