Thursday, August 30, 2018

Váðiligt við bindi fyri eygum

Vánaligt sýni undir sovorðnum treytum. 
SHUTTERSTOCK
Hóast nýggja lóg við fleiri broytingum røkist framvegis einki fyri veruligari semju um nýskipan av fiskivinnuni; ógreiði um ætlanir og endamál stendur við og versnar meðan polarisering forðar fyri neyðugum samskifti millum partar.

Tað er ikki bara sum at siga tað at royna at fylgja tilgongdini og tí almenna kjakinum um nýskipan av fiskivinnuni og tær broytingar sum tann nýggja lógin um ‘fyrisiting av sjófeingi’ ber í sær fyri vinnuna. Kaosið byrjaði í veruleikanum longu fyri góðum 10 árum síðani við einmæltari samtykt í Løgtinginum um uppsøgn av øllum fiskiloyvum til tann 1. januar 2018. Hetta bygdi alt á eina øsing um einar tveir-tríggjar skipahandlar har upphæddirnar vóru størri enn føroyingar vóru vanir við. “Spekulatión við fólksins ogn” var eitt av rakstrarrópunum, og eingin tóktist geva sær far um at tað hevði uttan iva verið best at bíða við at sundurbrotið verandi skipan áðrenn man visti hví og hvat og hvussu. Eitt nú hevði væl borið til at innført nýggjar skattareglur ið forða fyri at rættindi verða seld fyri ov stóran vinning. Men aftan á rúma tíð og so kanningarnevnd í evstu stund, sum man kortini ikki lurtaði eftir, og almikið av einsíðugum politiskum orðadrátti, kom so tann nýggja lógin skinklandi ígjøgnum, samtykt stutt fyri árslok 2017.

Hetta skuldi tó vísa seg bara at vera enn ein byrjan, og nóg illa tað; tí eingin endi tykist vera á broytingum ið krevjast fyri at lógin skal kunna fungera yvirhøvur. At lógarteksturin sær út til at vera ein tann mest fløkti sum nakrantíð er orðaður á føroyskum, kunnu vit venda aftur til eina aðru ferð.

Tað stutta av tí langa er at tillagingarnar hava longu verið fleiri, og alt bendir á at enn fleiri eru ávegis. Sambært fiskimálaráðharran virkar tann nýggja uppboðssølan ikki eftir vild og skal tí yvirhálast — fyri at halda verandi aktørum í fiskivinnuni uttanfyri, skilst, soleiðis at onnur skulu lættari koma framat.

Her er also hált fyri ikki at siga glerstoytt. Fyrst fer man inn fyri at steðga ‘spekulatión’ og ‘staðfesta fólksins ogn’ og alt gott um tað; tað veldst altíð um hvussu tað verður gjørt — devulin situr í smálutunum. Men ketan leyp sum sagt longu av tá tað varð samtykt uttan veruligt umhugsni at siga øll loyvi upp. Síðan gingu árini og alt vit hava fingið er hendan nýggja lóggáva sum eingin tykist vilja kennast við.

Forspákarar fyri grótharðari neoliberalismu, herundir fyrrverandi aktivistar á ytsta vinstravonginum vanir at hugsa kollvelting fyri ein og hvønn prís, fingu ikki sín vilja og súrmúlaðu so skjótt tað stóð greitt at talan ikki var um altumfatandi uppboðssølu av veiðirættindum. Tað var kanska hugstoytt fyri hesar at kollveltingin ikki kom hesuferð heldur — ella kemur hon kortini, bara meira spakuliga og frá vinstru síðu og ikki høgru sum annars ‘marknaðarbúskapar’ mantran legði upp til?

Fyri allar partar

Fiskivinnupolitikkur, í einum landi sum er so strategiskt bundið av fiskivinnuni, snýr seg hóast alt um politiskar avgerðir. Hetta er einki at stinga undir stólin við; at goyma seg aftan fyri ‘marknaðartreytir’ har eingin nevniverdur marknaður yvirhøvur finnist, gevur ikki meining. Kanska er hetta við at ganga upp fyri fleiri, og um so er so kann tað vera ein frágreiðing til at ‘marknaðurin’ knappliga ikki longur er so heilagur sum hann gekk fyri at vera fyri stuttari tíð síðan.

Trupulleikin her er hálkan. Tí eitt er at taka politiska ábyrgd og stýra við at leggja skilagóðar og haldbarar karmar; nakað heilt annað er at fara yvir í detailstýring, og tað kann so ikki vera meiningin. Øll munu vera samd um at lóg og landaskil snýr seg um at stýrt verður eftir greiðum meginreglum, har øll eru líka fyri lógini. Beint nú er ringt at síggja hvørki greiðleika ella meginreglur, men ráð eru fyri tí: at partarnir tosa saman við fullum huga, byggja eina felags dagsskrá, við opnum sinni og uttan yvirdrivna partískheit — og partarnir her eru sjálvandi politikarar, samgonga og helst eisini andstøða, embætisfólk, og vinnulívið, so væl og breitt umboðað sum møguligt.

At geva og taka er tað mest natúrliga í einum og hvørjum samfelag. So her kann spyrjast grundleggjandi: hvat er rímiligt at lata fólk og feløg fáa av fiskirættindum, og hvat er rímiligt at krevja afturfyri, kanska ikki bert í pengum her og nú men eisini umvegis annað, so sum samfelagsganglig tiltøk, langtíðar íløgur, gransking, menning, útbúgving. Tílíkt eigur at orðast grundiga og ordiliga. Tí eingin ivi er um at fiskivinnan gevur fegin samfelagnum fleirfalt aftur tað ið hon fær, um bert spælireglurnar kunnu gerast týðiligar, greiðar og rímiligar fyri allar partar. Tá ber so til at fáa eina varandi loysn.

No comments:

Post a Comment