Fiskiskip á Vestaru Vág í Havn ein illveðursdag í oktober. MARIA OLSEN PHOTO |
Nú ein trolari og eitt línuskip eru løgd og manningar uppsagdar verður dúgliga diskuterað og spekulerað um orsøkir og samanhang. Summi vilja vera við at fiskivinnunýskipanin hjá Landsstýrinum hevur beinleiðis elvt til hesar keðiligheitir, og at meira er í væntu av somu skuffu. Onnur meina at eingin samanhangur er millum nevndu niðurlagingar og ta nýggju lógina um sjófeingi, at talan hinvegin er um undanførslur og politiskan glantrileik.
At argumentatiónin hjá mongum kann tykjast tunn, á báðum síðum av einum politiskt so løddum máli sum hesum, kunnu vit skjótt staðfesta uttan at fara út í æsir har. Lat okkum heldur síggja hetta sum enn eitt høvi at venda aftur til okkara megintema: fyri ein og hvønn ið vil tríva inn í og broyta verandi treytir hjá øðrum ræður tað um at vísa nøktandi atlit, gjøgnum ikki minst munagott samskifti, yvir fyri øllum viðkomandi pørtum. Leggjast kann afturat at jú meira týdningarmikil mál talan er um fyri tey sum verða ávirkað, jú meira gerst meginreglan galdandi. Hetta er púra grundleggjandi í øllum sum eitur virkissamskifti og almenn mál.
Alivinnan hevur eydnast væl í sínum samskifti, bæði innanhýsis og úteftir, ikki minst yvirfyri tí politiska myndugleikanum. Gamaní, við bert trimum aktørum er hetta lættari enn um talan var um eitt størri tal; eisini er tað ein stórur fyrimunur í hesum høpi at feløgini hava stórt sæð sama slag av virksemi. Tá er støðan meira trupul í fiskivinnuni: ein meira fjølbroytt vinna við tilsamans nógv fleiri luttakarum. Men eingin ivi er um at skal fiskivinnan eydnast betur at standa seg í tí politiska umhvørvinum má hon finna eitt sterkari felags stev; ikki tí, tað verður uttan iva arbeitt hart fyri hesum ikki minst umvegis Føroya Reiðarafelag.
Um vit hyggja at støðuni vit hava í fiskivinnuni, so bendir alt á at fleiri av teimum størru reiðaríunum eru í ferð við at minka um sítt virksemi í hesari vinnuni. Leingi hevur verið tosað og ávarað um at tann nýggja lóggávan fór at fáa óhepnar fylgjur. Eitt nú boðaði Varðin herfyri frá at uppsjóvarskipið Jupiter møguliga fór at verða selt av landinum.
Herfyri varð váttað alment at JFK tann 21. juli hevði selt frystitrolaran Sjúrðarberg av landinum fyri 41 milliónir kr. Fáar dagar seinni frættist at línuskipið Sigmund, hvørs reiðarí Eysturoy er partur av Framherja, er lagt og manningin uppsøgd.
Vónandi verður ikki meira av tílíkum at hoyra í næstum, og vónandi hava tey skeivt sum vilja vera við at talan er um avleiðingar av vinnupolitikki Landsstýrisins. Men flest øll munu vera samd um at ein tílík tilgongd er lítið hugalig og einki at ynskja fyri eitt so lítið samfelag sum tað føroyska. Hvørjar avleiðingarnar verða av so stórliga øktari óvissu er teoretiskt enn ein opin spurningur; men hvussu nógvar ábendingar skulu vit síggja áðrenn vit staðfesta greiðar orsøkir?
So eviga lætt
Tað mest hugstoytta er tó at hoyra leiðandi fólk stara seg so blind at ‘marknaðarbúskapi’ sum altyvirtrumfandi leiðreglu—hóast talan her er um umfatandi politisering og centrala planlegging í rættiliga stóran mun, og hóast fleiri ósvaraðar spurningar um hvussu ‘marknaðar’ hugtakið eigur at figurera í sambandi við fiskivinnupolitiska stýring í Føroyum.
Hvussu er og ikki, somu fólk sum ikki tykjast virða meginregluna um gott samskifti, vilja samstundis presentera samfelagsbúskap sum okkurt slag av støddfrøði ið einans innvígdir serfrøðingar skulu kunna skilja og sostatt skulu kunna diktera púra uttan mótspæl. Minnir eitt sindur um nakað ein fyrrverandi almennur stovnsleiðari einaferð segði við meg, og kanska eisini hevur sagt við onnur: at hesin stovnur sum alment umboðar eina serfrøði og sum ráðgevur tí politiska myndugleikanum, átti at fingið nógv størri vald so sleppast kann undan politiskum kegli og svansi og linjurnar ístaðin kunnu leggjast reint teknokratiskt, eftir líknandi leisti sum centralbankar hava fungerað nógvastaðni. So sannførd um egna betrivitan eru summi. (At ‘centralbanka modellið’ eftirhondini av fleiri og fleiri verður uppfatað sum púra miseydnað, er sum so ein heilt onnur diskussión.)
Men aftur, tað sum virkar so óklókt og ábyrgdarleyst her, er hendan turkatrúgvin uppá at alt kemur av sær sjálvum í rættlag so leingi ‘marknaðarbúskapur’ er tað ráðandi hugtakið. Hetta kennist tankaleyst av fleiri orsøkum: fyri tað fyrsta er ‘marknaðurin’ eitt alt ov veikt og ógreitt hugtak í okkara høpi her; harnæst kemur at sjálvt um hugtakið var nóg týðiliga forklárað, sum tað tó ikki er, so er tað burtur úr vón og viti at leggja onnur stór og týðandi hugtøk og princip til síðis bara fyri at geva hesum vælsignaða ‘marknaði’ alla vekt. Hvat við samfelagsligari ábyrgdarkenslu, hvat verður hon roknað fyri? Hví virðismeta vit ikki at okkara fiskivinnufyritøkur eru drivnar líka nógv, um ikki meira, av persónligum eldhuga og samfelagsligum áhuga enn av berari profittjakt? Og hví virða vit ikki ta tíð, tað hegni og tað arbeiði sum skal til fyri at byggja upp eina vælvirkandi fyritøku innan fiskivinnuna—her tykjast summi at halda at tað ger einki um ein, ella tveir, ella kanska fleiri, av verandi aktørum í vinnuni repa seglini, tí ein ‘marknaðarbúskaparlig’ skipan fer automatiskt at gera at onnur, dugnaligari, koma framat. Og um ikki tað hendir? Jamen, tað ger heldur einki um somu arbeiðspláss ikki koma aftur—so er tað bara tí at marknaðurin hevur ikki tørv á teimum; so uppstendur annað virksemi og onnur arbeiðspláss aðrastaðni í búskapinum. Smart ha? Ja, um alt ‘virksemi’ skal javnstillast uttan mun til nyttu, virði og meining.
At tey sum arbeiddu leingi, kanska tað mesta av sínum lívi, í einari vinnu sum tey trivust í og kundu lívbjarga sær og sínum, knappliga mugu umskúlast og tað leingi fyri at kunna gera okkurt annað, og kanska mugu niður í status og løn, og kanska ikki kenna at tey gera nakað meiningsfult longur—tað nervar neyvan fólk sum ikki virða at samskifta væl við onnur sum tey ikki tess minni vilja útseta fyri kollveltandi broyting.
Alt hetta virkar so deiliga lætt tá man ikki hevur virðing fyri tí sum liggur aftan fyri tað verandi. Her kann man bara flenna upp á avstand at teimum sum ‘grenja’ um niðurlaging av fiskivinnuni. So er bara at vóna at niðurlagingin ikki tekur dik á seg, tí tá verður lítið av pengum at flenna fyri áðrenn man veit av.
No comments:
Post a Comment