Friday, June 29, 2018

Hvat sigur tú, havbit?

Jákupsskel riggar eisini at eta rá, skilst.
SHUTTERSTOCK
Fiskivinna og alivinna hava báðar sum felags mál at útvega proteinríkan fisk til svangar magar, hóast talan er um rættiliga ymiskar vinnur; men nú vilja føroyingar eisini umhugsa ein millumveg, ið bæði umfatar aling og fiskarí: havbit.

Eitt áhugavert tingmál varð í allari stillheit kvikliga samtykt í vár, við breiðari undirtøku: Løgtingsmál nr. 128 /2017: Uppskot til samtyktar um at Føroyar skulu gera seg galdandi innan havbit av laksi og skeljaaling. Samtyktin sigur í stuttum at “Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta niður bólk av serfrøðingum til at kanna og gera frágreiðing um, hvussu Føroyar kunnu gera seg galdandi innan havbit av laksi, og hvussu farast kann undir skeljaaling í Føroyum og grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið frágreiðing um hetta.”

Havbit—ein stór vinna í Japan, Alaska og aðrastaðni—er ein blanding av aling og fiskaríi, soleiðis at skilja at talan er um at ala smolt, men ístaðin fyri at ungfiskurin verður sleptur í aliring á sjónum at búleikast í fram til tøku og slakt, verður hann longu sum smærri yngul sleptur leysur á sjógv—hann vil av sær sjálvum instinktivt sum kynsbúgvin, tá gýtingartíðin kemur, leita inn aftur á tann firðin har hann varð sleptur sum yngul, og tá liggur væl fyri at fiska hann.

Ein eyðsýndur fyrimunur við havbiti er at fiskurin hvørki skal fóðrast ella verjast alla sína lívsringrás, og at roknast kann við at hann fær ta heilsubestu og mest natúrligu føði sum hann yvirhøvur kann fáa: tað sum hann sjálvur finnur sær í sjónum.

Soleiðis sparir havbit sum framleiðsluháttur nógvan pening og tryggjar samstundis hægstu vørudygd, umframt at borga fyri lívfrøðiligari burðardygd um rætt verður farið fram. Hinvegin er eftirlitið minni—tú gevur upp tað nógva av fiskinum, tí ein stórur partur kemur ongantíð aftur.

So fyri at fáa lønsemi í krevst at nóg stór mongd av yngli verður slept út, soleiðis at um bert ein lítil prosentpartur kemur aftur so loysir tað seg kortini búskaparliga at framleiða ynglið, halda skil á nær tað fer at venda aftur sum stórur og góður fiskur, og síðani at fiska tað upp. Sum skilst er tað júst slíkir spurningar ið talan verður um at hyggja nærri at sambært nevndu løgtingssamtykt, hvørs uppskot kom frá Edmundi Joensen via Sambandsflokkin.

Aðrir spurningar sum hugsandi vilja stinga seg upp snúgva seg um viðurskifti av alskyns slag, fyrst og fremst lívfrøðiligum og tekniskum men eisini handilsligum, umframt roknskaparligum og lógarligum. Eitt nú, um tú hevur slept eina millión yngul út á sjógv—fyri at taka eitt tilvildarligt tal—hvussu skal virðið á tí bókast? Eitt annað: skulu fiskarnir eyðmerkjast so tøkan/veiðin kann knýtast at ognarrætti alarans, ella er tað betri við onkrum slag av serligum veiðirættindum til slíkan fisk á avmarkaðum økjum á teimum firðum fiskurin varð sleptur sum yngul?

Góðar fyritreytir

Eisini vilja uttan iva spurningar verða reistir kring møgulig árin á villar fiskastovnar av stórum mongdum av aldum yngli, um havlívfrøðiligar ella havvistfrøðiligar javnvágir kunnu verða órógvaðar. Tílíkt veldst sjálvandi um í hvønn mun fyrilit og ábyrgd verða víst; men júst hvussu tað best verður tryggjað, er enn eitt dømi spurningar ið kunnu hugsast at verða settir í sambandi við eina nærri lýsing av møguleikunum við havbiti.

Men yvirhøvur bendir mangt á at tað sum Edmund Joensen kallar “Nýggir og spennandi framtíðar vinnumøguleikar” er rættiliga upplagt fyri føroyingar at hyggja nærri at.

“Føroysk vinna kann framhaldandi menna nýggjar vinnuvegir í okkara ríka havumhvørvi,” sigur Edmund Joensen. “Vit hava eitt fantastiskt havumhvørvi sum vit eiga at brúka burðardygt til havbit av laksi og skeljaaling, og vit hava eisini royndir frá øðrum londum sum kunnu hjálpa okkum at seta gongd á hesar vinnur.”

Tingmaðurin vísir á at tann føroyski landgrunnurin er so mikið sum 275.000 km² víður. “Her møtast teir stóru havstreymarnir flógvir sunnaneftir og ísakalda úr dýpinum norðaneftir,” staðfestir hann. “Hetta er í høvusheitum tað sum er orsøkin til at stórslignað og íðandi lívið blómar upp í okkara havøki. Sjóhitin og næringssaltini møtast og blandast, æti-framleiðslan blómar upp, føðiketan fær tey føðsluevni sum skulu til fyri at fiskastovnarnir kunnu gerast tilsvarandi stórir.”

Hann leggur afturat: “Av tí at vit betur skilja natúruna og tað natúrliga samspælið millum fiskiskap og framleiðslu av botnfiski og uppsjóvarfiski, er hetta ein natúrlig og burðardygg vinna—og vit hava stýr á øllum pørtum av virðisketuni.”

Men bæði serkunnleiki og royndir skulu til, og tí tekur tað tíð at byggja upp nýggja vinnu. Tey fyrstu rognini til alilaks komu til Føroya í 1973, og ikki fyrr enn vit nærkaðust túsundáraskiftinum megnaðu føroyingar at fáa lønandi vinnu burtur úr laksinum.

“Á sama hátt verður tað ivaleyst eisini við at seta laks út á havbit og ala skeljar, tara og annað, men tað broytir ikki tann veruleikan at jú fyrr vit fara undir tað, jú skjótari koma vit á mál,” sigur Edmund Joensen. “Fyritreytirnar við sjóhitanum og føðini eru til jú staðar.”

Fiskur, skeljadjór, tari

Vinnunevndin skrivar í sínum áliti til Løgtingið at “møguleikarnir fyri havbiti og meira fjøltáttaðari aling, undir hesum aling av skjeljum, eiga at verða kannaðir. Hetta eigur at verða gjørt saman við vinnuni, tí skulu lunnar leggjast undir slíka vinnu, eiga íløgurnar og átøkini at koma frá vinnuni. Samstundis sær nevndin møguleikar fyri, at granskingarumhvørvi, í samstarvi við vinnuna, kunnu gera royndir við havbiti, eins og roynt varð fyri fleiri árum síðan. Aling av skeljum er vælkend uttanlands. Eitt nú hevur Japan havt skeljaaling í áratíggju, bæði sum aling á línum og sum útseting í ávísum økjum, ætlað til at fiska aftur, eins og víst verður á í uppskotinum. Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.”

ĺ viðmerkingunum til sjálvt uppskotið verður m.a. sagt at endamálið “er at fjøltátta vinnumøguleikar í Føroyum og at økja inntøkur og á henda hátt at tryggja, at Føroyar gerast eitt uppaftur ríkari samfelag til fyrimunar fyri allar føroyingar.”

Víðari stendur: “Eftir øllum at døma liggja Føroyar væl fyri til útseting av laksi til havbit. Fyri árum síðani fiskaðu føroysk skip væl av laksi við langlínu í havøkinum norðanfyri Føroyar. Laksamerkingar vístu greitt, at laksurin hevði hetta økið sum beitisøki ella uppvakstrarøki, til laksurin vendi heim aftur til lands at gýta. Smáar royndir, sum gjørdar eru í Føroyum, hava víst, at laksurin kemur aftur, har hann er settur út. Hóast landið av natúrligum orsøkum ikki hevur so vælegnaðar áir, ið kunnu taka móti stórum laksi til gýtingar. Hesar smáu royndir vísa á møguleikar, ið eiga at kannast gjøllari. Havbit er vælkent í øðrum londum, sum t.d. í norðara partinum av Japan, har laksurin (‘pacific salmon’) verður fiskaður við útróðrarbátum tá ið hann kemur inn at landi áðrenn gýting, og áðrenn hann missir góðsku. Japanska laksaveiðan er ein gomul vinna og byggir í høvuðsheitum á útseting. Sigast kann at klekistøðir á landi eru í høvuðsheitum tað berandi undir laksafiskiskapinum. Í Alaska verður slík vinna eisini rikin.”

Uppskotið til samtyktar fevnir somuleiðis um aling av vanligari jákupsskel (‘queen scallop’), sum livir og trívist væl við Føroyar. Víst verður til at síðan 1970 hevur fiskiskapur verið eftir hesum skeljum, og at fleiri túsund tons eru veitt árliga tey seinastu nógvu árini.

Alt bendir eisini á at tann størri og meira virðismikla ‘scallop clam’ jákupsskelin livir á Føroya Banka. “Ábendingar eru um, at henda skelin er vælegnað til aling, bæði tí at hon er ein stór skel og somuleiðis er í hægstu príslegu,” verður sagt. “Áhugavert er at vita, at skelin livir natúrliga í føroyskum sjógvi, og at hon er kostnaðarmikil.”

Víðari verður víst á at aling av skeljum er vælkend uttanlands, og at føroyingar eiga at umhugsa hvørji økir ið hóska best til hvat slag av aling.

“Eitt nú hevur Japan havt skeljaaling í áratíggju, bæði sum aling á línum og sum útseting í ávísum økjum, ætlað til at fiska aftur. Hugsast má um, hvussu vit í Føroyum kunnu brúka okkara økir til aling av skeljum, laksi, tara og so framvegis. Lokalitetir í Føroyum eiga at verða brúktir til ymsa aling. Bólkurin av serfrøðingum, sum settur verður, eigur at fara undir sínar kanningar skjótt, og ein háttur at savna sær vitan er at vitja í útheiminum, har havbit og skeljaaling fer fram. Royndir eiga sjálvsagt eisini at verða gjørdar í Føroyum. Serfrøðingabólkurin má somuleiðis koma við tilráðing um, hvussu ymsu alihættirnir kunnu virka til gangs fyri seg og alt føroyska samfelagið.”

No comments:

Post a Comment