Partrolararnir Heykur og Falkur landa í Runavík. MARIA OLSEN PHOTO |
Ein ætlan um at skerja fiskiveiðina hjá upsatrolarum uppaftur meira gjøgnum eitt nýtt krav um at brúka trolrist aftan á árslok, hevur verið um at fáa bikarið at flóta yvir hjá upsamonnum. Aftaná at reiðarar seint í desember fingu eitt uppskot til hoyringar um eina nýggja kunngerð sum krevur at partrolararnir brúka eina serliga rist fyri at solda smáfisk frá, kom øði í fólk sum arbeiða innan upsavinnuna. Alt bendir tó á at Fiskimálaráðið hevur lagt oyrað til klaguljóð, og at ábøtur kunnu vera ávegis.
Ætlanin var sum skilst at tað nýggja kravið um rist skuldi koma í gildi longu tann 1. januar sum ein av mongum enn ikki avgreiddum kunngerðar pørtum í tí nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum aftan á eina røð av broytingum varð samtykt í Løgtinginum tann 13. desember.
Fyri upsatrolararnar at fyrireika seg til ta umlegging sum eitt krav um skiljirist ber í sær, var talan yvirhøvur um eina ógvuliga stutta tíðarfreist, og sambært upplýsingar var tað harnæst ómøguligt at fáa fatur á hesum ristum upp á so stutta tíð.
“Einans tvær ristir av hesum slagnum vóru til tá vit fingu hesa kunngerð til hoyringar tann 21. desember,” segði Ingi Hansen, útgerðarmaður á upsavirkinum Faroe Origin, ið hevur seks partrolarar. “Vit vístu so á at tað bar ikki til at fáa fatur á hesum ristum upp á so stutta tíð, og mótmæltu eisini tí skerjing á veiðina sum kunngerðin hevur við sær, um ikki myndugleikarnir samstundis lata upp fyri stongdum leiðum.”
Sum skilst hevur Fiskimálaráðið tikið mótmælini til eftirtektar meir ella minni, og eingin kunngerð um rist til upsaveiðina er komin enn. Hinvegin er ein kunngerð eftir øllum at døma á veg har kravið um rist kemur nakað inn í 2018, samstundis sum onkur av teimum stongdu økjunum verða latin upp fyri fiskiskapi.
Hvussu er og ikki, trupulleikin við teimum stongdu leiðunum er harvið komin undan kavi av nýggjum.
“Sum er hava vit longu fast veiðibann á yvir 50 prosent av fiskileiðunum,” vísti Ingi Hansen á. “Harafturat kemur at hvørja ferð tað verður staðfest at ov nógv er av smáfiski í mun til størri fisk í einum øki sum vit annars sleppa at fiska í, fáa vit ein 20 ps. niðurskurð har. Tað vil siga at allar avmarkingarnar í veruleikanum umfata so mikið sum upp í 70 ps. av fiskileiðunum, og hetta er í grundini ikki nakað sum flotin kann liva við í longdini.”
At avmarka veiðina enn meira vil í praksis vera tað sama sum at koyra stórar partar av heimaflotanum av knóranum, skilst.
‘Greið gongd’
Sum fleiri onnur hava víst á í orðaskiftinum um fiskaríið hjá heimaflotanum, verða avleiðingarnar av teimum umfatandi skerjingum sum hava verið innførdar tey seinastu umleið 20 árini, so sjúkligt tað ljóðar, brúktar sum próvgrund fyri at avmarka veiðina eftir upsa og botnfiski undir Føroyum enn meira. Logikkurin gongur uppá at av tí at landingarnar eru minkaðar so nógv, so má tað vera orsakað av ovurfisking—sektin á at talið á fiskidøgum er so munandi skert samstundis sum umfangið av stongum leiðum er økt so mikið at landingarnar ikki kunnu annað enn minka munandi.
“Veiðihagtøl, sum sammeta ár við undanfarin ár uttan at grundgeva fyri hví so stórar broytingar eru í veiðini, kunnu vera sera villeiðandi og ein avskeplað mynd av veruleikanum, um ikki verður greitt frá hví so er,” segði Osmund Justinussen, fyrrverandi skipari og reiðari, herfyri. “Um vit skulu sammeta veiðihagtølini á toski í ár við undanfarin ár, og út frá hesum gera eina meting av toskastovninum við Føroyar, so eru vit heilt úti í togunum,” legði hann afturat.
“Tann samlaða veiðiorkan á innara landgrunninum við Føroyar er nú bert cirka 30-40 prosent av tí hon var tey góðu toskaárini í til dømis 1996-1997, tá fiskað blivu um 45.000 tons per ár. Tað tykist sum at heldur ikki okkara politikarar hava skilt hví so lítið verður veitt á landgrunninum. Vit hoyrdu eitt kvøldið tríggjar floksformenn viðgera ta nýggju fiskivinnuskipanina í SVF, og har var lítið at heinta tá tað kom til vitan um vinnuna. Teir eymkaðu seg um at stovnarnir vóru so niðurfiskaðir og vónaðu at teir komu fyri seg aftur! Fylgja okkara ábyrgdarpolitikarar so lítið við í tí sum fyriferst á grunninum? Er støðið so vánaligt, at heldur ikki teir hava fingið við hvør orsøkin er til at so lítið er fiskað og avreitt av Føroya grunninum, og at tað einki hevur við niðurfisking av fiskastovnunum at gera?”
Onnur, teirra millum Fiskidaganevndin, hava eisini víst á tað órímiliga í at brúka minkandi landingar sum orsøk til at skerja fiskiskapin undir Føroyum enn meira. “Gongdin seinastu árini hevur verið heilt greið,” skrivaði nevndin í tilmæli til Fiskimálaráðið í mai. “Talið á skipum og bátum, bæði talið á útskrivaðum loyvum, og tali á skipum og bátum sum eru í vinnu, er minkað heilt nógv, við meiri enn 60% seinastu 9-10 árini. Í 2016/2017 eru 102 fiskiloyvir útskrivað til skip og bátar í bólkunum 2 til og við 5A. Av hesum hava 77 verið í vinnu hetta fiskiárið. Í 2007/2008 vórðu útskrivað 247 fiskiloyvir til bólkarnar 2 til og við 5A. Talið á tillutaðum fiskidøgum er skert við meiri enn 50% síðani fiskidagaskipanin kom. Knappir 29.000 fiskidagar eru tiknir úr skipanin síðani hon kom í gildi í 1996/1997. Innsatsurin, royndin undir Føroyum, hetta fiskiárið er metlág, tá samanborið verður við t.d. 2000 og 2001, tá metnógvir fiskidagar vórðu brúktir. Stórar avmarkingar eru í hvar fiskiskip og -bátar kunnu royna, tí stórur partur av landgrunninum (innan fyri 100 favnar) er friðaður alt árið ella partar av árinum.”
‘Meðan tað er har’
Eitt er at hesar skerjingar geva eina avskeplaða mynd út frá landingar hagtølum av fiskarínum undir Føroyum—ein trupulleiki sum í sjálvum sær átti at fingið allar klokkur at ringja. Harafturat kemur spurningurin hvussu problematiskt fyri heimaflotan hetta við teimum umfatandi økisfriðingunum annars er.
Sambært Faroe Origin er talan um ein álvarsligan trupulleika, sum sæst aftur í at tað er vorðið ov trongt á landleiðunum—orsakað av at so nógvar góðar fiskileiðir eru avstongdar alt árið, so flokkast fiskiskip til tey fáu støð har fiskur er at fáa til eina og hvørja tíð á teimum leiðunum sum ikki eru stongdar. Hetta er við til at gera tað torført hjá teimum einstøku skipunum og pørunum at hava lønandi fiskarí.
“Vit gjørdu royndir við skiljirist fyri Fiskimálaráðið fyri fýra-fimm árum síðani, í tvey fylgjandi ár,” upplýsti Ingi Hansen. “Tað riggaði væl í at skilja smáfiskin frá restini, og vit dokumenteraðu alt og høvdu eisini undirvatnskamera og fingu góðar videomyndir sum vísa neyvt hvussu alt fór fram í trolinum. Tað fyrsta árið royndu vit bara á stongdum leiðum, og har var sera nógvur fiskur; tað fylgjandi árið royndu vit bæði innan fyri og uttan fyri stongdar leiðir, og har var stórur munur—nógv meira av fiski var á teimum stongdu leiðunum. Tað tók onga lítla og onga tíð at fylla bátarnar tá vit fiskaðu har.”
Hann legði afturat: “Men um stongd økir verða opnað samstundis sum kravið um at brúka rist kemur í gildi, so fer neyvan nakar at mótmæla.”
Sostatt eru vónir um bata, og fyrr var illa. Tí hóast vit vita at ovmikið er av fiski á landleiðunum—serliga teimum stongdu leiðunum—so hava vit í langa tíð valt at gera lívið súrt fyri tey sum liva av upsa- og botnfiskiskapinum gjøgnum at fyrst avsteingja tey frá at koma framat har fiskurin er og síðani revsa tey við nýggjum avmarkingum fyri at ov lítið kemur upp á land: vit kasta teimum fyri at hava niðurfiskað stovnin, hóast tað í veruleikanum eru onnur sum forða fyri fiskarínum og harvið eru atvold til at ov lítið verður landað. Um fiskimálaráðharrin hevur fingið eyga á at hetta er so órættvíst sum tað kann vera, er hóast alt nógv vunnið har.
Men sum Ossi skrivaði víðari um botnfiskiskapin undir Føroyum: “At vit ikki taka meira úr stovninum nú høvi er til tað, er skilaleys røkt av tilfeinginum, og ikki minni enn ein ólukka fyri vinnuna á sjógvi og landi. Hetta er ikki tí at fiskurin ikki er til, men tí vit sleppa ikki framat til at fiska hann. Eg eri ikki í iva um at vit kundu í minsta lagi veitt 25.000 tons av toski á Føroya grunninum í ár, og í fjør kundu vit havt veitt 20.000 tons og eisini munandi meira av hýsu, uttan at ganga stovninum ov nær. Vegna stongd økir har sum okkara bestu toska- og hýsuleiðir eru, og vegna aðrar reguleringar, koma vit bert at fiska ein triðing av hesi nøgd. Vit koma tískil at missa eitt virði á umleið 270 milliónir krónur (16.000 tons á 17,00 kr/kg í miðal = 272 mió. kr.) av toskafiskiskapinum bert í hesum árinum. Og vit koma ongantíð aftur at veiða eina ‘miðal nøgd’ av toski og hýsu, um ikki onkur vaknar, og ger tær broytingar sum skulu til fyri at fáa tað atkomuligt at veiða hesar nøgdir. Tað kann vera at samfelagið hevur ráð at missa allar hesar milliónirnar vegna góða makrel- og svartkjaftaveiði, og somuleiðis met nøgd av alifiski við góðum prísum. Men hvørki skipini og manningarnar sum veiða tosk og hýsu, ella flakavirkini á landi, hava ráð til at vit ikki gagnnýta okkara tilfeingi meðan tað er á grunninum.”
No comments:
Post a Comment