Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur. MARIA OLSEN PHOTO |
At tílíkt endar galið eigur ein og hvør at kunna rokna út. Ov lættliga fingin peningur hevur lyndi til at skapa størri og størri tørv á meira; hann kann, sum eitt nú studningsskipanir, gerast samfelagsliga og búskaparliga vandamikil, ávarar Jógvan Mørkøre. Harafturat kann ivrin eftir at tryggja og fasthalda eitt so freistandi peningarensl eisini vera politiskt vandamikil, og kann í so máta eisini koma til at kosta verandi landsstýrissamgongu dýrt.
“Og eitt áttu í øllum førum tey við tí politiska valdinum ídag at dugað at sæð, nevniliga tað at tað spyrst einki gott burtur úr at noyða politikk niður yvir høvdið á fiskivinnuni úr erva,” skrivar stjórnmálafrøðingurin í blaðnum Sjógvur & Fólk, sum í hesum døgum verður borið út.
Víðari staðfestir hann at meðan breið undirtøka ídag er fyri at krevja eitt tilfeingisgjald ella tilsvarandi avgjald frá fiskivinnuni fyri at fiska ella fyri rættindi at fiska, so valdar ørkymlan kring spurningar sum tilfeingisrentu og hvussu ein tílík skal roknast út og krevjast inn. Tað sum fólk tykjast hava ilt við at skilja, er at talan er í grundini um ein politiskan spurning tá samanum kemur, heldur enn nøkur neyv vísindi at stýra vinnuni ópartískt eftir.
‘Ein fiktión’ ella verulig?
“Veljarakanningar vísa at umleið tríggir fjórðingar av veljarunum meta tað vera rætt at fiskivinnan rindar fyri fiskirættindini,” upplýsir Jógvan Mørkøre, og leggur afturat: “Og ídag er kravið at tann yvirflóð av pengum sum tykist at vera í fiskivinnuni, kann rinda tá ið pengar resta í aðrastaðni í samfelagnum.”
Her er tað at tann politiski viljin, ella leikurin, kemur undan kavi; og hetta er eisini tengt at hvussu arbeiðsmarknaðurin er broyttur síðan 1970ini.
“At soleiðis er vorðið er kanska ikki so løgið, tá ið hugsað verður um hvussu nógv samfelagið er broytt hesi mongu árini. Tá ið avgjørt varð á sinni at halda seg leysan av EEC, sum tað tá æt, fyri at tað føroyska fólkið skuldi kunna hava fiskiríkidømið kring Føroyar fyri seg sjálvt, vóru útvið tveir triðingar av løntakarunum í fiskivinnuni. Útróðrarmenn, fiskimenn og flakakvinnur vóru so at siga Føroya fólk. Tá ið bretskir og týskir trolarar vórðu tveittir út um 200 fjórðingar, var tað fyri at tryggja útróðrarmonnum og fiskimonnum teirra ogn. Gott var tá hjá politiskum flokki at kunna skýra seg sum fiskimannaflokk og verða viðurkendur sum slíkur av fólki í fiskivinnuni. Ídag eru frægastu fiskimiðini hjá politikarum løntakarar í almennari og privatari tænastuvinnu. Løntakarar í fiskaríi og í fiskavøruídnaði eru væl færri í dag—eini 10 prosent—meðan onnur liggja um 90 pst. tilsamans. So ídag er tað vorðið eitt natúrligt krav at fiskivinnan skal gjalda til tað almenna.”
Men sum bretar siga, the devil is in the detail—enn hevur eingin klárað at greina nøktandi júst hvat tilfeingisrenta er í praksis, um hon yvirhøvur er til.
“Hetta gjald er tó ikki heilt einfalt at fáa inn,” heldur stjórnmálafrøðingurin fram. “Tí spurningurin er um hetta við tilfeingisrentuni ikki er ein fiktión. Og um hon er verulig, hvussu stór er hon so? Harnæst spurningurin, hvussu hon skal fáast inn. Og síðani spurningurin, hvagar skal hesin peningur fara, og hvat skal hann brúkast til? Summir búskaparfrøðingar mæla glaðbeintir til uppboðssølu, sum svarið upp á bæði spurningin um hvussu tilfeingisrentan skal fáast inn, og hvussu fæst at vita hvat ið tað rætta ella sanna virðið er á hesari rentu. Búskaparráðið hevur mett at fyri einstakt ár, 2014, var tilfeingisrentan 473 milliónir kr. í uppsjóvarfiskiskapi og fyri flakatrolarar 80 mió., meðan tilfeingisrenturnar vóru negativar fyri trolarar og línuskip; ávikavist minus 56 mió. og minus 78 mió. kr. Her tykist at vera talan um religión ella ideologi heldur enn exakt vísindi.”
Upprunin til alla talu um tilfeingisrentu í føroyskari fiskivinnu var ein framløga sum Árni Olafsson búskaparfrøðingur helt í 1985 í Norðurlandahúsinum; men talan var um eitt “pedagogiskt modell” at brúka sum leiðitráð í einum samanhangi—nevniliga at venja heimaflotan av við studning og ístaðin innføra eitt avgjald ið kundi fremja effektivitet.
“Tað sum búskaparfrøðingurin tosaði um í Norðurlandahúsinum á sinni var alt tilhugsað,” vísir Jógvan Mørkøre á. “Eitt væleydnað pedogogiskt modell, men ikki nøkur empirisk staðfesting av einum veruleika. Her var bert talan um EIN fiskastovn; og her var heldur ikki talan um einstakt ár, men tilhugsaða langtíðarjavnvág. Og at kunna tosa um negativa tilfeingisrentu er so heilt burturvið og hevur einki við modellið at skaffa, ið liggur til grund fyri øllum tosinum um eina tilfeingisrentu sum tað almenna eigur at taka frá vinnuni. Her er tað somuleiðis merkisvert at tað fiskaríið sum skuldi regulerast við at áleggjast tilfeingisgjald—fiskiskapur í heimasjógvi—hevur einki at kunna lata sambært somu metingar; meðan tað fiskarí sum hevur eina rentu at lata burturav, ikki kann verða regulerað av føroyskum myndugleikum við at taka inn tilfeingisgjald. Her er tað metingar hjá ICES og avtalur millum strandalond, ið gera av hvat ið verður fiskað, sama um tilfeingisgjald verður tikið frá fiskivinnuni ella ikki. So at tosa um tilfeingisgjald til at stýra fiskiskapi við hevur einki at standa á í tí føroyska veruleikanum.”
‘Slanga inn í landskassan’
“Men,” leggur Jógvan Mørkøre afturat, “fyri tað kann tað vera rímiligt, at tað almenna krevur eitt avgjald av teimum ið sleppa framat at fiska burtur av fólksins ogn. Men tað er ein politiskur spurningur, hvat ið tað skal vera. Ein spurningur sum má svarast við samráðingum millum tann politiska myndugleikan og vinnuna. At tveita tað til ein marknað at loysa er at sleppa sær undan ábyrgd, tí marknaðurin hevur aldri verið og verður aldri rættvísur. Ein fríur marknaður skapar vinnarar og taparar, geografiska miðsavning og monopolitistiska sentralisering. Vilja politikarar hava vinnarar um alt landið, so skulu teir undir ongum umstøðum leggja tað til marknaðin at gera av, hvør skal kunna keypa sær til rættin at fiska. Hesari umfordeiling liggur tað hjá politiska myndugleikanum at taka sær av. Tær ætlanir ið eru viðvíkjandi uppboðssølu hava nógvar avmarkingar, ið geva summum pørtum framíhjárætt meðan aðrir partar verða skerdir; so tað kann ikki gerast til ein virkandi marknað. Og tá eru partar longu favoriseraðir í sjálvari lóggávuni upp á ein máta ið ger at tað ber ikki til tosa um at vilja tryggja ópartíska útlutan.”
Stjórnmálafrøðingurin sigur víðari: “Ivaleyst er rættast at halda spurningin um tilfeingisgjald leysan av spurninginum um stýring av fiskivinnuni og heldur kalla ein spaka fyri ein spaka. Her er í roynd og veru talan um eina umfordeiling millum summi í fiskivinnuni og so onnur í samfelagnum, ið hava fingið eyguni upp fyri at her er talan um vinning og lønir sum ikki øll kunnu samanbera seg við. At tað almenna skal kunna taka nakað inn av hesi yvirflóð vegna fólkið er neyvan órímiligt. Men tað má gerast við skynsemi.”
“Tað er skjótt at enda í somu fellu sum tá ið studningsøðin leikaði í upp á tað harðasta,” leggur Jógvan Mørkøre afturat. “Tá fóru pengarnir úr landskassanum til eina vinnu ið gjørdist meira og meira bundin av at skula hava studning. Nú fer tilfeingisgjald í alsamt stríðari streymi frá fiskivinnuni og í landskassan. Tað sæst aftur í tí politiska lívinum, har yvirskotið í landskassanum fær krøvini fram um fleiri tunlar, meira alment byggjarí, hægri lønir og meira vælferð sum heild. Tað er ilt hjá politikarum at byrgja fyri hesum við nýggjari slangu inn í landskassan. Við hetta lag verður landskassin bundin av tilfeingisgjaldi úr fiskivinnuni. Samstundis sum inflatión og ovurhiting av búskapinum tekur dyk á seg. Tað er tí løgið at politikarar og búskaparfrøðingar, sum løgdu áherðslu á at inntøkur frá eini oljuvinnu fyri alt í verðini máttu fara í ein grunn og ikki út í peningarenslið, at teir ikki draga á við at taka tilsvarandi tilfeingisgjald, fyrr enn politisk trygd er fingin fyri at tað kann fara í ein búskapargrunn sum er varandi. Ja, og uppaftur meira løgið at politikarar og búskaparfrøðingar, sum vóru upptiknir av at fáa donsku ríkisveitingina út úr føroyska peningarenslinum, tí hon skuldi—eins og oljuinntøkur—vera til ógagns, at hesi ganga undan at fáa tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni í landskassan.”
No comments:
Post a Comment