Wednesday, January 31, 2018

Ruðuleiki hóttir framvegis

Tróndur í Gøtu landar uppsjóvarfisk.
MARIA OLSEN PHOTO
Ei undur í at fólk í vinnuni og løgfrøðingar enn kenna seg ótrygg við tann nýggja lógarpakkan fyri fiskivinnuna, sum framvegis krevur ábøtur — fongdur við óvissu og opin fyri skaðavirknað av nýggjum reglum og enn ókendum kunngerðum.

Mong mundu, av røttum ella ikki, kenna ein lætta tá nýggj lóg um ‘fyrisiting av sjófeingi’ herfyri varð samtykt í Løgtinginum aftan á broytingarumfør. Fleiri av teimum ið ynsktu umfatandi nýskipan av fiskivinnuni frøddust um at ein tílík endiliga varð staðfest við lóg, og onnur sum frá byrjan høvdu verið heldur skeptisk móti uppskotinum gleddust um at tað hóast alt var eydnast at fáa nógv av tí meira radikala innihaldinum telgt, hølvað og rundað so mikið niður at pakkin yvirhøvur, tá samanum kom, tóktist minni hættisligur enn upprunaliga mett. Aftur onnur, ið kanska ikki høvdu so avgjørdar meiningar um alt kring hesa nýskipan, kundu fegnast um at nú var um ikki annað politiskur friður í væntu her aftan á drúgvt og troyttandi orðageip í áravís.

Tíverri bendir tó ymiskt á at tann gleðin verður stokkut, um ikki Landsstýrið megnar at fáa ta nýggju lóggávuna, á ávísum økjum, rættaða til og stýrda á beint. Millum tey eymu punkt ið lættliga kunnu gerast kelda til enn meira eljustríð, og eitt endaloysi av trupulleikum fyri allar partar, teljast burturbeiningin av sonevndum veiðiloyvum; tær enn ikki kunngjørdu ætlanirnar um tilfeingisgjald; spurningurin um tað uppbólgnaða umfangið av stongdum leiðum; hvussu ið ætlanin er at rokna fiskidagar um til kvotur uttan at fara út um rímilig mørk; tann enn ikki lýsti umsetingarlykilin at áseta toskajavnvirði eftir; og annað.

Hóast tað kann hava verið freistandi hjá troyttum telvarum at relegera punkt sum hesi aftur í rong meðan tingingarnar um tær stóru linjurnar í nýskipanini leikaðu á, so er talan um so mikið álvarslig mál at hvørki vinnan ella samfelagið kann liva við at tað verður blundað fyri teimum nú.

Sum sagt verður, devilin situr í smálutunum.

Hvat viðvíkur tilfeingisgjaldi, hava umboð fyri fiskivinnuna fleiri ferðir givið alment til kennar at vinnan er tilreiðar at góðtaka tílík avgjøld, so leingi hesi verða ásett undir rímiligum fyritreytum. Men verandi ætlan um at leggja so mikið sum 70 prosent skatt á allan vinning oman fyri 10 ps. aftaná at onnur 10 ps. eru brúkt til avskrivingar, fær alt annað enn góð skoðsmál frá fiskireiðarum.

“Fólk tykjast gloyma at vinningur er eingin sjálvfylgja innan fiskarí,” segði Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari á Varðanum, eitt felag ið liggur sera frammaliga innan uppsjóvarvinnuna. “At ganga út frá at alt oman fyri 10 ps. í vinningi er ‘ónormalur vinningur’ uttan víðari er ikki rímiligt — tú mást rokna við at tíðirnar skifta, serliga innan fyri fiskivinnuna. Her er tað neyðugt at kunna fáa sum frægast burtur úr teimum góðu árunum, tí áðrenn tú veitst av hava tíðirnar skift og tá kann virksemið knappliga geva hall, og tú mást rokna við at tað tekur tíð at fáa vent gongdini aftur. Tílíkt má havast í mentu tá talan er um at eykaskatta vinning, og at taka heili 70 ps. av øllum oman fyri 10 ps. er at fara ov langt — har verður ikki pláss eftir til íløgur. At rokna við at bankarnir fara at fíggja allar neyðugar íløgur í hesari vinnuni er bláoygt, so mikið vita vit av royndum. Undir teimum treytum sum nú verður tosað um hevði Varðin ikki kunnað gjørt tær íløgur sum felagið hevur gjørt. So, vilja vit síggja víðari menning í Føroyum á hesum øki, so mugu vit eisini framvegis lata tað vera áhugavert fyri vinnuna at fáa eina fíggjarliga úrtøku sum kann leggja lunnar undir menning av eitt nú nýggjum framleiðslum, og sum kann uppihalda marknaðarrøkt og søluvirksemi og øllum tí sum hartil hoyrir.”

Bíða spent

So tað ræður um at finna ta røttu javnvágina fyri eykaskattin, og hon fæst uttan iva við at fara nakað væl niður um 70 ps. Meðan bíðað verður eftir hópin av kunngerðum í sambandi við tann nýggja lógarpakkan, so er longu greitt at hugtakið ‘veiðiloyvi’ — grundleggjandi rættindi hjá tí einstaka skipinum at reka vinnuligan fiskiskap — er avtikið. Hetta kann ljóða av lítlum fyri tann sum ikki hevur givið sær far um hvat tað inniber; men ikki tess minni eru avleiðingarnar sera stórar.

“Skipanin viðvíkjandi keypi og sølu av skipum er sambært nýggju lógini fullkomiliga kollrend,” segði Christian Andreasen advokatur í samrøðu við VP. “Løgtingið hevur við tí nýggju løgtingslógini um sjófeingi sett úr gildi allar vanligar fíggjarligar grundreglur og siðvenjur. Sambært nýggju lógini eru skip og loyvir fullkomliga atskild. Hóast reiðarin — ið hvussu so er á pappírinum — enn eigur ein part av søguligu rættindinum, kann viðkomandi reiðari ikki longur selja síni loyvir saman við skipinum. Skipið má seljast fyri seg, og søla av fiskirættindum skal seljast gjøgnum eina aðra skipan. Søla av fiskirættindum skal nevniliga yvir eitt alment útboð.”

Undir hesum umstøðum verður tað ikki møguligt hjá reiðarum at disponera yvir sínum rættindum, vísti advokaturin á. “Øll sum hava við fiskivinnu at gera vita at ein reiðari bert kann sleppa av við sítt skip um hann samstundis kann tryggja keyparanum av hesum skipi rættindi til at fiska við skipinum. Annars er bert møguligt at selja skipið av landinum. Fiskirættindi kunna sambært nýggju lógini bert seljast undir ávísum avmarkaðum treytum, men felags fyri sølu av øllum fiskirættindum er at sølan av fiskirættindum skal yvir eitt alment útboð. Við øðrum orðum kunnu seljari og keypari ikki longur avtala seg fram til eina sølu av einum skipi soleiðis at verandi loyvir fylgja við. Úrslitið av hesum verður at øll vanlig søla av skipum helst kemur at steðga.”

Christian Andreasen legði afturat: “Tær nýggju reglurnar seta úr gildi allar vanligar fíggjarligar fortreytir sum gera seg galdandi viðvíkjandi keypi og sølu av vinnutólum, herundir skipum. Nýggju reglurnar leggja snøgt sagt upp til ruðuleika í føroysku fiskivinnuni og tær koma ikki á nakran hátt at hava við sær eina virðisøking fyri føroyska samfelagið. Úrslitið verður tað beint øvugta.”

Tær “nýggju reglurnar eru sera illa umhugsaður,” førdi VP víðari fram við ávísing til advokatin. Tó er tað enn møguligt hjá Landsstýrinum at endurskoða hendan og aðrar týðandi partar av hesum stóra lógarpakka, hvørs fulla innihald enn ikki eru komið í ljósmála. Vit bíða spent.

No comments:

Post a Comment