Tuesday, October 31, 2017

Jan Højgaard: Uppskotið um nýskipan letur upp fyri spekulatión og korruptión

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
MARIA OLSEN PHOTO
Verandi uppskot frá Landsstýrinum um ‘fyrisiting av sjófeingi’ letur upp fyri spekulatión og korruptión, av tí at tað gevur ov nógva makt til eitt embætisverk sum ikki er nóg álítandi; tað sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard.

“Umsitingin hevur ferð eftir ferð gjørt mistøk, eisini álvarslig mistøk, uttan tó at tað hevur víst seg at fáa nakrar avleiðingar,” segði Jan Højgaard í samrøðu við blaðið Sjógvur & Fólk, sum kemur út í næstum. “Dømini eru fleiri, frá Anitu til óregluligar flytingar av loyvum… nóg mikið til at vit ikki kunnu hava fult álit á umsitingini.”

Sambært FF formannin kann umsitingin ikki metast sum immun móti møguligum mutursfreistingum í framtíðini, sum lógaruppskotið letur upp fyri við at geva ov stórt vald til embætisverkið umvegis kunngerðir, samstundis sum ein stórur partur av fiskirættindunum skulu seljast um uppboðssølu fyri at fáa meira kapping um at sleppa framat at fiska — nakað sum kann fáa óhepnar avleiðingar um sokallaðir strámenn fáa kvotur meðan verulig fiskireiðarí verða við sviðusoð.

“Politikararnir sita bert í avmarkaða tíð, men tey í umsitingini kunnu sita yvir langa tíð, og tað gevur teimum eina ógvuliga sterka støðu í aðalráðunum. Umsitingin í Fiskimálaráðnum hevur, í sambandi við fleiri málsviðgerðir, víst at hon livir ikki upp til ein nóg høgan standard hvat viðvíkur mannagongdum og ábyrgd. Tí er tað óðamannaverk at lata størri partar av lógini vera upp til umsitingina gjøgnum ein hóp av komandi kunngerðum.”

Jan Højgaard vil vera við at lógaruppskotið um nýskipan av fiskivinnuni leggur gjøgnum óhoyrda kunngerðastýring upp til at embætisfólk fáa størri makt enn nakrantíð. Uppboðssøla av rættindum vil samstundis, meinar hann, flyta snúningspunktið í vinnuni frá tí sum higartil hevur verið — rakstri og íløgum og øllum tí sum hoyrir til fiskiskap — til sjálv rættindini, sum ístaðin koma at verða sett í miðdepilin; tískil verður trýstið hægri á umsitingina í sambandi við rættindini.

‘Eiga at siga sum er’

“ĺ uppskotinum verður dentur ikki lagdur á at vinnan skal hava tryggar karmar og bestu veiðitól — og um tað nógva av rættindunum skal seljast á uppboð ella umfordeilast eftir onkrum definitiónum sum eingin skilir, so fer tað at forbjóða tað seg sjálvt at eiga stór og dýr og framkomin fiskiskip, og enn minni at hava manningar fast mynstraðar. Hinvegin hevur tá tann fyrimunin sum einki tílíkt hevur at dragast við og ístaðin kann leiga bílig skip frá uppboð til uppboð sum best ber til, alt eftir nær viðkomandi eydnast at keypa rættindi og hvussu nógv tons talan er um í hvørjum einstøkum føri.”

Út frá hesum kann vandi vera fyri at ein nýggj skipan fer at trýsta fiskimenn og reiðarar við hjarta í fiskivinnuni út, til frama fyri fólk ið fokusera meira á rættindini og minni á vinnuna sjálva — og fyri tey sum koma inn í vinnuna uttan at hava stórvegis áhuga fyri fiskiskapi og fiskaídnaði verður tað ein sjálvfylgja at fokusera meira á tað spekulativa, fíggjarliga og juridiska.

“Um vit vilja hava eina burðardygga fiskivinnu sum framvegis er sterk um 10 ella 20 ár, so mugu vit eisini varðveita ta vitan vit hava bygt upp innan fiskivinnuna; og skulu vit gera tað so mugu vit eisini virða hesa vitan, og tað merkir eisini at varðveita eina sterka fiskivinnu mentan.”

Uppboðssøla av rættindum kann í ringasta føri hava við sær at fiskivinnan verður yvirrend av persónum sum einki veruligt atknýti hava við fiskivinnuna, tíansheldur fólkið í hesari vinnu, heldur formaðurin. “Hetta vil so aftur,” sigur hann, “gera vinnuna veikari og reka roynd fólk úr henni, til at enda tann føroyska servitanin er burtur og føroyingar ikki longur verða førir fyri at reka fiskivinnu og ístaðin noyðast at útlicensera alt til útlendingar; tað er ikki loyvt sum er og heldur ikki sambært uppskotið, men kemur tað heilt har út so verður lógin eisini broytt hareftir. Hetta er kanska hvat ið onkrir búskaparfrøðingar og umsitarar droyma um; men um tað er hetta ið okkara politikarar vilja, so eiga teir at siga sum er.”

No comments:

Post a Comment