Thursday, September 28, 2017

Allur bati bøtir men skaði hóttir framvegis

Frystilínuskipið Klakkur.
OLIVER JOENSEN — NORÐLÝSIÐ
Hóast týðiligar batar í upplegginum til nýskipan av fiskivinnuni, spøkir framvegis ógreiði um hugtøk í tí ætlaðu lógini — eitt nú eru ásetingarnar um miðsavnan av fiskirættindum illa defineraðar og tí torførar at fyrihalda seg til.

So kom uppskotið til lóg um “fyrisiting av sjófeingi” endiliga á tingborð, og broytingarnar tað vil innibera fyri føroyska fiskivinnu, og harvið alt samfelagið, kunnu gerast sera umfatandi — kanska meira enn nakar ímyndar sær.

Lógaruppskotið, lagt fram til 1. viðgerð tann 14. september, ber boð um eina víðfevnandi umskipan av verandi lóg um vinnuligan fiskiskap. Tað positiva, heilt stutt, er at fiskimálaráðharrin, íroknað Landsstýrið sum hann er partur av, við hesum vísir dirvi til at koma við nøkrum sum eingin annar hevur váðað sær, í einum umfangi sum alt annað enn smæðist burtur. Um hetta sum heild røkkur til dygdargott lógarsmíð, er ein annar spurningur.

Her skulu vit so hyggja at nøkrum avbjóðingum í samanhanginum, úr einum sjónarhorni ið tekur støði í meginreglum um virkissamskifti og almenn mál. Lat okkum staðfesta beinanvegin at politiskt kann talan ikki hava verið um nakra lætta uppgávu — fleiri royndir hava verið gjørdar tey seinnu árini at fyrireika eina tilgongd, men ikki fyrr enn á hesum sinni er eitt lógaruppskot komið undir land við endamáli at endurnýggja karmarnar um fiskivinnuna.

Tíðarpress er ein táttur í tilgongdini sum neyvan hevur gjørt arbeiðið við uppskotinum lættari. Var nakað av hesum pressi óneyðugt? Helst — lógarlig heimild er nevniliga fyri at leingja verandi skipan í tvey ár um neyðugt (og hví skuldi Løgtingið partú siga upp øll loyvir í 2007 við virknað frá 1. januar 2017 fyri tað um eitt sindur av øsing var um okkurt skipakeyp)? Neyðugt ja, út frá einum samskiftis sjónarmiði. Hví, hvussu tá? Jú, og hetta havi eg víst á ferð eftir ferð — tað er heilt grundleggjandi í einari tilgongd sum inniber týðandi og umfatandi broytingar í livikorum hjá fyritøkum, familjum og lokalsamfeløgum, at hesi verða virðiliga hoyrd og teirra møguligu stúranir gjølla og ábyrgdarfult umhugsaðar.

So sigur onkur: nei, tað ber so illa til í praksis, tað verður bara til kegl og tíðarspillu. Har er svarið jú, tað ber væl til at engagera seg við fólk, sjálvt um tey búgva uttan fyri umsitingarbýin; at lurta eftir hvat tey hava at siga um møguligar avleiðingar av hugsaðum tiltøkum er ikki bert ein skylda men ein fyritreyt, um ætlanin er at eydnast við tí nýskipan sum farast skal undir.

Men hvat um man frá politiskari síðu heldur vil leggja dent á at fáa hesar umfatandi ætlanir gjøgnumførdar, uttan mun til lokal harmaljóð og ávaringar frá vinnufeløgum?

Tá biðjur man um trupulleikar av alskyns slag; óneyðugur mótvilji úr øllum heraðshornum er tá garanteraður, og versnar uppaftur meira so hvørt sum tað kemur í ljósmála at talan er um illa fyrireikað lógarsmíð. Tá tílíkt smíð ikki er nøktandi undirbygt við vitan og perspektivum frá teimum ið júst hava serkunnleika á tí øki sum lóggevast skal um — ja aftur, tey har úti kring landið ið varða av, liva og virka í fiskivinnuni — so kemur man í neyð av hesum áðrenn langt um líður.

Afturvirkandi ella ikki

Taka vit okkurt ítøkiligt dømi úr fyriliggjandi uppskoti, so eru fleiri punkt ið benda á eina heldur veika hoyringartilgongd. Eitt er kravið um at allur útlendskur kapitalur skal heilt úr øllum fiskiskipum og fiskireiðaríum; hvussu neyðugt er hetta, hvussu væl er tað umhugsað, hvat vinna vit við hesum? Kann ein avleiðing gerast at atgongdin til fígging verður ov avmarkað? Vónandi er hetta ikki nakað sum bara skal uppfylla politisk vallyfti, standist hvat av ið vil.

Eitt annað er økiskvotur. Tað er jú absurd í einum landi har, næstan allastaðni, eingin avstandur frá einum plássi til annað er longri enn 70 minuttir. Og manningarnar á fiskiskipunum koma gjarna alla møguliga staðni frá, men fylgja fyri ein stóran part skiparanum heldur enn reiðarínum: eitt skip kann hoyra heima á einum plássi, men stórur partur av manningini hevur ofta sama heimstað sum skiparin. Hví knappliga lóggeva hvar ið fiskiloyvir skulu hoyra heima?

Og so hetta við anti-trust reglum fyri at mótvirka miðsavnan. Alt gott um royndina sum so; men hvat liggur í detaljunum? “Feløg og persónar kunnu einsamallir, ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, í mesta lagi hava ræði á” og síðani fylgir ein listi yvir fiskarí og tilhoyrandi hægst loyvda prosenttal fyri hvørt fiskarí. Hvussu skal hetta skiljast, neyvt? Fyri botnfisk í bólki 4 innan fiskidagaskipanina stendur at 20 prosent av fiskidøgunum er mest loyvdi partur; men fiskidagaskipanin skal fasast út og longu í 2019 skulu felags fiskidagar vera umroknaðir til eginkvotur; og fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum við eginkvotum er reglan hægst 15 prosent av kvotuni. So hvussu skulu tey fyrihalda seg sum liggja t.d. beint undir 20 prosent av fiskidøgunum í bólki 4? Tey sum nú hava eginkvotur skulu ikki missa rættindi við afturvirkandi kraft; men hvussu við teimum sum hava fiskidagar, skulu tey missa við afturvirkandi kraft tá tey fara yvir til kvotur?

Nógv liggur eftir enn

Tær øktu óvissurnar fyri vinnuna sum uppskotið ber í sær eru so mangar og grefligar at ein røð av ávaringum frá fólki í vinnuni hava verðið førdar fram alment í longri tíð. Eitt nú sigur Líggjas Johannesen, skipari á frystilínuskipnum Klakki, at tann nýggja lógin tekur grundarlagið undan hesum skipi, sum annars varð fingið til vega við tógvið stríð.

“Einki skip í flotanum verður so illa fyri sum júst Klakkur,” sigur Líggjas Johannesen við Norðlýsið, “tí vit missa so at siga øll okkara rættindi, og harvið er grundarlagið tikið undan skipinum.”

Skiparin greiðir frá í viðmerking til uppskotið hjá Landsstýrinum: “Vit hava seinastu árini fiskað á Flemmish Cap og í Grønlandi. Vit eiga loyvir í føroyskum sjógvi, men hava fiskað sera lítið í føroyskum sjógvi seinastu árini. Uppskotið sum liggur í Løgtinginum brúkar søgulig rættindi fyri seinastu 5 árini, og hetta er júst tað tíðarskeiðið har vit hava fiskað lítið og einki undir Føroyum. Tí fara vit at missa so at siga øll rættindi undir Føroyum. Á Flemmish Cap og í grønlendskum sjógvi hava vit fiskað av felagskvotu. Frá 1. januar 2018 verður tað landsstýrismaðurin sum skipar fiskiskapin í grønlendskum sjógvi og á Flemmish Cap við kunngerð. Hetta merkir at tað verður upp til landsstýrismannin at avgera hvør og hvussu nógv verður fiskað. So støðan hjá okkum er ótolandi, og eg skilji ikki hvat ætlanin hjá Landsstýrinum er.”

“Eingin tráður ella samanhangandi ætlan er við skipanini,” leggur Líggjas afturat. “Summi mugu keypa rættindi, aðrastaðni eru tað søgulig rættindi sum eru avgerandi, onnur loyvi verða latin upp til landsstýrismannin at deila út við kunngerð, og summi fáa síni loyvi tí tey búgva í ávísum parti av landinum. Eingin, sum hevur bara eitt lítið sindur innlit í fiskivinnu, skilir ætlanirnar við uppskotinum. Harafturat verður tað sera trupult hjá okkum at sleppa úr vinnuni. Við at skilja loyvi og skip sundur verður tað sera trupult at selja skipið, tá vit einaferð ætla at gevast. Tí fyrst skulu vit lata loyvini ókeypis til landið, og so skulu møguligir keyparar gera íløgu í eitt skip uttan at vita um teir hava nøkur rættindi. Tað sigur seg sjálvt at tað verður eingin føroyingur sum keypir nakað skip undir slíkum treytum.”

Tær øktu óvissur sum í sær sjálvum fylgja við uppboðssølu av fiskirættindum eru so eitt kapitul fyri seg, men tað venda aftur til eina aðru ferð.

ĺ stuttum er tað sjálvandi møguligt at bøta meira um hetta uppskotið til nýskipan — so mikið er greitt, eisini í og við at broyting og menning er longu hend við tí síðan tað í sínum upprunaliga líki fyrstu ferð varð lagt fram alment fyri einum ári síðani. Nógv liggur eftir enn, men vit vóna tað besta.

No comments:

Post a Comment