Thursday, August 31, 2017

Tí kom svíðandi stígur í nýskipanina

Politikari krossar fingrar handan bak.
SHUTTERSTOCK
Økiskvotur, harðar anti-trust reglur, uppboðssøla av rættindum, óhoyrdar ráðharra heimildir og óvissur uttan tal — ein ætlan um fiskivinnu nýskipan hvørs undirtøka í Landsstýrinum alsamt meira framstendur sum ivasom.

Tað nógv umtalaða uppskotið um nýggja lóg fyri vinnuligan fiskiskap — Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, sum tað nú skal eita — er framvegis ikki lagt á tingborð aftan á eina røð av seinkanum, sum kunnu benda á at full innanhýsis semja ikki er í landsstýrissamgonguni um týðandi partar av tí uppskoti sum skuldi leggjast fram áðrenn tingið fór í summarfrí. Herfyri ljóðaði at flokkarnir í samgonguni langt um leingi vóru komnir ásamt um alt innihaldið í lógaruppskotinum; men síðan er tíðin aftur farin at líða og framvegis er eingin tekstur at síggja.

Uppskotið hevði møguliga havt fyritreytir til at kunnað verðið samtykt við stórum meiriluta, um so var at Landsstýrið hevði havt eydnu við at arbeitt fram eina veruliga semju við vinnuna og ta politisku andstøðuna. Hví tað ikki er eydnast at møta hesari avjóðing kann ein og hvør gera sínar egnu metingar um. Men munagott og álitisfremjandi samskifti við allar týðandi partar er eitt lyklaorð í slíkum høpi, ikki minst tá umhugsað verður hvussu umfatandi og radikal inntriv talan er um í uppskotinum (sambært tað sum higartil er komið fram alment).

Eitt av fleiri dømum um politiskt hættislig punkt í samanhanginum er økiskvotur. Uttan iva er endamálið við hugtakinum gott og heiðurligt, og sum skilst er tankin at fyribyrgja at kvotur verða miðsavnaðar í ov stóran mun. Helst er hugsanin inspirerað av veruligum trupulleikum av hesum slag, eitt nú í ĺslandi men eisini aðrastaðni.

Exercisa í hvørjum?

Tað sum tó greitt ger hetta til eitt minni mál í Føroyum er okkara geografiska stødd og samanseting, og ikki minst okkara eftir fólkatalinum óvanliga væl útbygdi infrastrukturur: Uttan mun til hvar í landinum eitt arbeiðspláss liggur, so kann eingin hava meira enn tveir tímar til arbeiðis, og tey sum veruliga hava so langan tein til arbeiðis eru fá. Tað er greitt at fólk vilja, í Føroyum so væl sum aðrastaðni, helst ikki hava ov langt til arbeiðis. Men also, viðurskiftini kring avstandir til arbeiðspláss eru øðrvísi hjá okkum samanborið við ĺsland og onnur lond — hjá okkum er tað sjáldan nøkur verulig vanlukka fyri eitt lokalt samfelag um eitt arbeiðpláss verður flutt; tí her er ongantíð langt frá einum plássi til annað.

Hetta við økiskvotum í Føroyum líkist tí einari herferð ímóti einum tómum spøkilsi av einum trupulleika. Vandin við at fara inn politiskt og lóggeva í slíkum høpi liggur sum vera man í at broytingin kann í sjálvum sær skapa nýggjar, veruligar og óneyðugar tvørleikar.

Lógin um óætlaðar avleiðingar ella “the Law of Unintended Consequences” er góð at hava í mentu her. Ein vandi sum lúrir fleiri staðni í sambandi við uppleggið um nýskipan, er at myndugleikin kann lættliga av óvart koma til at deligitimisera seg sjálvan við at sáa iva um rættleikan ella skynsemið í tí lógar- og regluverki sum talan er um at innføra og umsita. Her kemur neyvan at tróta við demoraliserandi — og potentielt skaðiligum fyri álitið á myndugleikan — mutli í krókunum um hvussu tað ber til at ávís pláss, sum vóru rímiliga væl við í fiskivinnuni men tó heldur valdu at selja og innkassera sínar milliónir, knappliga bara nøkur fá ár seinni kunnu fáa tey rættindini aftur sum tey seldu og fingu allar pengarnar fyri. Um summi skulu kunna bæði eta kakuna og hava hana eftir, hvat skulu so hini fáa sum nøkulunda uppvigar tað, og hvør skal bera kostnaðin av tí sum mist verður í hinum endanum?

Tá er uttan iva snildari og smidligari politiskt, og harafturat meira rættvíst, at lata vera við at fara inn við lóg og avgera hvar í Føroyum fiskirættindi skulu kunna hoyra heima og ikki. Tað er lætt at argumentera fyri at økiskvotur í Føroyum er lítið annað enn ein exercisa í nyttuloysi, helst gitin í glæmuni av romantiskum ljósi.

Null prosent hjálpir ikki

Tá hava vit nóg illa nortið hini heitu evnini í nýskipanar pakkanum. Eitt nú er strangar anti-trust reglur eingin løtt avbjóðing í einum so lítlum búskapi sum tí føroyska; hvussu langt ber til at fara her uttan at spenna bein fyri tí nógva av tí parti av vinnuni sum klárar at standa á egnum beinum? Hvat annað samfelag við einans 50.000 íbúgvum hevur fleiri vinnuligar aktørar sum eru nóg stórir til at kappast á høgum stigi innan altjóða handil?

Hetta leiðir so inn til næsta vírik á hesi stórutá: uppboðssøla av fiskirættindum. Aftur her hava vit ein ósvaraðan spurning um hví hetta er so neyðugt at innføra. Jú, tað er tí fleiri mugu sleppa framat, verður sagt. Alright, men er tað soleiðis ein slík uppboðssøla virkar? Og fyri alt tað, hava vit veruliga gjørt okkum nakrar tankar um hvussu nógvar aktørar vit vilja og kunnu hava uttan at missa alt lønsemi á gólv?

Um hetta snýr seg um eitt socialpolitiskt heldur enn vinnupolitiskt átak, so er tað sjálvandi ein erlig søk; men eisini tað krevur gott umhugsni og haldgóðar grundir, og um hetta er á dagsskrá, so lat okkum virða ta diskussiónina sum eitt álvarsmál fyri seg. Júst tann samfelagsliga síðan hevur nevniliga verið fullkomiliga saknað í øllum kjakinum um nýskipan av fiskivinnuni, og tað er í sjálvum sær púra burturvið.

Soleiðis kundu vit hildið fram til næstu húðbløðru, nevniliga útlendskan kapital og í hvønn mun hann skal avmarkast í fiskivinnuni. Her hava vit jú longu sum er, eins og vit fyrr hava víst á, greiðar avmarkingar í verandi lóggávu. Hesar avmarkingar liggja umleið mitt ímillum tilsvarandi avmarkingar í Norra og ĺslandi. Um vit hava nakran trupulleika her, so hevur tað einki at gera við um tað loyvda prosenttalið er 25, 33 ella 40; heldur er tað um so er ein spurningur um at handhevja galdandi lóg. Um lógin ikki verður orðað ella umsitin nøktandi, so fer tað heldur einki at hjálpa at koyra prosenttalið fyri loyvdan útlendskan kapitalpart niður á 0. (Og fyri alt tað ber illa til at annað enn undrast yvir tann sjónska mun hesum viðvíkjandi sum er gjørdur í Føroyum millum fiskivinnu og aðrar vinnur, t.d. alivinnu.)

Týðiligar raðfestingar

Tað er einki at siga til at tann politiski myndugleikin hevur ilt við at seyma eitt so eymt komplex saman. Eitt ótal av nýggjum, víðkaðum og ókendum heimildum til landsstýrisfólk fer heldur ikki at borga fyri loysnum.

Uttan mun til hvør ið eigur ábyrgdina av hesari naggatódn — og tað munu vera fleiri partar — so kunnu allar hesar óvissur skjótt lemja tað nógva av fiskivinnuni, og hvør vinnur nakað av tí í longdini? At pissa seg heitan í ørviti av nøkrum uppboðssølum nú í nakrar krákumánaðir líkasum fyri at prógva at tað tekniskt er møguligt at selja rættindi tann vegin, fer bara at gera ilt verri so skjótt kuldin frá horvnum vinningi tekur at bíta.

Landsstýrið eigur at kunna finna útav hvat er til ráða at taka fyri hesa vælsignaðu nýskipan. Tað skilabesta og mest skynsama hevði helst verið at blandað kortini av nýggjum upp á onkran máta og sæð til at fingið betri hoyring og greining av verandi støðu og endamálum íroknað hvat tørvurin á broytingum er, og síðani gjørt týðiligar raðfestingar, gjarna yvir eitt longri áramál. Og ikki lagt nakað uppskot fram fyrrenn tað var væl og virðiliga gjøgnumarbeitt og breitt grundfest í samfelagnum herundir fiskivinnuni.

No comments:

Post a Comment