Tuesday, June 27, 2017

Betur at síggja skriftina á vegginum enn at fella seg sjálvan um bein

Upsamenn rokast úti á feltinum.
MARIA OLSEN PHOTO
Tað at vilja gera tilmæli frá teknokratum til lóg fyri fiskimenn — er tað annað enn fúsleiki at tveita heilar samfelagsbólkur niður í yrkis- og máttloysi uttan haldgóða grund, gjøgnum at javnseta fiskifrøðiligar metingar við grundleggjandi natúrvísindi?

Albert Einstein skal hava sagt at ein persónur sum ikki megnar at greiða frá einum samanhangi so mikið týðiliga og greitt at eitt átta ára gamalt barn kann skilja tað, hevur sjálvur heldur ikki skilt samanhangin.

At rykkja grundarlagið undan tilveruni hjá stórum tali av fiskimonnum og teirra familjum og oyðileggja teirra yrkisleið og innihald í lívinum, alt fyri at handhevja nakrar teoriir um fiskastovnar sum í eina tíð hava havt rásarúm ymsastaðni, tó uttan at kunna greiða skilliga og sannførandi frá orsøkini til slík harðlig tiltøk — er tað vert tann kostnað tað vil hava við sær fyri eitt pikkulítið samfelag sum tað føroyska?

Tað at makthavarar gera munandi inntriv á hvørjum ári í inntøkugrundarlagið hjá hart og erliga arbeiðandi fólki er ikki bara ljótt og átaluvert út frá einum etiskum og professionellum sjónarmiði — tað er í samskiftishøpi ein fallitterklering, og vil í fiskivinnuhøpi eisini máa støðið undan trúvirðinum í teimum grundgevingum sum verða brúktar, vísindaligar elle ei.

Tí hvørki samfelagsligar ella politiskar avgerðir kunnu byggja á vísindi eina. Har eru altíð subjektivar metingar uppií, eisini tá víst verður til vísindi — hví velja júst hesi ella hasi vísindini, og hvat um hesi fakta kunnu skiljast upp á fleiri mátar? Og hvat við øðrum vísindum sum leggja somu samfelagligu spurningar øðrvísi upp? Hví síggja vit ofta í politiskum høpi, eitt nú í spurningum um fiskivinnu, einans tilvísingar til teknokrat-tendensiøs vísindi har fólk kunnu goyma seg aftan fyri avanseraðar formlar sum bara nøkur heilt fáa kunnu fyrihalda seg til?

Eitt langt lop

‘Fiskifrøði’ verður vanliga skilt sum ráðgeving í fiskivinnustýring so ella so umvegis monopolið ICES, sum hevur eydnast at fingið leiðandi almennar hav- og havlívfrøðiligar stovnar í flest øllum londum á okkara leiðum undir eitt felags rammuverk. Hetta er jú sera snilt og fyrimunarligt bæði so og so, í dekan ov stóran mun. Fyrimunirnir fyri felagsskapin eru eyðsýndir við samskipan og øllum sum har til hoyrir; vansarnir fyri heimin eru tó stórir eisini — einki effektivt eftirlit viðvíkjandi ráðgevingini hjá stovninum tykist fyrikoma nakrastaðni, einki kvalificerað mótspæl yvirhøvur, og hvussu er við gjøgnumskygni viðvíkjandi peningaligum og politiskum sambondum? Tað er løgin maktbygnaður sum ikki skal kunnu ábyrgdast yvir fyri nøkrum parti yvirhøvur, og mestsum skal kunna diktera fiskivinnupolitikk hjá fleiri tjóðum púra uttan um samfelagslig vísindi.

Tá hugsað verður um ta makt sum ótálmað gjøgnum árini er vorðin savnað í einum slíkum stovni, so skuldu allar alarmklokkur ringt í einari og hvørjari demokratiskari skipan.

Talan er um ein felagsskap sum okkara Havstova so ella so er partur av og sum almennu Føroyar rinda dýrar pengar til, eins og ein heilur riðil av øðrum londum. Hvussu nógvan skattapening og annað góðs og fæ ið ICES móttekur av røttum ella ikki, og hvussu nógv vald stovnurin í roynd og hevur, er ein spurningur sum journalistar í fiskivinnusamfeløgum áttu at tikið upp.

Hvussu er og ikki, her hava vit ein stóran og virdan vísindaligan felagsskap sum stendur fyri umfatandi útgávu-, ráðstevnu og ráðgevingarvirksemi, og tað nógva vísindaliga tilfarið sum felagsskapurin gevur út man vera av høgari dygd. Men hetta er ikki tað sum er trupulleikin — trupulleikin er heldur teirra fiskivinnupolitiska ráðgeving, í tann mun hon stundum fyrikemur ávirkað av politiskt ella aðramáta ósakliga motiveraðum frásagnum ella dagsskráum. Lopið frá vísindaligum greinum eftir høvundar úr øllum heraðshornum til ráðgeving í fiskivinnupolitiskum spurningum sum eitt fátal av einstaklingum stendur á odda fyri, kann nevniliga vera langt.

Uttan mun til skriviborð

ICES og teirra atknýttu stovnar, so sum Havstovan, missa trúvirði so skjótt teirra fakfólk fara inn á spurningar um samfelags- og búskaparviðurskifti og annað sum liggur uttan fyri teirra kjarnuvitan, og hetta munnu flest øll vísindafólk skilja. Verri er við umheiminum, sum gjøgnum tíðindi og politiska kunning ofta fær eina avbronglaða og grovt forsimplaða mynd av viðurskiftum kring fiskivinnu og fiskastovnar. So skjótt politikkur so ella so er komin inn í viðgerðina av einum máli er talan ikki longur um rein vísindi, sjálvt um tað verður víst til vísindi sum argument.

Vísindalig fakta og vísindaligar mannagongdir eru ikki altíð líka væl til staðar í øllum sum kallast vísindi, og hetta vita øll vísindafólk, eisini lívfrøðingar og havfrøðingar. Trupulleikin við dagsins fiskifrøði er, í fiskivinnupolitiskum høpi, hvørki lívfrøði ella havfrøði men teir teknokratisku tendensir sum eru farnir at sermerkja so nógv ídag. Ein atfinning sum stundum hoyrist hesum viðvíkjandi snýr seg um at matematisk modell hava tey seinnu árini alsamt meira verðið brúkt til at simulera havumhvørvi og havvistfrøði, í sovorðnan mun at skriviborðsarbeiði við teldum alsamt meira hevur trokað arbeiði á feltinum út á eitt síðuspor.

Alt gott um matematisk modell og simuleringar sum so, bara hædd verður tikin fyri teimum óvissum sum kunnu gera seg galdandi í mun til veruleikan; og ja, tey sum skriva vísindaligar frágreiðingar vísa sum oftast til óvissur, sum tey eisini eiga at gera. Men onkustaðni á leiðini millum vísindi, almenna kunning og politikk lýpur ketan av. Og her hendir ov ofta tað at ístaðin fyri at fyrihalda seg sakliga og kritiskt til tað sum verður serverað í ráðgevingini, antin svølgja fólk hvørt orð rátt ið verður sagt og seta ongan sjálvstøðugan spurning til tað, ella so fara tey yvir í hina veitina og vísa øllum frá sær uttan rímiligar grundgevingar.

Tá partapolitikkur kemur uppí, er altíð stórur vandi fyri at sakligheitin — og við henni eisini kenslan fyri rímiligheit og rættvísi — fýkur út gjøgnum vindeygað. Eitt mál viðgjørt undir umstøðum har ivri og tráan eftir at trumfa egin hjartamál ígjøgnum vigar meira enn vilji og dugnaskapur í at staðfesta haldbaran sannleika, er dømt til at fara av sporinum. At tílíkt órógvar víða og ger tilveruna óneyðuga trupla fyri allar partar, skuldi verið óneyðugt at sagt.

Tí áliggur tað teimum sum varða av tí politiska og umsitingarliga valdinum at gera alt fyri at ikki einans ganga eftir tí sum innarbeiddir og innanhýsis partar koma við, men eisini at lurta eftir og virða vitanina hjá teimum hava nakað upp á hjarta um fiskivinnu frá egnum yrkisroyndum yvir drúgva tíð og hava djúpt innlit í fjøltáttaðar síður av tí veruleika sum sermerkir hesa vinnu.

Maktin kann nevniliga ongantíð gera av við veruleikan, uttan mun til hvussu fegin summi vilja leggja alt og øll í fast defineraðar frymlar, standist hvat av ið má — í longdini verður tað altíð veruleikin har úti sum setir treytirnar og vinnur dagin, uttan mun til skriviborð og politikk. At ímynda sær nakað sum helst annað er at fella seg sjálvan um bein.

2 comments:

  1. Hetta vidmerkti ein fiskimadur i privatum bodum til min a Facebook:

    Hey Bui
    Sum sagt eru tinar greinar um fiskivinnu sera àhugaverdar.
    Havstovan vil nærum à hvørjum àri halvera fiskiorkuna. Undarligt nokk eru partrolaranir teir einastu sum sleppa undan.
    Veiđitrýsti er ov høgt ongin onnur forklàring er frà Havstovuni.
    Føroya Banki hevur veri stongdur à 10 àri og er tađ bara Magnus Heinasson sum ger einar tveir túrar har um àrid.
    Hoyri litiđ og onki um hvi stovnurin ikki veksur har hóast friđing. Eisini kann nevnast at frægasta ùrslitiđ hjà Magnus Heinasson var fyrsta àrid eftir stongsul. Sidan hava àrligu tùrarnir hjà Magnus Heinasson bert klàra at metta eina matstovu i Havn.
    Eg sakni at vita hvi fiskur ikki kemur aftur à Føroya Banka.
    Sjàlvur haldi eg at veiđitrýsti ikki hevur nakra skyld i at so litid er til av fiski.
    Taka vit ternu,ritu og annan fugl er ongin oyđing,har,men ongir ella bert fàir ungar koma undan um àrid. Lættast var eisini har at giviđ ov veiđu skuldina,men har høvdu nokk fleiri vakna og sæd hvussu galnar metingarnar hjà Havstovuni og ICES eru.

    ReplyDelete
  2. Fiskimadurin segdi vidari:

    Lika eitt aftur at. At toskayngul veksur upp inni i taranum er eisini nakađ "Serfrøđin" stendur fast viđ og helst hava teir rætt i ti. Men at gera nakra kanning hvussu yngli hevur tađ i ti kemiska frà alingini verur onki gjørt vid. Nù er rokilsi um grót inni à Sundi ti nøkur síl eru i vanda har. Ongin hugsar um hvat typpingin av Hvannasundi og Haraldsundi kann àvirka streym og gýting à Norhavinum.
    Bàtar sum fyrr høvdu meir enn 100 dagar àrliga,koma helst nidur à 25 dagar aftan à 31 august. Ongin nevnir um hvat hesir menn skulu liva av aftan à tađ. Var tađ ein almennur stovnur vildi nokk sàlarfrødingarnir fingid sveittan fram av at veita kreppuhjàlp til teyđ neyđars fólk.

    ReplyDelete