Flutnings- og goymsluvirksemi í Kollafirði. MARIA OLSEN PHOTO |
Tað kann uttan iva takast sum eitt sunt og gott tekin um opinleika at føroyingar nú í longri tíð hava umhugsað og skift orð um nýskipan av fiskivinnuni, og í hesum høpi eisini hava tikið radikal hugskot við. Tílíkt gevur høvi til nýhugsan og uppfrískar tankavirksemið hjá øllum ið vilja brúka síni evnir uppbyggiliga, uttan mun til hvat tey annars halda um eitt og annað. At tað ofta vil vera eitt sindur av grenji á øllum síðum, eiga vit ikki at taka alt ov tungt — heldur eiga vit at vera bæði víðskygd og skynsom, so frægt sum vit megna tað, og ikki gera tílíkt kjak persónligt ella partapolitiskt.
Tá tað er sagt, mugu vit heldur ikki gloyma at her snýr tað seg um eina vinnu sum leingi hevur verið, og framvegis er, beinleiðis tengd at evnunum hjá tí føroyska samfelagnum at klára seg og trívast. Hetta ger seg ikki minni galdandi í rembingartíðum har teir altjóða marknaðir sum í roynd og veru seta treytirnar fyri okkara útflutningi av fiskavørum standa í andaleypi av søguliga umfatandi broytingum.
Ymisk rættindi
So meðan útlit eru til vaksandi politiskan, samfelagsligan og búskaparligan turbulens í londunum kring okkum, umhugsa vit í Føroyum eina nýskipan av ongum minni enn okkara fiskivinnu. Tað kann ikki merkja annað enn at allir føroyingar hava skyldu til at standa saman um at hjálpa avvarðandi myndugleikum at finna best hugsandi leist til at skipa hesa týdningarmiklu vinnu eftir.
Mong av okkum, meira og minni av røttum, hava funnist at verandi skipan og tí miðsavnan av fiskirættindum sum er farin fram tey seinnu árini, kanska av ymiskum fíggjarligum ávum vit ikki hava verið heilt harrar yvir sjálv. Hetta merkir ikki neyðturviliga tað sama sum at ein uppboðssøla av fiskirættindum vil leggja lunnar undir størri og breiðari luttøku í vinnuni, enn minni til javnað í samfelagnum; hinvegin bendir mangt á at tað øvugta ger seg galdandi.
Júst hetta er eisini uttan iva ein høvuðsorsøk til at tílík skipan stórt sæð ongastaðni verður brúkt, sum í sær sjálvum átti at tendrað allar ávaringarlampur — serliga tá sæð í ljósinum av at tær stóru óvissur sum annars altíð hoyra til fiskivinnuna verða gjørdar hvaðna verri av sannlíkindum fyri óvanliga óstøðugum umstøðum úti í heiminum har okkara marknaðir eru.
Tað er tí eisini alt annað enn skilagott at fara undir eina skipan við uppboðssølu av parti av fiskirættindunum at brúka sum grundarlag til at selja meginpartin av rættindunum á hvørjum ári til verandi loyvishavarar. Eitt tílíkt sokallað “uppboðssølu ásett tilfeingisgjald” vil geva á leið somu óneyðuga øktu óvissu sum ein uppboðssøla av øllum rættindum vil hava við sær.
Hinvegin eiga vit at finna fram til eina skipan við tryggum loyvum og gjøldum sum samstundis stuðlar uppundir størri luttøku í vinnuni, uttan at skapa órógv fyri vinnuna ið kann skaða álitið á føroyingar sum tryggar veitarar. Tí okkara fiskakeyparar vilja hava langtíðar avtalur, og uttan tryggar karmar kunnu vit ikki veita leveringstrygd fleiri ár fram í tíðina, og uttan leveringstrygd fáa vit ongar langtíðar avtalur.
So lat okkum ikki vera bláoygd í berum ivri eftir at síggja broytingar. Lat okkum gjølla umhugsa hvussu okkara samfelag best kann innrættast við atliti til og umhugsni fyri rættvísi — herundir lógir og reglur um fiskirættindi, alirættindi og onnur rættindi ið kunnu síggjast sum “framíhjá rættindi” — men lat okkum í samanhanginum ikki bróta niður tað sum er bygt upp yvir so langa tíð og so dýrtkeypt.
No comments:
Post a Comment