Thursday, January 19, 2017

Putra svimjandi sporl við sukri

Finnur Fríði við bryggju í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Sjálvt við feskum sukri stroyddum á onkustaðni, ber illa til at gjøgnumtvinga eina umfatandi skipan við uppboðssølu av fiskirættindum í einum so lítlum samfelag sum Føroyar, har vina- og kenningabond hava so stóra ávirkan.

Tað hevur leingi staðið greitt at tey ið varða av fiskivinnuni í Føroyum og hava sína dagliga gongd í hennara nærumhvørvi, eru alt annað enn glað fyri at hoyra talan um at lýsa fiskirættindini til sølu gjøgnum miðsavnaða uppboðssølu.

Aftan á alt sum er komið fram síðani alment orðaskifti um eina nýskipan av fiskivinnuni av álvara tók seg upp, munu politikarar, og embætisfólk við, hava sæð skriftina á vegginum: sera illa umtókt, ómøguligt at innføra sum varandi skipan. Ábendingar um hetta kunnu eisini lesast millum reglurnar í frágreiðingini “Ein nýggj og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar” sum kom frá tí sokallaðu Nýskipanarnevndini í oktober 2016.

Tað sum skuldi gerast eitt endaligt grundarlag fyri lóg um uppboðssølu av øllum føroyskum fiskirættindum broyttist soleiðis til eitt upplegg til meira orðaskifti um hendan og aðrar møguleikar.

Eitt gott dømi um víðari viðgerð av evninum er greiningin “Rembingar í fiskivinnupolitikki — tað snýr seg um meira enn bara uppboðssølu” eftir Ásmund Guðjónsson, í Dimmalætting, har tað eydnast rættiliga væl at opna dyrnar fyri neyðugum umhugsni og breiðari samanhangi.

Álitið hjá Nýskipanarnevndini inniheldur sum vera man fitt av hentum upplýsingum og gevur tilsamans eitt rímiliga gott innlit í hvussu okkara fiskivinna teknisk-búskaparliga er sett saman. Kortini hevur frágreiðingin álvarsligar avmarkingar, ikki minst í manglandi diskussión um hvørjir møguleikar sum finnast fyri fiskivinnuna og hví hvør skipan hóskar best. Einki verður gjørt burtur úr galdandi ‘grandfathering’ princippi, hóast júst hetta er tað sum verður nógv mest brúkt kring heimin. Ístaðin hevur nevndin valt at fyrihalda seg meira strangliga til tann politiskt orðaða setningin um at “útlutingin av fiskirættindunum skal vera marknaðargrundað” — og júst hetta skerjir álitið meira enn gott er.

At so einki er at síggja um at tað krevst eitt ávíst tal á luttakarum, ið sínámillum ikki hava relatiónir, fyri at talan yvirhøvur kann vera um ein virkandi marknað, er ein onnur søga.

Hetta at samfelagsfrøðilig perspektiv púra mangla ger slagsíðuna sjónska. So tað er týðiligt at teknokratisk hugsan spennir bein fyri tí natúrliga opinleika sum annars átti at verið ein sjálvfylgja í einum organiskum høpi sum hesum. Tosað verður um veiði í tí villu natúruni sum um at talan er um virksemi undir fullkomnum eftirliti inni í royndarstovu hjá onkrari umsiting; at fiskivinna snýr seg um fólk og samfelag heldur enn logaritmur og eftirlit tykist ikki at vera komið nevndini til hugs. Hinvegin verða alment góðkendar stovnsmetingar tulkaðar sum reint amen í kirkjuni, hóast ein og hvør sum fæst við fiskarí veit at talan er um subjektivar metingar sum næstan altíð eru skeivar. Síðani verður lagt upp til at alt sum eitur stovnsrøkt snýr seg um at fyrihalda seg til ein statiskan prosentpart av nevndu stovnsmetingum, sektin á at natúrin er fullkomiliga líkaglað við slíkar útrokningar. Kroyst verður eisini inn, í “besta” ES anda, at nú má fyri alt í verðini farast í holt við “umsitingarætlan” bæði her og har; hetta er uttan iva guff fyri góðar bureaukratar — tess meira tess betri, oder was — um tað so gerst enn ein marrudreymur fyri tey sum skulu fáa fiskin til høldar og virði burtur úr honum.

Álitið kemur tíverri ikki út um tann politiskt innrammaða kassan, og tað var neyvan væntandi; men hvussu skal man tá rokna við at fáa nakað inspirerandi tilfar burturúr?

Sum okkurt søtt at stroya á annars illa etandi skorpu verður, í einum av fylgiskjølunum til álitið, mælt til eina “uppboðssøluskipan við forkeypsrætti” — hvør skal siga, tað má kunna bera til at fáa vinnuna at svølgja hesum upp á onkran máta. Trupulleikin við óstøðugleika í teimum vinnupolitisku karmunum stendur tó eftir: Her er talan um at selja ein munandi part av rættindunum um uppboðssølu men so lata tað mesta fara til sølu við forkeypsrætti til tey ið høvdu kvoturnar árið fyri, til ein prís sum tekur støði í uppboðssølu miðalprísum; also eingin skal kenna kostnaðin á sínum fiskirættindum. Men tað er júst tílíkt ið skapar óneyðuga óvissu um framtíðina.

No comments:

Post a Comment