Flaggskrýddur Torbas fyri umleið tveimum árum síðani. KYSTMAGASINET |
Ongantíð í søguni hava føroyingar sum nú havt viðgongd í útflutningi av fiskavørum, og 2016 stendur til at sláa øll met frá farnum árum. Tøl frá Hagstovu Føroya vísa at hesin útflutningur teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár fór langt upp um tær 5,384 milliardir krónur í virði sum avskipað varð fyri tíðarskeiðið januar-oktober 2015. Talan er tilsamans um eina øking upp á 993 milliónir kr. fyri hetta 10-mánaða tíðarskeiðið í ár samanborið við í fjør. Av teimum 6,181 mia. kr. sum útflutt er fyri í januar-oktober 2016, stendur alifiskur næstan fyri helvtini, meðan uppsjóvarfiskur umboðar millum ein fjórðing og ein fimting, og botnfiskur íroknað flundrufisk millum ein fimting og ein sættapart; restin er annað, herundir skeljafiskur.
Sjálvandi verður latið væl at innan tær vinnur ið hava staðið seg so væl. Lønirnar hava eisini verið góðar og greitt er at nógv avleitt virksemi er, og tað samlaða búskaparliga avkastið av øllum hesum er trivaligt. Hinvegin er óvissan í mun til tað vinnupolitiska umhvørvið samstundis vaksin til eina marru sum ikki kann annað enn spenna bein fyri langtíðar planlegging og forða fyri endurnýgging av fiskiflotanum.
Ein sólskinssøga her er tó keypið hjá Framherja av nótaskipinum Torbas úr Noregi, sum kemur inn í flotan fyri Høgaberg. Talan er um nýggjasta skip í uppsjóvarflotanum, bygt fyri umleið tveimum árum síðani, optimerað til at fáa hægstu dygd, og hægsta prís, burtur úr makreli, nakað ið krevur atgongd til marknaðir sum Japan, har norðmenn leingi hava staðið sterkir.
Leiðandi fyritøkur innan uppsjóvarvinnuna hava annars gjørt íløgur á landi og hava harvið kunnað breiðkað sítt vinnuliga grundarlag tey seinnu árini, og hetta hevur fyrst og fremst verið innan fiskivinnuna. Sum dømi um hetta kunnu nevnast frystivirkini á Tvøroyri og í Fuglafirði, og í ár aðrar íløgur í nýggja framleiðslu, so sum lýsi í Leirvík og surimi á Tvøroyri.
Tað harmiliga er at ábyrgdarleysir politikarar sum hava sett vinnuna í eina ótolandi støðu — 2018 er nú bert eitt neyðars ár fyri framman og til ta tíð fara øll verandi fiskiloyvir úr gildi sambært løgtingssamtykt frá 2007 — hava einki munagott gjørt fyri at steðga tí ólag og tí ruðuleika sum nú er við at koma yvir alla fiskivinnuna sum beinleiðis úrslit av teirra inntrivi í galdandi lógarkarmar.
Alt annað enn líkamikið
Sum skilst er eitt upplegg ávegis frá tí politisku skipanini, til framløgu tíðliga í tí nýggja árinum. Ymiskt bendir á, tíverri, at breið semja ikki er funnin millum teir leiðandi stjórnar- og andstøðuflokkarnar um felags leist fyri tryggar karmar um vinnuna. Í ringasta føri, Gud forbjóði tí, kann roknast við minst einari kúvending fyri hvørja ferð eitt nýtt landsstýri kemur til, og tílíkt vil sjálvandi hava sera óhepnar avleiðingar fyri alt sum eitur kappingarføri hjá føroyingum.
Vit loyva okkum tó at vóna tað besta, hóast tað ikki boðar frá langtíðar útsýni at politikarar í síðstu løtu vilja kroysta skipanir við uppboðssølu av øllum rættindum ígjøgnum yvir høvdið á vinnuni, ímóti áhugamálunum hjá teimum ið hava fingið upp eina so vælvirkandi vistfrøðiskipan har, og øllum teimum ið liva av hesum. Uttan gott samstarv við vinnuna, og uttan at virðing verður víst fyri tí serkunnleika hon hevur á sínum øki, verða politisk tiltøk torfør at vinna nøktandi undirtøku fyri. Gott, semjusøkjandi samstarv krevst nevniliga fyri at gjøgnumføra stórar vinnupolitiskar ætlanir.
Orðaskiftið um vinnupolitikkin dettur sundur av at ymisk mál verða vavd saman. Tað at tey sum vinna “nógv” í Føroyum tjena væl meira enn eina miðal løn, kann hóast alt ikki samanberast við ójavnar í londum har veruligur klassamunur ger seg galdandi. Tað er ein erlig søk fyri føroyingar at javna inntøkur politiskt, um tað er tað vit vilja — til tílíkt finnast jú kend stýringsamboð so sum skattir av ymiskum slag. Hetta hevur einki beinleiðis við vinnupolitikk at gera, men ikki tess minni vísir tað seg at hesi tingini koma í bland í heilum.
Annars tykist greitt at tann føroyska fiskivinnan yvirhøvur hevur lagt síni avkast eftir seg í Føroyum og lutfalsliga hevur goldið lítið út í vinningsbýti. Avlopini eru fyri stóran part farin til lønir, viðlíkahald, umvælingar og, ikki minst, íløgur í vinnutól. Hetta eiga vit ikki bara at fegnast um men eisini at virðismeta og stuðla uppundir, heldur enn at taka tað fyri givið. Tí tað er alt annað enn líkamikið hvussu virkiseigarar raðfesta, hvat ið tað fyllir ið kallast samfelag og medmenniskju.
No comments:
Post a Comment