Wednesday, November 30, 2016

Brotin egg ella breiða semju

Ávaraði um snávingarsteinar: Jógvan Mørkøre.
MARIA OLSEN PHOTO
Álitið frá ‘Nýskipanarnevndini’ fekk kanska minni tyngd enn upprunaliga ætlað og møtir nú kapping — men útlitini fyri breiðari semju um fiskivinnu nýskipan tykjast brádliga bjartari, treytað av góðum stevi og umhugsni á fleiri síðum.

Longu tá tann sokallaða ‘Nýskipanarnevndin’ tíðliga í oktober legði fram sítt álit til Høgna Hoydal fiskimálaráðharra um nýskipan av karmunum kring ta føroysku fiskivinnuna, var greitt at talan ikki kundi vera um nakað beinleiðis uppskot um lóggávu sum annars ætlað tá arbeiðsbólkurin varð sjósettur fyri minni enn einum ári síðani.

Meðan Landsstýrið tykist hava havt í hyggju at fáa øll føroysk fiskirættindi seld umvegis eina miðsavnaða uppboðssølu — yvir høvdið á fiskivinnuni og einum stórur parti av veljarafjøldini — bendir tó eitt og annað á at kósin kortini nøkulunda smidliga kann verða broytt nakað, soleiðis at sleppast kann undan einari annars óundansleppandi konfrontatión sum kann koma til at kosta ikki bara politiskt men eisini samfelagsliga og búskaparliga.

Tann íkomna trupla støðan fekk Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðing at rópa varskó herfyri. “Hvørja lagnu tað fær sum kemur frá nevndini eigur tú at vera skeptiskur yvirfyri,” viðmerkti hann í blaðnum Sjógvur & Fólk sum kom út um mánaðarskiftið oktober-november, “eftirsum hon heilt týðiliga ikki vil kennast við sítt egna barn.”

Samfelagsfrøðingurin sipaði til Nýskipanarnevndina og hennara frágreiðing til fiskimálaráðharran. Spurdur um hvat ið roknast kann við fer at henda víðari, segði hann: “Kanska liggur svarið í skiftistíðini sum nevndin opererar við: at tað verður byrjað í lagaligheit — og síðani verður lagt upp til eina opna politiska eftirmeting, har tilmælið frá vinnuni til ta tíð verður avgerandi fyri um farast skal víðari eftir Hoydals leistinum. Tað kundi hóskandi verið eitt hálvt ár fyri komandi val. Ella um uppboðssølan skal sleppast. Finst eingin semja so verður tað valtemaið; so verður valið at gera av hvat ið síðani skal henda.”


Fugl ella fisk?

Men nú kom so eitt nýtt politiskt útspæl sum í teoriini kann gerast bjargingarlína fyri møguligar royndir at fáa í lag breiða semju um eina nýskipan av fiskivinnuni. Á tíðindafundi tann 28. november presenteraði ein av teimum stóru andstøðuflokkunum í Løgtinginum eitt “Uppskot um fiskivinnunýskipan” — og yvirhálaði sostatt bæði landsstýrissamgonguna og restina av andstøðuni. Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins, og Magni Laksáfoss, næstformaður, vístu á at verandi lóg um vinnuligan fiskiskap stendur til at fara úr gildi við árslok 2017, og at vinnan hevur bíðað alt ov leingi eftir greiðari politiskari útmelding.

Endamálið við uppskotinum er at “Gera eina burðardygga og virkisføra fiskivinnuskipan; Tryggja framhaldandi vælferð í samfelagnum; Skapa breiða politiska undirtøku fyri uppskotinum.” Í almennum skrivi frá Sambandsflokkinum stendur m.a.: “Uppskotið ... ber í sær at lívfrøðiliga burðardygdin og inntøkuskapanin í vinnuni geva bestu umstøður fyri at felags tilfeingið í havinum kemur øllum borgarum í Føroyum til góðar.” Og uppskotið fevnir í stuttum um fylgjandi: 1) “Lívfrøðilig burðardygd: stovnsrøkt, tryggja reproduktión, stilla veiðitrýst, stutt- og langtíðarjavnvágir;” 2) “Búskaparlig burðardygd: inntøkuskapan, virðisskapan og lønsemi;” og 3) “Sosial atlit og vælferðaratlit: samfelagsgagn og øllum borgarunum tilgóðar.”

Fín orð og alt tað. Men um eitt tílíkt útspæl skal veruliga vinna undirtøku, krevst gott samskifti við fleiri partar. Við fyrsta eygnakast tykist uppskotið opið fyri víðari viðgerð millum teir politisku flokkarnar, hóast tað byggir á “trygg” veiðirættindi, tó sum skilst bert fyri átta ár í senn — heldur enn uppboðssølu av rættindum, við onkrum undantøkum so sum tá talan er um nýggj veiðirættindi. Eisini verður eitt nú mælt til tilfeingisgjald frá fiskivinnuni at verða umsitið av óheftum grunni; at fiskirættindi skulu vera fult umsetilig innan fyri karmarnar av einum anti-trust regluverki ið skal forða fyri at ov fáir aktørar sita á ov stórum parti av rættindunum; at verandi tvungna uppbýti í skipabólkar verður avtikið so fiskireiðaríini fáa frælsi til at velja reiðskap uttan at tað ávirkar veiðirættindi; at farið verður frá dagaskipan til kvotaskipan, við serligari skipan fyri blandaðan fiskiskap; og at vinnan fær tryggar langtíðar karmar at virka í.

At hetta uppskot, ella upplegg, fer at ávirka verandi ætlanir hjá Landsstýrinum og øðrum politiskum pørtum, er sannlíkt út frá tí sum higartil hevur ljóðað alment. Í besta føri kann tað geva høvi til at “blanda kortini umaftur” í tann mun hetta krevst fyri at gera tað politiskt møguligt fyri Landsstýrið at fáa lunnar lagdar undir eitt felags grundarlag fyri samgongu og andstøðu at arbeiða út frá. Í ringasta føri eru vit bara vitni til eitt politiskt sprell sum í praksis ikki førir til nakað.


‘Konsekvens berokningar’

Ivasamt er tó um ein týðandi partur av fiskivinnuni, serliga tann íløgutungi parturin, kann liva við veiðiloyvum ið einans vara í átta ár — onkustaðni millum 12 og 20 ár er helst meira hóskandi fyri tær størstu íøgurnar. Men tílíkt eigur at kunna verða loyst gjøgnum samráðingar, og neyvan er óhugsandi at onkur kemur við broytingaruppskoti við serligum reglum ið taka hædd fyri hesum.

Sum ein fiskireiðari tók til: “Vit hava alla tíðina saknað konsekvens berokningar í tí sum hevur verið diskuterað politiskt um fiskivinnuna. Tað skuldi verið eitt sjálvsagt krav at samfelagsligar avleiðingar av ætlaðum broytingum verða gjølla umhugsaðar.”

“Tað er fínt at Sambandsflokkurin kemur við sínum uppskoti,” segði Høgni Hoydal við Kringvarpið. “Tað haldi eg er eitt gott grundarlag til at síggja hvar flokkarnir standa. Samgongan hevur sett sín fiskivinnupolitikk í samgonguskjalið, og síðani eru komin boð um hvussu man kann gera skipanir reint tekniskt, sum kunnu skapa nógv meira virði fyri samfelagið, skapa atkomiligheit og kapping, og eisini tryggja fólksins ogn, so hon ikki verður privatiserað.”

Fiskimálaráðharrin kom við onkrum smærri atfinningum, sum t.d. at frí umsetiligheit vil eftir hansara tykki føra til “spekulatión” til skaða fyri vinnu og samfelag. Men samstundis segði hann seg uppfata uppskotið sum eitt “samráðingarupplegg” og tónin tóktist sum heild positivur.

Reint spekulativt kann alt hetta tulkast sum tekin um at Landsstýrið leitar eftir nýggjum momentum fyri sína ætlaðu nýskipan og kann, hvør veit, vera tilreiðar at stýra uttan um onkrar snávingarsteinar (so sum uppboðssølu fixeringar) ið hava víst seg at møta kanska óvæntað sterkari mótstøðu.

No comments:

Post a Comment