Stýrimaður á brúnni umborð á uppsjóvarskipi. MARIA OLSEN PHOTO |
Tað var ein undarliga tóm kensla sum sat eftir aftan á skjótan gjøgnumlestur av greinini “Alternativt uppskot um fiskirættindamarknað fyri Føroyar” (Dimma.fo 23/10-2016) eftir Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen, sum báðir eru búskaparfrøðingar. Greinin er sum so ikki illa skrivað men inniheldur millum lítið og einki, annað enn ideologiska talu um “rættvísi” og “frælsi” við luftigum sukri á. Ein trupulleiki er at búskaparfrøðingarnir halda seg ikki innan fyri fakligt mark men vandra og vassa út har teir ikki grynna. Úrslitið sæst aftur í mangli upp á substans og innlit í tey veruligu viðurskiftini sum gera seg galdandi fyri fiskivinnuna.
At talan er um naknan retorikk og lítið annað kemur eisini til sjóndar í melodramatiskum ella propagandistiskum orðingum sum “framíhjárættur fram um øll onnur,” “úrvalt lið av einstaklingum” og hvørt av sínum, við “rættvísi” tveittum inn aftur og aftur, uttan at hugtakið verður greinað.
At rættvísi er eitt sera stórt og klassiskt hugtak sum umfatar so mangt í tilveruni, er ein heilt onnur søga. Sambandið millum rættvísi og tørv varierar jú stórliga í mun til hvørja einstaka situatión sum talan kann vera um í ymiskum samanhangi og tey viðurskifti og tær umstøður sum til eina og hvørja tíð gera seg galdandi har. Summi hava jú størri tørv enn onnur á onkrum øki — og øvugt á onkrum øðrum øki. Eitt sterilt postulat um at øll skulu bókstaviliga hava tað sama hevur einki við rættvísi at gera; tí atlit má jú takast til tíðarlinju og allar aðrar væl etableraðar meginreglur. Hvat ið er etiskt ídag kann vera óetiskt ímorgin av tí at umstøður broytast, og filosofar sum Aristotiles og onnur hava jú skrivað hópin um evnið. Retoriskt kann man spyrja her, nær eru Oskarsson og Jacobsen blivnir serfrøðingar í spurningum um rættvísi?
Seiðaberg og smábátar
Fyri uttan at hava búskaparfrøðinga heiti sum felags hava teir báðir strongt á leingi fyri at innføra tað teir kalla “marknaðargrundaða” nýskipan av einari fiskivinnu sum hvørgin teirra kortini tykist hava stórvegis yrkisligan, virkisbúskaparligan ella samfelagsligan áhuga í.
“Varandi undirtøka fyri eini fiskivinnuskipan í Føroyum fæst bert, um tann breiði meirilutin av fólkinum heldur hana vera rættvísa,” innleiða teir sína talu. Ein slík sjálvfylgja skal seta tónan við “rættvísi” sum lyklaorði, í einum ella øðrum týdningi, sum vit tó einki fáa at vita um. Tað skal vera innforstaðið, innbygt uttan spurningar, skilst.
Og rosinan í hesum heldur enn ikki skemtiliga pylsuenda frá greipuni: “Til at bøta um hetta eyðsýniliga órættvísi hevur fiskivinnan verðið fjøtrað av darvandi avmarkingum, soleiðis at vinnurekandi ikki sleppa at leggja raksturin mest skynsamiliga til rættis. Úrslitið verður tí at feløgini og vinnan sum heild ikki verða so effektiv sum tey kundu verið, og at íkastið hjá fiskivinnuni til samfelagsliga menning ikki er so gott sum tað kundi verið.”
Retoriskt kunnu vit aftur spyrja, síðani nær eru Oskarsson og Jacobsen vorðnir so ídnir talsmenn fyri betri og frælsari korum fyri vinnuna — ella er hetta bara ein roynd at tala við snildi fyri at texturin skal glíða betur niðurum hjá teimum ið kunnu hugsast at kíka?
Tann heldur hálvhjartaða um enn kreativa og væl yrkta slagorða vísan fylgir einum surrealistiskum leisti: so smáskorin og stuttvarandi rættindi sum møguligt til sølu via Almu til so mong sum møguligt. Hví tað, man mangur undrandi spyrja. Og svarið: jú, at bera so í bandi at flest øll føroysk fiskireiðarí mugu niðurleggjast, tað kann ikki vera so farligt, ella hvat?
Nei, fyri fólk sum ikki kenna nakað til hvat ið liggur aftanfyri at byggja upp eina fiskivinnu fyritøku við framgongd er alt hetta kanska bara hugmyndafrøði og orðaspæl. Eftir øllum at døma skal álitið í framtíðini setast á seiðaberg og smábátar; men tað skriva høvundarnir jú ikki beinleiðis.
Væl eydnað
Fyri høvundarnar tykist einki at vera meira um at gera fyri Føroyar enn hetta at fyribyrgja at summi gerast rík av “fólksins ogn” — hvør skal siga, tað er meira “rættvíst” at eingin, uttan landskassa kúgvin og tey ið eru best fyri til at mjólka henni, skal kunna tjena pengar í sovorðnan mun at tað vil “hótta” monopolið hjá sentralum planleggjarum at stýra øllum hugsandi stórum linjum, og gjarna smáum við.
Teir báðir tykjast framvegis óvitandi um at fiskivinna er ikki tað sama sum makrobúskapur, og at ein nýskipan av hesari vinnu kann illa leggjast til rættis við hjálp av búskaparfrøði eina. Fiskarí er í sjálvum sær eitt veldiga stórt og fjøltáttað evni — fyri ikki at siga at tað umframt búskap eisini snýr seg um samfelag, søgu, lóg og rætt, lívfrøði, mentan, antropologi, tøknifrøði, handil, marknaðir, og annað mangt.
So lat okkum bara sláa kalt vatn í blóðið og róliga staðfesta at búskaparfrøði skal ikki hava hægri status ella størri týdning enn so mong onnur sløg av vitan og frøði. Og harafturat er tað neyvan nakar sum sigur at júst Oskarsson & Jacobsen umboða allan yrkisligan kjarna í búskaparfrøðini.
Tað sum serliga sendir greinina hjá teimum báðum uppboðssølu proponentunum so singlandi í gólvið og til niðurteljing, er at teir í sínari egnu, væl vardu verð av ástøðiligum funderingum ongan trupulleika síggja í at lata allan verandi vinnuligan infrastruktur detta sundur í fillur, sektin á samfelagsligar avleiðingar. Og hetta samstundis sum teir, uttan at blunka, pástanda fylgjandi:
“Í Føroyum — fram um øll onnur lond heimsins — er búskaparliga virðið av hesum náttúrugivna tilfeingi so stórt í mun til búskapin allan, at tað kann fíggja stóran part av árligu felags vælferðarútreiðslunum.” Also týdningurin av, og leikluturin hjá, sjálvari vinnuni skal minkast niður í einki, samstundis sum man viðgongur, um enn óbeinleiðis og mótvilliga, at tann føroyska fiskivinnan hevur sum heild eydnast sera væl í mun til fiskivinnur í øðrum londum?
Gongur fleiri vegir
Um yvirhøvur nakar fer at byggja skip undir slíkum óvissum sum teir báðir garparnir mæla til, ella gera íløgur í virkir á landi? Tvætla, tað man ikki bila, í øllum førum ikki teoretiskt, um so alt má byggjast upp aftur av nýggjum og tað kanska tekur eini hálvthundrað ár — um tað eydnast at koma afturíaftur úti á marknaðinum. At fiskakeyparar sum eru mistir ikki altíð eru so lættir at fáa inn aftur, tja... tað skal man heldur ikki at taka so tungt.
Hetta er jú teori og ideologiskt róp ímóti “kapitalistum” og “spekulantum” og yvirbetaltum sjómonnum og sovorðnum. Arbeiðspláss hótt? Íðan, fólk kunnu bara umskúlast til okkurt annað.
Soleiðis er hugburðurin, so lættliga sleingja summi um seg við planum, uttan at vísa allar minstu virðing fyri tí ótryggleika tey spreiða kring landið við slíkari talu — also um hon verður tikin fyri fult.
Teir báðir vísa eisini til seyðahald sum dømi um stýring at samanbera við fiskivinnu, men nevna einki um at tað eru grannastevnur, og ikki alment settir frøðingar og bureaukratar, ið regulera áseyðatalið.
Tað sum strangt tikið legitimerar áhugan hjá teimum báðum at úttala seg um fiskivinnuna er at teir fáa part av sínari inntøku av hesum — eins og onnur fáa, eitt nú samfelagsfrøðingar, sum hinvegin ikki hava verið so nógv frammi í tí almenna rúminum. At hetta samstundis inniber ein gegnistrupulleika, lata vit liggja hesuferð.
Lat okkum heldur fokusera á hvussu vit kunnu fáa sum best burtur úr fiskinum, heldur enn at keglast í tað óendaliga um rættindini at veiða hann. Tað ber neyvan til at skapa eina objektivt púra rættvísa skipan kring slík rættindini. Rættvísi gongur fleiri vegir, og tað vil heldur ikki vera rættvíst at knúsa tað sum lógliga er bygt upp, bara tí at ójavni er uppstaðin yvir eitt tíðarskeið. Her ræður meira um pragmatiska rættvísi og rímiligheit, at taka breiðari og størri atlit allan vegin runt, og vísa samfelagsliga ábyrgd og búskaparligt fyrilit, áðrenn man fer út og rívur niður nakað sum kann vera torført at byggja upp av nýggjum.
At enda kann nevnast at tílíkt kemur rættiliga væl fram í seinastu útgávu av blaðnum Sjógvur & Fólk, sum í hesum døgum verður borið út til øll húskir í landinum umframt til postsmogur hjá virkjum og stovnum.
No comments:
Post a Comment