Friday, September 30, 2016

Rundvelting um nýskipan

Partrolandi nótaskip pumpa inn eitt hál.
MARIA OLSEN PHOTO
At gjøgnumtvinga eina uppboðssølu av øllum fiskirættindum er óðamannaverk og politiskt órealistiskt; tankin um kvotur sum privat ogn møtir eisini mótstøðu, og fiskidagaskipanin fær somuleiðis toyggið í ruðuleikanum — so hvat vilja vit?

Nú frágreiðingin frá tí sokallaðu Nýskipanarnevndini hjá Fiskimálaráðnum skal leggjast fram aftaná at høvuðs niðurstøðurnar hjá nevndini herfyri vórðu almannakunngjørdar, stendur greitt at stór ørkymlan valdar um hvørjir ítøkiligir karmar kunnu væntast at koma í gildi fyri høvuðsvinnuna — um tað yvirhøvur eydnast í næstum at finna neyðugar semjur ið kunnu leggja lunnar undir eina varandi loysn.

At mong mótstríðandi sjónarmið gera seg galdandi er einki at siga til í einum landi har fiskivinnan fyllir so nógv sum hon ger, bæði búskaparliga, samfelagsliga og mentanarliga, og tískil eisini politiskt. Ikki tess minni kann tað hava avgerandi týdning fyri menningina og gongdina í samfelagnum at arbeitt verður skynsamt fyri at tryggja breiða semju um hvat ið skal gerast við karmarnar um vinnuna.

Her man ein tann størsti trupulleikin síggjast aftur í tí almenna kjakinum, og sannlíkt eisini í tí vinnupolitiska arbeiðinum: leysir og fastir endar fløkjast saman í sovorðnan mun at málsetningar gerast ógreiðir og grundleggjandi spurningar venda í allar ættir.

Hesin ambivalensur kom týðiliga fram undir ráðstevnuni “Fyrimunir og vansar við fríari uppboðssølu,” sum útvarpsrásin R7 skipaði fyri í Runavík tann 1. september.

Eitt hav av ymiskum sjónarmiðum og vinklum kom fram undir ráðstevnuni, har bæði útlendskir og føroyskir frøðingar høvdu framløgur — Magni Laksáfoss: Týdningurin fiskivinnan hevur fyri búskapin, og veiðuhagtøl frá ár 1750 til ár 2000; Johnny í Grótinum: Frágreiðing um arbeiðið hjá nýskipanarbólkinum; Gary D. Libecap: Fyrimunir við ‘grandfathering’; Osmund Justinussen: Hvussu veðrið ávirkar fiskiskap; Jón Kristjánsson: Fiska meðan fiskur er; Martin Paldam: Kappingarføri og tilfeingisrenta; og Charles R. Plott: Hvussu kann ein uppboðssøla skipast.


Grandfathering 99 – 1 Uppboð

Johnny í Grótinum fekk sum formaður í Nýskipanarnevndini m.a. ein spurning um og hvussu tað ávirkar arbeiðið hjá nevndini at so at siga øll fiskivinnan er hart og greitt ímóti at teirra rættindi skulu seljast á uppboði.

“Nú er uppboðssøla eitt experiment á pappírinum fyri tað mesta,” innleiddi Tórheðin Jensen, frá Varðanum, sín spurning. “Tað er prøvað onkustaðni, og har tað er prøvað, har hevur vinnan hvørja ferð verið púrasta ímóti, og tað eru gingin eini tvey til trý ár, so er tað steðgað tí tað gekk ikki. Eg kenni ikki ein fiskimann sum er fyri uppboðssølu, eg kenni ikki eitt manningarfelag sum er fyri uppboðssølu, og eg kenni ikki ein reiðara sum er fyri uppboðssølu. Eg kenni nógvar politikarar og so framvegis sum eru fyri uppboðssølu. Metir tú at tað hevur nakað at siga fyri succesina av tí sum tú roynir at snikka saman?”

“Heilt vist,” svaraði Johnny í Grótinum, “og í mun til tað tú nevnir har so umrøða vit eisini tað í frágreiðingini, tær royndirnar man hevur gjørt í øðrum londum, og eisini miseydnaðu royndirnar sum tú nevnir har, og vísa á avbjóðingarnar við at verkseta tað vissi tú ikki hevur líkasum partarnar í vinnuni við í tí. So ja, tað er heilt vist nakað sum kann fáa ávirkan á verksetingina av tí, vissi man ikki líkasum megnar at sannføra um tað.“

Tann amerikanski búskaparfrøðingurin Gary D. Libecap — sum m.a. er Professor í Corporate Environmental Management við Donald Bren School of Environmental Science & Management, og Professor í Búskaparfrøði við University of California, Santa Barbara — var tó tann sum mundi fáa mest uppmerksemi, helst tí hann bjóðaði uppboðssølu tankanum beinleiðis av. Hetta gjørdi hann í stóran mun gjøgnum at vísa á at “grandfathering” ella tað vit ofta kalla søgulig rættindi er, ikki uttan búskaparligar grundir, í praksis tað einasta modellið sum verður brúkt kring heimin til útluting av fiskirættindum, umboðandi umleið 99 prosent av øllum loyvum. Hann vísti serliga á tann grundleggjandi týdning ið tryggleiki kring ognarskap hevur fyri vinnu- og samfelagsbúskap. Her merkir “tryggleiki kring ognarskap” sum skilst ikki tað sama privatisering av almennari ogn, men vísir til brúksrætt sum er greiður og rættarliga tryggur.

Hetta er tó eitt politiskt eymt punkt ikki minst orsakað av tí ørkymlandi kjakinum har fleiri endamál ofta verða vavd saman. Kringvarpið var kvikt á fótum at spinna boðskapin hjá Libecap til at “Reiðarar eiga at fáa fiskirættindi til ognar.” Hvør skal siga, um vit ikki fáa ta uppboðssølu sum vit so leingi hava arbeitt fyri so endar tað við at fólksins ogn verður latin nøkrum fáum reiðarum at eiga.


Misskilt tilfeingisrenta

Soleiðis hevur orðaskiftið koyrt leingi, serliga í formi av átaki fyri uppboðssølu, har KvF hevur gingið á odda við at áhaldandi geva rúmd fyri ávísum búskaparfrøðingum og teirra politisku sjónarmiðum.

Libecap vísti á at kjakið um fiskivinnuna í grundini ofta er eitt maktstríð um hvør ið skal hava størsta ágóðan av einum tilfeingi. Her er ein trupulleiki hjá okkum at vit ofta blanda spurningar um fordeiling saman við spurningar um vinnuligan búskap, og spurningar um vísindaligan sannleika við politiskt motiveraðar pástandir.

“Innan ‘grandfathering’ verður søgulig veiði viðurkend, so har verður stórur dentur lagdur á nýtslu [hjá loyvishavara av tilfeinginum] sum er farin fram fyrr, og at avgerðir verða tiknar av privatum; meðan ein uppboðssøla, hvussu hon er skipað, hvat hon skal føra til, inntøkurnar av henni og so framvegis, leggur nógv meira dent á at avgerðir verða tiknar politiskt.”

Eitt annað áhugavert punkt hjá Libecap var hetta: at tilfeingisrentan er ikki nakar konstantur, men er ein variabul sum broytir seg í mun til ymisk viðurskifti, har ímillum hvussu vinnan verður stýrd av tí politisku skipanini. Her hava nakrir fáir føroyskir búskaparfrøðingar alment pástaðið mestsum tað øvugta, at tilfeingisrentan er meira nakað sum bara liggur og bíðar eftir at verða heintað inn við kassa eitt.

“So, hesir spurningar um útluting eru ikki óheftir av tilfeingisrentuni,” segði professarin. “Tilfeingisrenta liggur ikki har úti og bíðar eftir hvør ið fyrst kemur framat; í roynd og veru kann støddin á henni variera [í mun til hvussu og undir hvørjum treytum fiskirættindi verða útlutað]. Og vit hava prógv, sum eg havi nevnt fyri tykkum, frá øðrum tilfeingi [enn fiski].”


Fyritreyt fyri haldbarheit

Rumbul kann lættliga koma í viðgerðir tá sjónarmið ikki fáa mótspæl men verða presenterað sum óumtvistiligar sannroyndir eitt nú í tíðindahøpi, og júst tí var hendan ráðstevnan hjá R7 eitt gott tiltak. Ikki minst hevði fiskifrøðingurin Jón Kristjánsson eitt frískligt innslag ið, sum vant frá hansara síðu, setir spurning við partar av tí ráðgeving sum kemur frá monopolinum ICES og tess atknýttu stovnum. Hansara mest áhugaverda tesa: biologiskt mátbarur fiskavøkstur er eitt meira haldbart parametur at ganga eftir í sambandi við regulering av fiskivinnu enn stovnsmetingar við teimum stóru óvissum sum tær innibera. Við øðrum orðum, tá staðfest er at fiskur er lítil og rak í mun til aldur og í mun til undanfarnar kanningar, so merkir tað at hann fær ov lítið av føði, og tá er betri fyri stovnin at meira verður fiskað úr honum soleiðis at meira føði verður eftir til tann fisk sum ikki er veiddur. Hetta er eisini í tráð við traditionellan vísdóm innan fiskarí.

So Jón er heitur talsmaður fyri fiskidagaskipan. Men um ein slík skipan verður so tyngd av tekniskum reguleringum at hon illa sleppur at virka, so missir eisini hon undirtøku so við og við. Soleiðis er kritikkurin móti henni eisini vaksin, og her er vert at leggja til merkis at Nýskipanarnevndin mælir til at skifta hesa skipan út til frama fyri eina kvotaskipan, uttan mun til at vandin fyri útblaking kann gerast ein trupulleiki har ið fiskaríið er blandað.

Men tíverri tykjast fólk — kanska serliga tey ið hava lyndi til at virka sum formyndarar yvir øðrum — ikki at skilja eina grundleggjandi fyritreyt fyri haldbarheit, nevniliga: at tað altíð er mest ráðiligt at byggja stórar samfelagsligar avgerðir á breiðar semjur.

No comments:

Post a Comment