Anonymur telvari. SHUTTERSTOCK |
Javnan hoyrast argument fyri at vit í Føroyum mugu síggja til at fleiri sleppa framat at virka í fiskivinnuni. Hetta argumentið er ofta ringt at afturvísa — fáur vil hava sitandi á sær eitt stempul sum talsfólk fyri miðsavnan av øllum virðum í vinnulívinum og samfelagnum. Steðga vit kortini á og hyggja nærri eftir hvat ið veruliga verður sagt í mun til hvat ið málið snýr seg um í praksis, so lýpur ketan gjarna skjótt av hjá teimum ið súkkla á leistum aftan á einari hvørvisjón.
Umvegis Kringvarpið og aðrar rásir, ikki minst sosialar miðlar so sum Fjesbókina, hevur ikki sjáldan verið kjakast um fiskivinnunýskipan og ætlaða uppboðssølu av fiskirættindum. Nógv av tí sum kemur fram er neyvan vert at endurgeva her, og tó kann onkuntíð tørvur vera á tí. Tað ber sum vera man ikki altíð til at liggja flatur í luftini tíðliga og síðla fyri at lira av ein stríðan streym av kvikliga orðaðum svarum til høgt skúlaðar kjakarar sum upp í saman tveita um seg við pástandum av ymiskum slag.
Herfyri var ein av yndisfrøðingunum hjá tí ideologiska vonginum av uppboðssølu herliðnum aftur frammi, sum ikki einaferð, og brúkti seg pástáiliga í sovorðnan mun at tað bleiv nakað nógv av tí góða til at leggja stórvegis tíð og orku í har og tá. Ikki tess minni hekk ein undarliga skeiklað kensla eftir í luftini tá støvrokið einaferð hevði lagt seg: var hesin skúlaði nú vorðin umvendur og knappliga umformaður til heilhjartaðan verja fyri smáfyritøkur og teirra livikor?
Nei, har mundi okkurt vera misskilt. Tað vísti seg nevniliga at maðurin hevði ikki lagt av at brúka síni somu gomlu, finansialistiskt inspireraðu argument — nevniliga at einasti vísipinnur sum sigur frá hvat dugnaskapur liggur í einari fyritøku er hennara fíggjarliga orka, sum útrykt gjøgnum evnini at bjóða meir enn onnur fyri fiskirættindi á uppboðssølu.
Soleiðis ganga argumentini hvør sín veg frá somu síðu, og illa hongur saman. Vilja vit loyva fleiri luttakarum framat, og hyggja eftir øðrum enn fíggjarligum førleika? Ella vilja vit lata tey sum hava mest í kassanum yvirbjóða og útihýsa øllum øðrum?
Finnur í talvi
Her og nú var ikki ætlanin sum so at taka dagar ímillum hvat sum er best ella mest ynskiligt í Føroyum fyri tíðina og hví. Men í sínum ivri at argumentera fyri uppboðssøluni siktar frøðingurin bæði í eyst og vest; so hvat er tað hann vil? Vil hann virka fyri meira konsolidering, ella vil hann virka fyri størri vídd í vinnuni?
Her kann vera hóskandi at spyrja politikarar, embætisfólk, miðlafólk, akademikarar og annars øll ið fegin vilja mynda tann vinnupolitiska viljan: vita tit hvat tit vilja? Vilja tit grundfesta verandi vinnu ella heldur breiðka hana? Teir serfrøðingar ið tit brúka sum leiðbeinarar í hesum, hava teir víst í verki at teir vita hvussu fiskivinnan virkar og hvussu hon realistiskt kann gerast betri so ella so? Ella er kanska talan um fullkomin flogvit sum frammanundan vita alt sum er neyðugt at vita og sum ongan tørv yvirhøvur hava á at samskifta við vinnuna og tey sum varða av henni, sektin á at teir vinnuligu karmarnir skulu kollveltast?
Ein annar møguleiki er minni tespiligur og heldur keðiligur at nevna her: at okkurt geopolitiskt er á vási, har bæði frøðingar og flest øll onnur í kórinum verða brúkt sum óvitandi finnur í einum talvi sum snýr seg um at sabotera tað sindur ið føroyingar eiga av nøkulunda sterkum vinnulívi og búskaparligum sjálvbjargni, fyri at rudda slóð fyri onkrum sum einki verður sagt um.
Hvussu alt hetta hongur saman ella ikki, fer uttan iva at vísa seg áðrenn langt um líður.
No comments:
Post a Comment