Thursday, May 28, 2015

Tá breiðir penslar mála yvir naknan keisara

Upsafiskiskapur.
MARIA OLSEN PHOTO
Fleiri halda at tað er ov torført at sleppa framat í tí føroysku fiskivinnuni, og at uppboðssøla av veiðirættindum og hægri tilfeingisgjald høvdu kunnað loyst tann trupulleika sum hetta umboðar — væl at merkja um hetta er ein trupulleiki.

Ofta verður málað við breiðum penslum tá fólk skifta orð um fiskivinnupolitikk. Kanska er tað ikki annað enn ein natúrlig avleiðing av at ein stórur partur av teimum ið fáast við politiskt arbeiði liva á einum “hægri luftlagi” — hvør skal siga, tey hava tað stóra yvirlitið, smálutirnar kunnu onnur fáast við. Her er nærliggjandi fyri tann illgrunasama at hugsa at intelligentsian í okkara pikkulítla samfelag er vaksin um rygg og fær illa gingið fyri sær sjálvum, og at tann prosentpartur sum vil stýra og leggja tær yvirordnaðu linjurnar er vorðin so stórur at talið á fótfólki ið tímir ella orkar at fóðra skipanina við praktiskum innliti, sannroyndum og relevantum fakta er snøgt sagt vorðið ov lágt til at illusiónin av upplýstum og skilvísum orðaskifti kann uppihaldast. Also tað er, um tann illusiónin nakrantíð var sannførandi.

Hetta breiðpenslaða málariíið hevur ein tendens til at gerast meira og meira umfatandi og so við og við troka allar møðisligar detaljur burtur í gloymsku og óvitan. Í einum slíkum umhvørvi er lagamanni at hava meiningar um viðurskifti og broytingar sum fyrst og fremst vilja raka onnur — serliga um tann frásagnarligi karmurin longu er smíðaður upp á pláss við hjálp av ógreinandi tíðindamiðlum og tveimum ella trimum frøðingum at afturvendandi og áhaldandi lyfta upp til orakulerar hæddir, gjarna so kritikkleyst at eingin skal váða sær at nevna eitt orð yvirhøvur um nakran naknan keisara. Óttin fyri spøkjandi rukkurollum vísir seg at virka væl sum kraftfóður fyri referentar og mikrofonhaldarar.

Og so til tað snilda við einum slíkum føroyskum keisara, um hann nú finnist — sum roykur ið illa kann heftast við nakran ávísan persón; eitt hulisligt, sveimandi og púra óofficielt fyribrigdi. Men eftir øllum at døma er hann har onkustaðni og útinnir sítt ideologiska ræði við øllum sínum talsterku tegnum.

Út frá hesum er bara eitt at gera tá tað kemur til fiskivinnupolitiskar spurningar, um tú vilt sleppa upp í part har tey stóru orðini fúka, og tað er at mála breitt og halda teg burtur frá tyngjandi smálutum. Við øðrum orðum: tosa ikki við fiskimenn, skiparar, reiðarar, virkisleiðarar, sølufólk ella onnur ið beinleiðis fáast við fisk, framleiðslu av fiskavørum ella útflutning av hesum. Teirra vitan passar alt ov illa inn í teir løttu og luftigu frymlarnar sum hoyra til breiðmálingina.


Ov friðarligt til stoyping?

Sum tá ið mælt verður um at tað er so torført at sleppa framat í fiskivinnuni. Kom ikki tá og ørkymla orðaskiftið við at peika á at tað altíð hevur kostað nógv og ongantíð hevur verið lætt at fara í holt við vinnuligan fiskiskap, serliga slíkan fiskiskap ið krevur stór og dýr veiðitól. Tað er nógv lættari fyri ta tigandi viðtiknu politisku frásøgnina um hetta verður gjørt meira einfalt — hví ikki heldur bara látast sum um at her er talan um eitt slag av stættarstríði har tey priviligeraðu fáu bara eru sett oman á alt sum hevur nakað virði meðan restin roynir at stríðast og strevast men fær ikki inn í eygað, tí “øll skipanin er korrupt” og tey ráðandi hava rottað seg saman við eitt-prosentarunum. Víst ljóðar hetta meira politiskt kitlandi og betur seljandi enn hatta innviklaða fjasið um at tað neyvan nakrantíð hevur verið ella fer at vera lætt fyri nakran at koma sær upp á ovastu rók í vinnuni uttan at fyrst hava bygt sær eitt fundament — fíggjarliga, fakliga og sosialt.

Bíða nú, eitt-prosent modellið kanska ikki er dekkandi fyri tað samfelagsliga landslagið í Føroyum; men hvat, tað kann uttan iva rigga í politiskum retorikki og brúkast sum dramaturgiskt leysakast.

Og so hin irriterandi spurningurin: um tað veruliga er so at vit hava ov fáar aktørar í uppisjóvarvinnuni, í mun til fólkatal, stødd á búskapi og alt tað. Hetta er jú beinleiðis býttisligt! Vit vita at tey størru fiskireiðaríini her kunnu teljast á einari hond, og tað kann væl ikki vera meiningin, ella hvat? Gloym for hundarnar eina løtu hvussu tað sær út í øðrum londum og kom ikki við samanberingum og tvætli um lutfall.

Kom heldur og smekka uppboðssøluna fram og eitt nóg høgt tilfeingisgjald. Tá signalera vit nakað sum kennist politiskt á kulari kós, og tá vísa vit at vit eru fús at taka hasi lúsa privilegiini burtur frá hasum milliardingunum sum bara útnytta alt og øll. Hvat sigur tú, var tað ikki milliardingar? Sama ger, tað ljóðar jú spennandi og passar eisini sum fótur í hosu í ta mestsum liðugt smíðaðu frásøgnina. So hví ikki?

Men sig gjarna at aktørarnir eru for nógvir í heimaflotanum og innan útróðurin. Har tjena tey ov lítið, og tað má vera møguligt at finna annað arbeiði til hasi neyðardýrini. Fiskivinnan kann ikki hava nakra sosiala funktión, tá vit jú hava skipað viðurskifti fyri arbeiðssøkjandi, endurbúgving, Almu og annað gott. Hví brýggja seg um sovorðið nakað sum yrkisstoltleika, samleika og sosialt tilhoyri? Ha, er útróðurin ikki til longur? OK... ja hygg, tað hjálpti at vit gjørdu nakað við tann trupulleikan tá útróðrarmenninir vóru so mangir at umsitingin av loyvum bleiv ov strævin.

So, skalt tú diskutera fiskivinnupolitikk, so er at halda fast við at antin eru aktørarnir ov nógvir ella eru teir ov fáir. Antin tjena tey so væl at vit mugu knokkroyta tey og tað við lít, ella hava tey eina inntøku sum er so lág at vit mugu enda teirra vesældóm. Talið á teimum kann ongantíð vera hóskandi og teirra inntøka ongantíð passalig, tí so verður ov friðarligt til politiska kannustoyping.

No comments:

Post a Comment