Tuesday, April 28, 2015

Kapping ella ‘kapping’ fyri ein og hvønn prís?

Brussels Expo, har Seafood Expo Global 2015
varð hildin 21. og 22. apríl.
VINCENT PANNEELS
Bjóðar tú heilan ella viðgjørdan fisk úti á altjóða marknaðinum, ber illa til at selja hann sum rávøru; munurin á navnleysari mongdarvøru og virðisøktari dygdarvøru er ov stórur — men hvussu hevði ein uppboðssøla av veiðirættindum í hinum endanum ávirkað kappingina?

Føroyskir fiskaútflytarar hava júst verið á stórari messu í Brússel har teir hava hitt verandi keyparar umframt at givið komandi keyparum høvi til at fáa samband. Seafood Expo Global er heimsins størsta stevna av sínum slag og her hittast túsundtals fólk úr øllum heiminum á hvørjum ári. Hetta er eitt business-to-business torg við sera stórari tyngd hvat viðvíkur marknaðinum fyri fiskavørur.

“Vit kunnu ikki bara selja fisk sum mongdarvøru,” segði Tórheðin Jensen frá Varðanum. “Vit selja eina vøru sum ikki bert er føroysk men eisini eitur t.d. Varðin Pelagic; keyparin fær eina kenslu av hvat hetta ella hatta merkið umboðar. Tað nyttar lítið at koma har og siga at tú bjóðar standard frystan makrel uttan navn ella samleika. Fiskur má marknaðarførast.”

Marknaður, kapping, liberalisma — hesi hugtøk verða ofta brúkt sum politisk argument fyri ymiskum hóast tey mangan munu hava ein teoretiskan heldur enn praktiskan týdning. Eitt dømi um brúk av slíkum hugtøkum sum grundgeving fyri at innføra umfatandi lógarligar broytingar í Føroyum, er orðaskiftið um uppboðssølu av fiskirættindum.

Mong munu vera samd um at vinnupolitisk tiltøk eiga at taka støði í vinnuni sjálvari og samfelagsins áhugamálum sum heild, og mugu tí eisini hava til endamáls at leggja tryggar karmar um framtíðar menning og sum frægast tryggja kappingarføri fyri vinnuna.

Men har frá og til at gera innanoyggja kapping um fiskatilfeingi til eitt mál í sær sjálvum er eitt langt lop. Tann marknaðurin sum veruliga hevur týdning í hesum høpi er nevniliga ikki í Føroyum og snýr seg heldur ikki um rávøru men um marknaðarførda og meir ella minni virðisøkta vøru. Føroyingar mugu her kappast við norðmenn, íslendingar, skotar og onnur, sum dag og dagliga úti á marknaðinum virka fyri at sannføra heimsins fiskakeyparar um at keypa frá teimum heldur enn frá okkum.

Her er tað sjálvandi av týdningi fyri Føroyar at hava langtíðar málsetningar og arbeiða eftir teimum. Signalið, ikki minst úteftir, má vera at í Føroyum valdar stabilitetur, tí føroyingar leggja seg eftir at vera álítandi veitarar. Hvør keypari vil skriva langtíðar sáttmála við ein veitara sum ikki veit um hann kann levera í næsta ár og árið eftir?


Enn eingin kæra

Tey fáu tandur vit hava av fiskireiðaríum ið geva eitt hampiligt avlop hava neyvan fyri neyðini at kappast sínamillum um atgongd til rávøru. Tey hava hinvegin ávísa fíggjarliga styrki fyri neyðini tí kappingin er dýr og sera umskiftilig viðurskifti gera seg galdandi, bæði heima hvat viðvíkur fiskiskapi og øllum tí sum har til hoyrir, og úti hvat viðvíkur dygdarímynd og prísi og øðrum parametrum av týdningi á marknaðinum.

Hesin marknaður finnist í veruleikanum ikki í Føroyum — og hetta eigur ikki at undra nakran tá umhugsað verður hvussu óendaliga lágt fólkatalið er her samanborið við onnur lond.

At skapa so tryggar karmar sum møguligt fyri okkara týdningarmestu vinnur má raðfestast. Ein skipan við langtíðar loyvum og greiðum treytum er helst á góðari leið — ein skipan sum ikki broytist í heilum, sum ikki verður til politiska kastibløku hvørja ferð onkur úttalar seg kritiskt. Harvið ikki sagt at ein slík skipan ikki skal kunna broytast, tí broytingar mugu til viðhvørt; men hesar mugu vera væl umhugsaðar við atliti til okkara langtíðar áhugamál herundir evnini at laga seg til grundleggjandi fyritreytir úti á marknaðinum. Tað er har úti ið eftirspurningurin á fiskavørum ger seg galdandi, og tað er har ið virðið á vøruni verður ásett.

Keyparar har úti hava ongan áhuga í møguligum umberingum frá føroyskari síðu um at vit mugu gjalda eyka fyri at fáa loyvi til at fiska og tí mugu hava hægri prís fyri vøruna. Kann ein líknandi vøra fáast frá øðrum fyri betri prís, ja so er vandi fyri at keyparin fer.

Politiskt má breið semja finnast so friður kann valda í størst møguliga mun.

Verða føroyskar fiskivinnufyritøkur meira kappingarførar av at skula gjalda ein eyka prís sum kappingarneytar í Noregi, Íslandi ella Skotlandi sleppa undan? Ella er tað øvugt, at tær gerast minni kappingarførar?

Tað er eisini sera umráðandi at okkara løgtingslimir saman við løgmanni og landsstýrisfólkum, tvørtur um øll floksmørk — og í tøttum samstarvi við høvuðsleikaran í hesum, nevniliga vinnuna — finna fram til ein felags leist sum kann leggja lunnar undir eina vælvirkandi og langsiktiga skipan. Og tað má vera ein skipan sum er bæði samfelagsliga, búskaparliga, umhvørvisliga og í aðrar mátar haldgóð.

Ført hevur verið fram at hetta at føroysk fiskireiðarí ikki gjalda “marknaðarprís” fyri rættindi at fiska er eitt slag av beinleiðis stuðli og harvið kappingaravlagandi og í stríð við meginreglur um fríar marknaðir. Eftir øllum at døma er tó eingin kæra løgd fram hesum viðvíkandi, hvørki í OECD ella WTO høpi.


Stór og sterk?

Nýggja frystivirkið Pelagos luttók sum vera man í Brússel.
ELI EIRIKSSON
Tað er heldur bláoygt at halda at vit hava heilt serligar skyldur mótvegis umheiminum hvat viðvíkur kapping og liberalismu á øllum økjum. Eisini er vert at minnast til at munur er á hvat sagt verður í fínum skjølum og reypandi røðum, og hvat fer fram í gerandisdegnum. Flestu lond vit samanbera okkum við hava jú umfatandi reguleringar og ofta stóra almenna luttøku í ymiskum vinnum. Londini verja ofta egna fiskivinnu gjøgnum ymiskar skipanir, og seta gjarna strong mørk tá tað kemur til eitt nú útlendska luttøku; harumframt fær fiskivinnan ikki sjáldan bæði beinleiðis og óbeinleiðis stuðul av ymiskum slag. Harvið tó ikki sagt at soleiðis eigur tað neyðturviliga at vera; men hvør takkar okkum fyri at vit spenna bein fyri okkum sjálvum?

Eiga vit so ikki í einum marknaðarbúskapi at hava kapping um rávøruna? Hvussu tá kapping, hvar ynskja vit og hvar ynskja vit ikki kapping? So mikið er greitt at vit hava ikki beinleiðis kapping á øllum búskaparligum økjum, og tað er eisini ein spurningur um vit yvirhøvur kunnu, vilja ella eiga at hava kapping um alt. Hartil kemur at har eingin veruligur marknaður er, ber heldur ikki til at hava veruliga kapping.

Í hvønn mun gevur tað meining yvirhøvur at tosa um kapping um rávøru í tí føroysku fiskivinnuni? Svarið er sjálvandi treytað av hvussu orðið ‘kapping’ skal skiljast her men eisini hvussu ‘rávøra’ skal skiljast. Hyggja vit at okkara uppisjóvarvinnu er talan um sera fáar luttakarar, og eingin av teimum er komin sovandi til vunnin rættindi.

Kapping via uppboðssølu um atgongd til at fiska hevði sannlíkt økt um tann fíggjarliga váðan í vinnuni og gjørt tað munandi dýrari at fingið fatur á fiskinum, samstundis sum uppboðssølan sjálv (landskassin ella onkur annar) hevði kunnað vunnið góðar pengar í fyrsta umfari. Men ein uppboðssøla er kanska ikki eitt modell ið hóskar til regluligt, áhaldandi samstarv í vinnuligum høpi — hon er per definitión ætlað til at fáa so nógv sum møguligt her og nú til seljaran, uttan atlit til optimalt samstarv millum keypara og seljara.

Harvið hevði hon borið í sær vanda fyri at kappingarførið hjá føroyingum úti á marknaðinum hevði viknað. Og vit skulu minnast til at føroysk fiskireiðarí hava lítið, um yvirhøvur nakað, annað enn føroyskt-tillutað rættindi. Hinvegin kann hugsast at útlendingar ið møguliga vilja keypa rættindi at fiska í føroyskum sjógvi vildu havt hetta sum marginalt ískoyti, og tískil høvdu kunnað loyvt sær at yvirbjóða ella undirbjóða uttan at tað fær stórvegis avleiðingar fyri onnur enn føroyska vinnu og føroyingar. Við hesum í huga er beinhørð innanhýsis kapping neyvan skilagóð og kann gera okkara fiskivinnu veikari og minka um hennara marknaðarpartar millum keyparar orsakað av hækkandi kostnaðum sum mugu takast inn aftur via príshækkingar, uttan trygd yvirhøvur fyri at keyparar vilja góðtaka verri treytir; harvið kunnu framtíðar útlitini hjá vinnuni skjótt gerast verri. Eisini er tað ein stórur spurningur um tað yvirhøvur hevði borið til at fingið veruliga kapping her heima við so fáum aktørum; tað kann jú meir enn so hugsast at hesir vildu roynt at gjørt sínámillum avtalur um bæði eitt og annað fyri at verja seg ímóti búskaparligum váða.

Men tað gevur meining at tosa um handilsliga kapping úti á altjóða marknaðinum. Tí er betri at samstarva og samskipa vinnuna soleiðis at føroyingar standa sterkari har marknaðurin er. Úti í heiminum eru okkara fremstu feløg hvør sær hóast alt ikki so stór og sterk sum vit hava lyndi til at ímynda okkum.

No comments:

Post a Comment