Wednesday, March 18, 2015

Marknaðir við mongum høvdum

Royndir við single-frystum makreli í Hvalba.
MARIA OLSEN PHOTO
Nú “marknaðurin” í innanhýsis merking er við at gerast eitt stórt buzzorð í Føroyum, kann hóskandi spyrjast um ikki meira fokus í orðaskiftinum um fiskivinnu nýskipanir átti at verðið sett á tann veruliga marknaðin úti í heimi.

Orðaskiftið um nýskipanir í fiskivinnuni hevur í seinastuni alsamt meira hongt seg í tað sum verður nevnt “marknaðurin” — fleiri og fleiri tykjast vera komin til sannføring um, ella trúgv á, at ein sokallað marknaðargrundað skipan fyri útlutan av veiðiloyvum fer sjálvandi at borga fyri búskaparliga og samfelagsliga bestu loysn ið finnast kann. Spurningurin er mestsum vorðin eitt høvuðstema, uttan mun til at royndirnar frá slíkum skipanum kring heimin eru sera fáar og alt annað enn sannførandi.

Hetta er eitt retoriskt rák sum tykist íkomið ikki minst orsakað av drúgvum átaki hjá nøkrum búskaparfrøðingum, sum í fleiri ár hava fingið rættiliga kritikkleysan stuðul fyri sínum sjónarmiðum frá t.d. tíðindaredaktiónunum á KvF og Miðlahúsinum. Um hetta átti at fingið avleiðingar á røttum stað, serliga tá talan er um public service tíðindatænastu fyri tvungið avgjald, er ein spurningur sum kundi verðið tikin upp fyri seg við høvi.

Men lat okkum á hesum sinni heldur hyggja eitt sindur at tí ørkymlan í hugtøkum sum tykist valda fyri tíðina tá tað kemur til kunning, tíðindi og orðaskifti um fiskivinnuna. Her er greitt at fólk frá ymiskum síðum tosa ymiskt mál hóast tað skal eitast at fyriganga á føroyskum. Marknaður, kappingarføri, samfelagsbúskapur, tilfeingi — hugtøk sum hesi verða brúkt í heilum, men ofta verður gingið lætt um júst hvat fyri merking ið skal liggja í orðunum. Fólk renna á leistum við sterkum vendingum og beinhørðum argumentum sum taka støði í slíkum orðabrúki uttan heilt at geva sær far um at ‘mótparturin’ ið skal hoyra boðskapin kanska als ikki fær somu meining burturúr.

Eitt er meining og merking, eitt annað sómi og virðing. Tað sigst at bert 10 prosent av øllum ósemjum millum fólk hava beinleiðis samband við innihaldið í tí sum partarnir siga hvør við annan, meðan heili 90 prosent eru tengd at mátanum ið tingini verða søgd uppá. Um tað passar akkurát ella ikki, well — tað skaðar neyvan at hugsa tankan at okkurt kann vera um tað.

Langsiktað?

Sum sagt tykist “marknaðurin” at vera blivin fastur táttur í diskussiónini um fiskivinnuna, og einki forgjørt í tí. Men ofta verður eftir øllum at døma als ikki hugsað um tann marknað sum fyri fiskivinnuna altíð hevur verið einasti veruligi marknaður í samanhanginum, nevniliga marknaðurin fyri fisk og fiskavørur — t.d. hálvfabrikat so sum avhøvdaður frystur makrelur, feskt upsaflak, saltað toskaflak, fryst sildaflak og hvørt av sínum. Eitt virki í Føroyum kann hava leiklutin sum fyrsti keypari og virðisøkir gjarna vøruna munandi, men tann endaligi marknaðurin er í útlandinum.

Har úti liggja føroyskar fiskivinnu fyritøkur í kapping við fyritøkur úr øðrum londum, ikki minst okkara grannalondum. Hóast ta stóru altjóðagerðina sum hevur eyðkent flest allar vinnur tey seinnu árini, so verður marknaðurin fyri sjómat framvegis (sum so mangir aðrir marknaðir) í stóran mun uppfataður og organiseraður út frá geografiskum ymiskleika.

Fiskur er nevniliga annað og meira enn rávøra. Keyparar vilja vita hvat slag tað er, hvar tað hevur svomið, um veiðin er skipað burðardygt og ábyrgdarfult, um havumhvørvið er reint og annað mangt — har er altíð ein frásøgn sum hongur uppií.

Soleiðis sær veruleikin út hjá teimum sum virka í fiskivinnuni, tað veri seg innan veiði, framleiðslu ella sølu. Og tað er har ið inntøkurnar av fiskvinnuni stava frá. Her vilja fólk í vinnuni vísa á at hendan virðisketan er alt annað enn sjálvfylgja og er bæði tíðarkrevjandi og torfør at byggja upp. Her kunnu vit so samstundis staðfesta at ikki fyrr enn í ár — við keypinum hjá Christian í Grótinum av Larsen Seafood í Týsklandi — er tað eydnast føroyingum at fáa fastatøkur á allari virðisketuni, frá veiði til lidna vøru á hillunum í supermarknaðum.

Tað er kanska lættari fyri føroyingar flest at lena seg afturá, lata tað almenna selja rættindi á uppboð fyri hægst bjóðandi og lata marknaðirnar klára restina. Men hvat hendir við royndunum og serkunnleikanum, og hvat hendir við nærsamfelagnum runt um kring oyggjarnar, um vit avreiða alla processina fyri nakrar skjótt vunnar krónur, hvat verður av teimum stóru búskaparligu ringvirknaðum vit hava av fiskivinnuni — er tað yvirhøvur langsiktað at fokusera fremst á at fáa pengar inn í landskassan í fyrsta liði?


Ikki Hunger Games

Soleiðis verður í tí vinnupolitiska orðaskiftinum sipað til “marknaðin” sum nakað ið skal snúgva seg um kapping millum føroyingar um at sleppa fram at veiðrættindum. Her ljóðar eitt argument at jú størri fíggjarlig krøv ið verða sett teimum fyritøkum ið vinna sær slík rættindi, jú betri og effektivari verða somu fyritøkur. Hetta kann tó lættliga misskiljast ella uppfatast sum løgið, møguliga av tí at tess leiðandi talsfólk eftir øllum at døma argumentera út frá reint teoretiskum premissum, sum fólk í vinnuni antin ikki skilja ella uppfata sum spekulativt tvætl ella tað sum verri er. Kann tað hugsast at samspæl og viðtal við vinnuna hevði kunnað gjørt tað lættari fyri búskaparfrøðingar at greitt frá sínum sjónarmiðum upp á ein máta sum fólk í vinnuni kunnu taka til sín?

Tórheðin Jensen, frá Varðanum, legði nýliga fram eitt mótargument sum snýr seg um at tað kann neyvan gera føroyskar exportørar meira kappingarførar úti á marknaðinum at teir noyðast at gjalda eyka fyri rættindi at fiska, sum kappingarneytar í okkara grannalondum sleppa undan.

Svarið hann fær tykist vera at marknaðurin er ikki har úti men her heima — at prísurin úti í verðini er sum hann er uttan mun til okkara fyritøkur og hvat tær gera, og at effektiviteturin hjá hesum fyritøkum verður mentur einans við innanhýsis kapping um atgongd til fiskin við hjálp av miðsavnaðari uppboðssølu. Víðari verður sagt at tey “dugnaligastu” fiskireiðaríini má vera tey sum hava best ráð at yvirbjóða onnur; men lítið er at síggja til nakra seriøsa greining av hvat tílík innanhýsis kapping vil innibera í praksis fyri útflutningsvinnu og samfelag annars í einum so lítlum landi sum Føroyar.

Fyri fleiri verður tað ein gáta hvussu eitt slíkt upplegg skal skiljast — neyvan ein Darwinsk konspiratión um at lúka so hart í landslagnum at so fáir aktørar sum møguligt skulu kunna yvirliva, neyvan heildur óreinar maktpolitiskar planir um eitt Hunger Games scenario; men hvussu skal tað lesast? Tey flestu í fiskivinnuni munu ikki síggja maximum mjólking í fyrsta liði sum skilabestu leið at velja.

No comments:

Post a Comment