Tuesday, February 17, 2015

Propagandakríggj: Makrelur, makt og mentan

Samstundis sum KvF rullar út eitt stórt átak móti fiskivinnuni, er ein nýggj frágreiðing eftir búskaparfrøðingin Magna Laksáfoss komin sum vísir á tann stóra týdningin av hesari vinnu fyri tann føroyska búskapin.

Dokumentarfilmurin hjá Jan Lamhauge á Kringvarpinum um fiskivinnuna bendir greitt á at tann almenni public service miðilin er av álvara farin í kríggj ímóti høvuðsvinnuni, har hendan yvirhøvur verður framstillað sum ein kriminellur felagsskapur ið livir av samfelagsskaðiligum virksemi. Mong eru skelkað av tí infantila konspiratións tónanum í hesum ópassandi dramatiseraða dokumentari í trimum pørtum; samstundis kunnu enn fleiri hugsast at kritikleyst hava kíkað boðskapin í seg fyri síðan at øsa seg upp móti teimum óvirðiliga demoniseraðu og karaktermyrdu fiskireiðarunum og nøkrum politikarum. Uppskriftin er sára einføld: slá fast at fólk eru blivin snýtt fyri pengar og fyrigykla teimum at tey fáa nógv meira burturúr um viðurskiftini verða broytt soleiðis sum KvF og tess panel av “serfrøðingum” mæla til.

Soleiðis verður fiskivinnan lýst sum ein mafia og, enn verri, ein búskaparlig vanlukka, sum ferð eftir ferð má fáast á rættkjøl við hjálp av einum frelsandi liði av — gita — embætisfólki. KvF roynir at billa okkum inn at tann vinnan sum skapar størstu búskaparligu virðir fyri samfelagið er kelda til veldig tap og má tískil umbroytast undir kønari hond av einum beturvitandi embætisverki. What can possibly go wrong?

Tá alt tað er sagt, so eiga KvF og teirra fólk kortini rós uppiborið fyri tær sterku síðurnar av sendirøðini. Eitt nú varð trupulleikin við útlendskum de facto ræðisrætti í vinnuni rímiliga breitt og detaljerað lýstur í triðju sending, “Dulda sølan av fólksins ogn.” Í hesum høpi kom Lamhauge væl frá fleiri spískum og relevantum spurningum hann setti, eisini tá umsitingin av lógini varð sett í kritiskt ljós.

Greiningar vóru eisini sum skuldu vísa at ræðisrætturin í fleiri førum hevur verið ella er á útlendskum hondum. Onkrar av niðurstøðunum kendust sannførandi og, sum sendingin vísti, er ásetingin um fullan ræðisrætt á føroyskum hondum helst brotin meir enn eina ferð. Soðið smakkaði tó tunt í øðrum førum og stemningurin av heksajakt bøtti ikki upp á tað — vit skulu jú minnast til at lógin loyvir, uttan iva av góðum grundum, at útlendingar kunnu eiga upp til ein triðing av partapeninginum í føroyskum fiskireiðaríum. Tað at útlendsk feløg veita fígging nýtist heldur ikki at merkja at nakað óregluligt fer fram — fæst nøktandi fígging yvirhøvur í Føroyum til tílíkt virksemi?

Her skal so KvF hava heiður fyri at hava sett spurningin á breddan; men hvar vóru tey umsitingarliga kønu? Har manglaði fíggjar-, skatta- og lógarteknisk serfrøði sum kundi greitt frá hvussu teir umsitingarligu trupulleikarnir hanga saman. Tað hevði givið sendingini eina heilt aðra tyngd.

Spell at skula siga hetta men sum heild var talan um ein sera litaðan film har tann parturin sum alla tíðina var í skotlinjuni ongantíð fekk veruliga umboðan. Tað dramadokumentariska formatið var ópassandi — talan er um ov mong óavklárað viðurskifti — og tess meira so av tí at talan er um public service sjónvarp. Tað nógva av innihaldinum fór eisini upp í royk uttan stórvegis háva tá Jacob Vestergaard fiskimálaráðharri slapp fram at mikrofonini í kjaksending við Jón Brian Hvidtfeldt beint eftir tíðindini í Dag & Viku tann 17. februar (uml. 25 min. fram).

Fyrsta sending — um “Landsstýrisútnevndir milliardingar” — royndi at gera tað misteinkiligt at eitt heilføroyskt reiðarí hevur vunnið hampiligt av peningini úr makrelævintýrinum. Hetta rímaði illa við innihaldið í triðju sending; men kanska var meiningin at skjóta alt í senk?

Undir heitinum “Oyðandi gávubúðin” royndi onnur sending at siga frá aktuellum avbjóðingum í heimaflotanum, og hetta er eitt væl valt evni; men tíverri misti framløgan nógv av at flestu trupulleikar tóktust lýstir úr embætismanna eygum. Sum tá frásøgumaðurin, tann annars dugnaligi Hvidtfeldt, lesur: “Støðan hjá botnfiskastovnunum, sum hava verið lívsgrundarlagið hjá føroysku tjóðini í fleiri ættarlið, er søguliga ring.” Her er manipulatoriskt dentur lagdur á stovnarnar, og ikki fólkið sum ger tað møguligt at fáa nakað burtur úr teimum. Hetta er ein gjøgnumgangandi slagsíða í øllum trimum pørtunum; fólkið og tess dugnaskapur verður tikið fyri givið og reducerað niður til okkurt sum ikki hevur nóg stóran týdning at offra senditíð uppá, samstundis sum síggjarin mestsum verður leiddur til at hugsa bandittar, býttlingar og tað sum verri er.

Ymiskt verður t.d. sagt um 1980ini, og sum vera man er sumt av tí satt; men temaið sum verður trummað út tykist snúgva seg um at fiskivinnan sjálv var høvuðsorsøk til búskaparkreppuna í 1990unum, og at eingin bati var at hóma fyrr enn danskir embætismenn og teirra javnlíkar á klettunum komu og settu tingini upp á pláss. Og við restini av sendingini surrandi um nútíðina: hvør skal siga, “tað veit den, nú er aftur brúk fyri teimum!”

Men ikki eitt orð um at tann almenna umsitingin í Føroyum mundi vera bólgnað upp út um alt rímiligt mark og at hetta og aðrir systemfeilir mundu gera seg galdandi tá eins og nú.


Ikki meining sum so

Greitt er at vinnan og politikararnir tá samanum kom ikki gjørdu blint eftir boðum frá yvirsitarunum í 1990unum um at mestsum steðga allari toskaveiði, og eisini er greitt at samfelagið kom sera skjótt fyri seg aftur — tað skuldi nevniliga vísa seg at væl var av stórum og góðum toski á landgrunninum uttan mun til tær svartskygdu stovnsmetingar sum høvdu lagt upp til veiðibann. Hetta kom illa fram í sendingini, og ístaðin varð alt spunnið til at tá fiskurin kom so skjótt aftur so mundi tað vera eitt dømi um hvussu gott tað var fyri fiskastovnarnar at veiðitrýstið minkaði so nógv beint áðrenn.

Tað er ikki óhugsandi at fiskastovnar høvdu gott av lægri veiðitrýsti tá; men tað sum hevur nógv størri týdning í samanhanginum, og tað sum KvF ikki fær fram, er at um vit høvdu gjørt sum mælt varð til og einki fiskað tey næstu árini undir tí skipan sum varð innførd í 1994, so hevði hvørki vinnan ella samfelagið sloppið at uppliva uppgangin í botnfiskavinnuni sum kom tá beint aftaná — vinnan hevði kanska verið vekk og enn fleiri fólk høvdu verið farin av landinum, langt áðrenn nakað lið av almennum frøðingum hevði verið komið fram til nakra niðurstøðu um at nú vóru fiskastovnarnir kortini ikki so illa fyri sum hildið var fyri stuttari tíð síðani.

Fyri teir teoretikarar ið KvF upp í saman brúkar sum myndugleikar í spurningum um búskap og vinnupolitikk, tykist tann ímynding galdandi at “tað er ikki so farligt” um ein vinna hvørvur — hendir tað so kemur bara onkur onnur vinna ístaðin. Hetta samsvarar helst við lærubøkur ið taka støði í amerikanskum makrobúskaparligum viðurskiftum, men í mun til kargar føroyskar realitetir er tílík trivialisering av lívsgrundarlagnum hjá føroyingum beinleiðis vandamikil. Ofta verður tann framleiðandi høvuðsvinnan hálvgun samanborin við lokalan detailhandil og gjørd púra vektleys, har alt sum eitur uppbygd servitan er tagt burtur og gjørt til einkis.

Nevnt verður í sendingini at føroyingar ídag fiska hálva million tons, men ístaðin fyri at undirstrika at okkara fiskivinna og okkara fiskimenn harvið eru í heims elituni, verður tað vent til tað almenna eigur passivt eitt virði upp á 500.000 tons. Hetta virðið av “ogn Føroya fólks” verður so undirstrikað enn meira við at samanbera við norska Oljugrunnin, sum er púra misvísandi í samanhanginum — tað passar vissuliga í mun til fólkatalið í Føroyum og Noreg, um tað er tað sum er evnið, men evnið er ístaðin áhugin hjá útlendingum at eiga í føroyskum fiskirættindum, og fyri útlendingar gevur eitt lutfall millum norskt og føroyskt tjóðarríkidømi í mun til fólkatalið ikki meining í samanhanginum.


Ikki uttan víðari

Tað at føroyskir fiskimenn eru høgt virdir og nógv eftirspurdir í grannalondum tykist heldur ikki hava nakran áhuga. Kann tað vera tí at ein kjarnuboðskapur í propaganduni snýr seg um at gera fiskimanna arbeiði, vitan, stríðsvilja og yrkisstoltleika til einkis? Er tað tí at frásøgnin skal rammast inn í at fiskivinnan og øll virðir hon skapar er bara ein stór gáva frá tí almenna? Liggja politisk og/ella búskaparlig áhugamál í at skapa ein tíðindaveruleika sum lærir at virðisskapanin liggur í passivum ræðisrætti yvir náttúrutilfeingi, og ikki í vinnuligum virksemi?

Also gott sjófólk, røtt handfaring av fiski, skynsamar avgerðir, ábyrgdarfullur rakstur, royndir gjøgnum fleiri ættarlið og snøgt alt annað av øllum tí sum er avgerandi fyri um ein fiskivinna stendur seg ella ikki — alt tað er púra uttan týdning í hesari skermverð hjá KvF og teirra útvalda skara av frøðingum, sum forrestin allir tykjast draga somu línu av onkrari orsøk. Vit fáa also at vita at tað einasta sum hevur týdning her er tílíkt sum bureaukratarnir kunnu gera okkurt við — veiðirættindi, regulering og, serliga, hvussu berast kann soleiðis í bandi at tað almenna kann fáa mest møguligt úr vinnuni í fyrsta liði, áðrenn vinnan er sloppin at vinna pening, gera íløgur og hvørt av sínum.

So stór er ivrin eftir at mjólka hart at menn tykjast púra at gloyma tað sum skuldi verið eitt stórt endamál í hesum, nevniliga at fáa sum mest burturúr til samfelagið. Teir tykjast gloyma at um teir høvdu sogið hundraðtals milliónir fyri ikki at tala um enn meira til tað almenna við kassa eitt, so hevði tað kanska bert verið løtuvinningur og sjálvmál — ringvirknaðurin av vinnuni hevði verðið so skerdur at minni hevði í síðsta enda komið inn í skattum og avgjøldum. Hevði Varðin Pelagic funnist ídag, ella Pelagos, um tilfeingisgjaldið var sum KvF panelið vil? Og hvussu nógv hevði verið eftir av pengum til innkeyp av vørum og tænastum vegna skip og virkir?

Her er argumentið hjá panelinum at longu sum er rinda reiðaríini so nógv fyri rættindi at tey kundu tað sama goldið somu pengar til tað almenna. Hetta ljóðar deiliga einfalt, men aftur her gloyma fólk hvat sum liggur aftanfyri, nevniliga at rættindini eru fingin til vega í einari tilgongd sum kann hava tikið mong ár — álit, samstarv og ábyrgd eru ofta lyklaorð, og prísurin var ikki so høgur at tað førdi til ov stóran váða. Ilt er at síggja hvussu ein uppboðssøla kann annað enn arbeiða burturav fyri seljaran og vil tískil maximera kostnaðin fyri at virka í vinnuni; men hvussu gott er tað fyri vinnuna, og hvat fær samfelagið burturúr um vinnan verður pínd niður?

Mong munu taka undir við KvF í at rættindi at troyta “ogn Føroya fólks” eiga ikki at kunna handlast frítt uttan víðari — antin eiga rættindini at verða inndrigin í sambandi við sølu og latin nýggjum aktørum, ella eigur ein størri partur av upphæddini sum handlað verður fyri at falla til landið ella kanska heldur til ein serligan grunn fyri menning av vinnuni. Uttan iva krevst eisini nakað av flexibiliteti her fyri at kunna hava eina dynamiska fiskivinnu. Hetta er so eisini ein vinnupolitiskur spurningur, men man tað ikki bera til at fáa eina breiða semju um hetta bæði innan og uttan fyri vinnuna og tvørtur um partapolitisk mørk?


Helvtin av tí samlaða

KvF kundi hóskandi víst til frágreiðingina sum búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss nýliga skrivaði fyri Reiðarafelagið, undir heitinum “Samfelagstýdningurin av fiskivinnuni.” Har stendur m.a. at miðal brutto faktor inntøkan (BFI) av fiskivinnuni, sum stutt kann lýsast sum BTÚ uttan MVG, hevur ligið um 1,6 milliard krónur um árið, men hevur sveiggjað niður um 1,4 og upp um 2,1 mia. kr.

Týdningurin av fiskivinnuni fyri samlaða føroyska búskapin verður í frágreiðingini mettur út frá: 1) beinleiðis virksemi í fiskivinnuni; 2) støddini á avleiddum vinnum sum stava frá eftirspurninginum frá fiskivinnuni; 3) almennum virksemi fíggjað av peningi frá fiskivinnuni; og 4) støddini á tí avleidda virkseminum sum stavar frá almennum virksemi fíggjað av fiskivinnuni. Í 2012 var beinleiðis virksemið í fiskivinnuni 1,9 mia. kr.; hartil kemur støddin á avleiddum virksemi upp á 1,35 mia. kr., støddin á almennum virksemi fíggjað av fiskivinnuni upp á 1 mia. kr., og støddin á avleiddum virksemi frá fiskivinnu-fíggjaðum almennum virksemi upp á 0,9 mia. kr.

Tilsamans umfataði hetta 5,1 mia. kr. í 2012, av einum totalum búskapi upp á 11,95 mia. kr. Við øðrum orðum var fiskivinnan hetta árið grundarlag undir 43 prosentum av tí føroyska búskapinum; síggja vit burtur frá blokkstuðli úr Danmark upp á um 0,85 mia. kr., so var parturin munandi størri.


Báðu megin borðið

Við at kaga ígjøgnum frágreiðingina hjá Laksáfoss verður lesarin mintur á tað sera stóra búskaparliga virksemið sum fiskivinnan skapar í Føroyum bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Tað er eingin loyna at ein ørgynna av tænastuvirksemi kemur í gongd hvørja ferð eitt fiskiskip leggur at bryggju, fyri uttan alt tað sum hendir við veiðini sum verður landað, viðgjørd og avskipað. Men við at venda tað blinda eygað til slík viðurskifti og ístaðin hefta seg við “marknaðarvirðið” á veiðirættindum avmyndar KvF og tess úrvalslið eitt skeivt roknistykki har milliarda virðir verða kutað burtur úr líkningini.

Í sendirøðini varð tosað um korruptión, sum tann politiski myndugleikin og vinnan blivu ákærd fyri, tó heldur ofta í leysum endum og hálvkvøddum vísum, partvís eisini gjøgnum brúk av kameravinklum og bakgrundstónleiki. Tað ber í veruleikanum væl til at staðfesta korrupt viðurskifti innan allar partar av tí føroyska samfelagnum, og í so máta er fiskivinnan einki undantak. Men soleiðis varð tað ikki lagt fram.

At so einsíðugt lýsa spurningin um uppboðssølu — og so glaðbeint at tala treytaleyst fyri at geva teimum kappingarfyrimun sum ikki eru bundin av føroyskum arbeiðsmarknaðartreytum — kann eisini í sjálvum sær reisa spurningar um gegnistrupulleikar og kanska mutur við. Tað tóktist tabu í sendingini at yvirhøvur hugsa tankan at vinnu- ella privatbúskaparlig áhugamál umframt maktmotiv ofta munu vera við í myndini báðu megin borðið, tá strongt verður á fyri at innføra umfatandi vinnupolitiskar broytingar. At ikki vísa atlit til tílíkar innlýsandi veruleikar í samanhanginum kann eisini kallast korrupt, inkompetent og/ella naivt; tílíkt eiga føroyingar ikki at góðtaka frá einum so fínum stovni sum KvF.

No comments:

Post a Comment