Wednesday, January 21, 2015

Hurlivas á grynnuni: Gloyma vinnuligan veruleika

Avskiping á Tvøroyri.
MARIA OLSEN PHOTO
Skeivar samanberingar av føroyskum fiskireiðaríum við danskar stórfyritøkur, skrønur um ‘íslandssjúku’ og illa duld kravboð um at føroysk virkir ikki mugu vaksa seg sterk til at kappast á altjóða marknaðum — kjak í miðlum ørkymlar.

Nýliga hevur nógv verið talað í heimligum miðlum um at fyritøkur í tí føroysku fiskivinnuni hava ov stóran vinning, at tilfeingisrentan av ogn fólksins fer í privatar lummar hjá einum “fámannaveldi” og at sosialur ójavni av hesum er vorðin ella er við at gerast ein ótolandi trupulleiki. Hendan blanding av einari frásøgn hevur ikki minst verið bygd upp gjøgnum tíðindamiðlarnar hjá KvF og Miðlahúsinum, við búskaparfrøðingunum Jóannes Jacobsen og Kára Petersen sum leiðandi autoritetum og nú í seinastuni eisini við fiskifrøðinginum Kjartan Hoydal á pallinum. Flestu føroysku journalistar tykjast hava kíkað blandingina uttan so mikið sum at seta ein kritiskan spurning, hvat ið má sigast at vera undrunarvert, serliga tá hugsað verður um at frásøgnin hevur fleiri leysir endar.

Her skal ikki sum so takast dagar ímillum júst hvør ið hevur sagt hvat, men heldur viðmerkjast og greinast út frá tí heildarligu mynd sum meir ella minni hevur verið undir uppsigling í seinastuni.

Fyri mong ljóðar tað uttan iva sannførandi tá víst verður til “stættarmun” og sosialan ójavnað — hvør ynskir ikki at samfelagið skal vera so rættvíst innrættað sum møguligt? Ein av trupulleikunum við hesum vinkli er kortini at Føroyar hevur lutfalsliga sera lítlan stættarmun, samanborið við onnur lond. Tó eru vit eftir øllum at døma serfrøðingar í at vevja alment, privat, vinnuligt og samfelagsligt saman í orðaskifti sum melur av ymsum ættum. Eitt so pikkulítið samfelag hevur sínar fyrimunir og vansar. Eitt er at fólk sum varða av almennari umsiting kunnu rokna við at fáa síni privatu viðurskifti so ella so drigin upp í kjak av øllum hugsandi slag; eitt annað er at vinningur hjá fyritøkum beinleiðis ella óbeinleiðis verður samanborin við inntøku hjá lønmóttakarum. Undir slíkum umstøðum har øll so at siga kenna øll kann tað vera torført at seta hóskandi mark millum ymiskar leiklutir og funktiónir sum fólk, myndugleikar, virkir og stovnar skulu hava, hvat ið eisini kann vera við til at ørkymla og elva til rundvelting í orðaskiftinum.


Neyvan altíð jól

Hvør hevur ikki hoyrt onkran illneitast um vinnulívsmannin sum man tjena øgiligt tá hann kann byggja skip ella virki fyri so nógvar milliónir! Samstundis gloyma vit at tað gevur ikki meining at samanbera peningaupphæddir í umfatandi vinnuligum virksemi, bara soleiðis uttan víðari, við tær hjá løntakarum. Um vinnulívsmaðurin vísir seg at hava góða privata inntøku av sínum virksemi? Har koma vit skjótt inn á tað politiska; men samanberingin er í dagsins lutfalsliga væl javnaða samfelag ofta órímilig — skal tað ikki loysa seg at reka vinnuligt virksemi og fáa avlop í raksturin?

Ikki tí, tað er uttan iva av góðum grundum at tann politiski myndugleikin í løtuni fyrireikar nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap. Júst hvat ið fer at vísa seg í so máta er enn ein opin spurningur.

Ein annar spurningur er um fyritøkur í tí føroysku fiskivinnuni hava ov høgan vinning í mun til fyritøkur í øðrum londum. Í kjakinum hevur hetta annars figurerað sum eitt faktum í seinastuni, hóast fyribils tøl fyri 2014 vísa at tað samlaða avlopið hjá teimum sjey skipunum í uppisjóvarflotanum var ikki meir enn umleið 200 milliónir krónur; tá skulu vit hava í mentu at slík skip kosta einar 200-300 milliónir stykkið at byggja. Er hetta so grúiligur vinningur at tað krevur politiska uppíblanding? Ella vilja vit í praksis seta forboð fyri vinnuligum vøkstri?

Pástandurin um ov stóran vinning byggir sum skilst á eina samanbering við donsk viðurskifti, har tølini verða faldað við hundrað út frá tí at danir eru umleið hundrað ferðir fleiri enn føroyingar; sagt verður eftir hesum leisti at føroysk uppisjóvarreiðarí tjena lutfalsliga meira enn stórfyritøkur sum Maersk og at hetta er skandaløst út um alt mark. Men hendan samanbering er út av lagi misvísandi— eftir hesum eru føroyskar fyritøkur ov stórar longu áðrenn tær eru komnar upp í eina fíggjarliga styrki sum yvirhøvur gevur møguleika fyri at kappast á altjóða marknaðum. Skulu føroyingar kunna reka vinnuligt virksemi á altjóða stigi, so mugu vit eisini hava fyritøkur sum eru fíggjarliga sera sterkar eftir okkara pinkulinga máti. Skulu danir avmarka seg eftir sama leisti so mugu teirra fyritøkur hægst hava ein vinning upp til 1 prosent av tí avlopi sum stórar indiskar fyritøkur megna at fáa. Ein og hvør við grundleggjandi vitan um virkisbúskap og altjóða vinnulív kann bara rista við høvdinum og blunda yvir slíkt mjørkatos.

Úti á marknaðinum kappast vit ikki bara við virkir úr londum sum Danmark við 100 ferðir meira fólki enn vit, men sanniliga eisini við virkir úr londum sum hava millum 10 og 100 ferðir so nógv fólk sum Danmark. Hetta er tann handilsligi veruleikin sum er galdandi, um vit vilja tað ella ikki — og eingin fer at takka okkum fyri at vit ikki loyva okkara fyritøkum at vaksa seg sterkar.

Ofta verður eisini gloymt at fiskur er eitt tilfeingi sum endurnýggjar seg alla tíðina, og at fiskarí er nakað sum verður bygt upp av fiskiveiði — uttan vinnuligan fiskiskap fáast ongar fiskileiðir. Tað liggur drúgv tíð, nógv stríð og stórur váði aftan fyri flestu sólskinssøgur, og søguliga hevur tað ikki verið óvanligt at fiskireiðarar eru farnir av knóranum. At fiskiskapurin í seinastuni hevur eydast væl hjá uppisjóvarskipum og frystitrolarum eigur ikki upp á nakran máta at verða tikið sum nøkur sjálvfylgja ella trygd fyri at hesar vinnur fara altíð at hava jól og góðar dagar.


Hvat vilja vit?

Slagorð um at tilfeingisrentan ikki má fara “í privatar lummar” kanska ljóða lokkandi sjálvsøgd fyri summi; men hvat ið nærri liggur í orðunum tykist ógreitt. Hvar gongur t.d. markið millum intramarginala rentu og tilfeingisrentu, og hvussu neyðugt er tað at geva hesum hugtøkum leiðandi leiklut í fiskivinnu stýring? Teir búskaparfrøðingar sum eru tiknir upp á ráð her, hava teir lisið t.d. regionalbúskap ella virkisbúskap, ella hava teir bara lisið nationalbúskap við støði í amerikanskum viðurskiftum har tey ið sita í samveldisfyrisiting kunnu vera floytandi líkaglað um hvat sum hendir í Detroit ella aðrastaðni og siga bara, “jamen, riggar eitt ikki, so skal nokk okkurt annað koma ístaðin.” So, er master planin “bert” at royta meira burtur av vinninginum hjá fiskivinnuni so teir pengarnir kunnu brúkast til at “fíggja vælferðina” ella kanska heldur til almenna umsiting við meira? Er endamálið at seta pengarnar í ein grunn sum so skal investera í spekulativ virðisbrøv sum vit onga stýring hava við og sum alsamt meira eru merkt av óvissu?

Ella vilja vit heldur lurta eftir teimum ið mæla til at taka vinnuna upp á ráð í slíkum spurningum, so sum samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre, ið metir at tilfeingisgjald fæst ikki at virka uttan so at vinnan sjálv hevur leiðandi leiklut í tilgongdini og inntøkan av gjaldinum verður brúkt til vinnumenning?

Her kundi hóskandi eisini verðið spurt: Tey avlop sum hava verið í uppisjóvarvinnuni, høvdu tey yvirhøvur kunnað verið investerað aftur t.d. á Tvøroyri ella í Fuglafirði, samfelagnum og arbeiðsplássum at gagni, um enn meiri pengar høvdu verið tiknir burtur av vinninginum hjá feløgnum? Ella eru slíkar íløgur null verdar sambært teoretikarar sum ongantíð hoyrast fegnast um ítøkilig økisbúskaparlig framstig?

Onkuntíð verður “íslandssjúkan” somuleiðis havd á lofti tá kjakast verður um fíggjarviðurskifti í okkara fiskivinnu, viðhvørt undir heitum sum “yvirkapitalisering” og hvørt av sínum. Aftur her gloyma vit ein grundleggjandi mun á støðuni sum íslendsk fiskireiðarí hava verið í og tað sum vit hava við at gera í Føroyum: Meðan okkara uppisjóvarskip og frystitrolarar sum heild eru væl fyri hvat solvensi viðvíkur og skylda lítið í mun til hvat tey fáa inn, so hava nógv av feløgunum í tí íslendsku fiskivinnuni havt ovurstórar skuldir at dragast við. Tílíkt kann vera avgerandi í tí vinnuliga veruleikanum.

Vit eru vitni til ein veldigan áhuga fyri umfatandi politiskari uppílegging við tí partinum av fiskivinnuni fyri eyga sum fyri tíðina ber seg væl. Hinvegin er verri statt við áhuganum fyri at bøta um korini hjá heimaflotanum, fyri ikki at tala um útróðurin. Hvat vilja vit við hesum?

Tá alt tað er sagt skerst ikki burtur at føroyingar eftirlýsa eina nýskipan á tí vinnupolitiska økinum, ikki minst fyri fiskivinnuna herundir uppisjóvarvinnuna. Har eru fleiri stórir spurningar, frá leiklutinum hjá útlendskum kapitali til reglurnar fyri hvussu fiskirættindi skulu útlutast, bara fyri at nevna tveir spurningar. Meira um hetta seinni.

No comments:

Post a Comment