Upsaframleiðsla á Kósini í Klaksvík. MARIA OLSEN PHOTO |
Eitt er at ætla okkurt; eitt annað at vita hvat tað er man vil, herundir hví, og eisini hvussu man hugsar sær at tað man ynskir skal kunna gerast veruleiki. Tað kallast við einum fínum orði fyri at hava eina ‘visión’ — also nakað man hevur umhugsað væl og virðiliga og orðað eitt sindur yvirskipað, tó við støði í veruligum viðurskiftum og realistiskum framskrivingum av tilgongdum ið eru avgerandi fyri myndina. Tá er tað ein trúverdig visión; tað mótsatta er meira at rokna sum ein innantóm glitrimynd, og tíverri er síðstnevnda fyribrigdi dekan ov ofta tað sum rennur einum til hugs tá eitt orð sum ‘visión’ verður brúkt. Tíverri; men tað merkir ikki at nakað skeivt liggur í orðinum sum so. Hví hetta er so farið av sporinum kann sjálvandi vera áhugavert at umhugsa, men her skal fyrst og fremst staðfestast at vit sakna eina veruliga visión, eina framtíðar ætlan fyri fiskivinnuna.
Ein politiserað vinna er ikki tað ið flestu føroyingar ynskja, tvørturímóti. Tað sum fólk ynskja — og tað hevur einki sum helst við partapolitikk at gera — er greiðar spælireglur og tryggir karmar at virka undir. Men fyri at kunna gera hetta rímiliga ynski hjá vinnulívinum og øllum teimum ið eru knýtt at tí til veruleika, krevst at tey ið smíðja okkara lógir leggja fram eina greiða og skilagóða ætlan — og ja, aftur við einari visión sum vil eitt sindur meira enn alt tað vit taka fyri givið, uttan tó at gerast beinleiðis bláoygt. Er tað so torført?
Hvussu torført tað er, veldst jú um fyritreytirnar. Eru fyritreytirnar at politikarar og embætisfólk og onkrir konsulentar við teimum bara skulu seta nøkur luftig og háfloygd slagorð saman uttan munadygga samvirkan frá teimum ið kenna til fiskivinnuna í fyrstuhond, fyri síðani at fáa onkrar løgfrøðingar til at skriva ein drakoniskan lógartekst, so verður tað ikki lætt. Undir slíkum fyritreytum kemur nevniliga at leka so illa millum teori og praksis at tann legala-regulativa skútan lættliga kollsiglir longu áðrenn hon kemur út av vágni. At royna sum frægast at lensa og umvæla undir sigling er sjálvandi frægari enn at einki gera undir slíkum umstøðum; men best hevði verið at gjørt tað arbeiðið longu áðrenn lagt varð frá landi.
Og her kemur sum vera man ein grundleggjandi spurningur: hvussu kann tað bera til at tey ið gjørdu út og flotaðu nýskipanar skútuna ikki sóu at hon má koma í trupulleikar av øllum teimum óvissum og ógreiðum hon er fylt upp undir lúkurnar av?
Svarið ljóðar einfalt: uttan tey innlit og tað forstáilsi og ta styrki sum fullgóð samvirkan frá øllum síðum gevur, verður ein so stórur og týðandi bygnaður ov veikur til at standa seg. Soleiðis venda vit aftur til sama punkt sum vit hava víst á ferð eftir ferð: Tilgongdin við hoyringum er meira umráðandi enn mong geva sær far um.
Hvat er so ein góð ella nøktandi tilgongd í so máta? Her er tað umráðandi at leggja seg eftir at byggja upp álit tvørtur um áhugaparta mørk; tað merkir at lurta við opinleika og stórum oyrum eftir øllum ið hava nevnivert av beinleiðis áhuga í samanhanginum, at ikki lata seg freista til at royna at trumfa ígjøgnum tílíkt ið ein frammanundan hevur ætlað; og at síðani arbeiða fram, í so fullari semju sum møguligt, eina sterka og sannførandi ætlan.
Uttan mun til
Og her er tað í fyrstu syftu ikki diskussiónir um minni detaljur ið tað ræður um at arbeiða við; tað kemur man til seinni um neyðugt. Tað fyrsta er at formulera, so einfalt og tó so fullfíggjað sum møguligt, eina yvirskipaða ætlan um hvat tað er sum vit ynskja, og tað byrjar við einari erligari og rættari støðulýsing. Also a) Hvat hava vit, nokkso útgreinað; b) Hvat ynskja vit og hví, aftur nokkso útgreinað; og c) Hvussu kunnu vit, enn einaferð nokkso útgreinað, flyta okkum frá a til b?
Í hesum liggja nógvir aðrir spurningar, eitt nú um hvat vit meta er ein røtt og rímilig javnvág millum fiskirættindi og tær skyldur ið natúrliga eiga at fylgja við slíkum rættindum.
Teir praktisku og týdningarmiklu spurningarnir eru nógvir. Skulu vit tvinga allar landingar umvegis føroyskan bryggjukant? Er tað skynsamt at nokta fyri øllum útlendskum eigaraskapi í fiskiskipunum? Okkara fiskivinna er ein útflutningsvinna burturav og okkara marknaður liggur harvið uttan fyri Føroyar, men hava vit givið okkum far um hvat hetta inniber fyri okkara vinnu og kappingarføri?
Ein meira tekniskur spurningur, sum ikki átti at verðið settur ov tíðliga í tilgongdini men heldur aftaná at yvirskipaðir spurningar eru avgreiddir: í hvønn mun og upp á hvønn máta skulu vit regulera fiskivinnuna? Herundir liggja eisini spurningar so sum, hvussu skulu vit deila upp fiskiflotan; also er verandi bólkabýti framvegis hóskandi og ynskiligt, ella skal tað broytast?
Eitt dømi um kjak sum ofta er lopið framav er tað um fiskidagar ella kvotur fyri botnfiskaveiði undir Føroyum. Eingin ivi er um at bæði argumentini eru røtt upp á hvør sín máta — tað veldst aftur um fyritreytirnar.
Sum Magni Laksáfoss búskaparfrøðingur segði í samrøðu við hendan bloggin: “Nógvar skipanir kunnu brúkast — har er ikki nøkur ein skipan sum er so góð at hon er tann einasta rætta. Men eingin skipan kann fungera um hon ikki verður umsitin rætt.”
Tað hann segði var ein viðmerking til eitt alment skriv hann legði út herfyri, har hann meinar at kvotur er frægari enn fiskidagar undir verandi umstøðum, av tí at tær teknisku reguleringar sum eru innførdar í sambandi við dagaskipanina eru vorðnar kvalandi í sínum umfangi. Uttan mun til um hann hevur rætt í hesum ella ikki, so eiga vit at síggja til hetta: at lóggáva og reguleringar geva vinnuni greiðar linjur og tryggar karmar, uttan mun til skipanir vit velja at brúka, og uttan mun til hvør ið situr við tí politiska valdinum.
No comments:
Post a Comment