Eftir øllum at døma hava føroyingar ilt við at taka upp spurningin um natúrliga javnvág millum rættindi og skyldur innan fiskivinnu; men um vit skulu koma fram til loysnir sum savna og vara, so slepst ikki undan at umhugsa hetta.
Nágreinað revsitiltøk og mikrostýrandi ásetingar um líkt og ólíkt, alt fyri at tryggja sum mest í stóra pott — ella bara eitt gevaldugt komplex av orðingum ið skulu fáa føroyingar at leggja fiskivinnuna um og seta nýggj fólk inn ið duga at fáast við at keypa fiskirættindi á uppboðssølu. Nei, neyvan er tað vegurin fram. Men hvat enn vit halda um ta nýggju lógina um ‘fyrisiting av sjófeingi’ og hvat enn vit meina um fiskivinnuna annars, so stendur framvegis ein spurningur eftir og gapar: Hvar er okkara leitan eftir rímiligari javnvág millum rættindi og skyldur, tá talan er um at skipa fyri hvussu vit skulu gagnnýta tað livandi tilfeingið í sjónum?
Tá vit tosa um sokallaðar tilfeingisvinnur — tað veri seg veiði, aling, landbúnaður, útvinning av olju og gassi, endurnýggjandi orka, námsídnaður ella annað — so munu flest øll vera samd um at her krevjast væl skipaðir karmar við loyvum og hóskandi avmarkingum, har ein natúrlig javnvág er ynskilig millum, øðrumegin, ávís rættindi at útvinna tilfeingi og, hinumegin, ávísar skyldur knýttar at hesum.
Hetta er ein so logisk og greið meginregla at eingin vil mótmæla henni, hvørki frá vinnuligari ella frá fyrisitingarligari síðu—tú fært nøkur væl definerað rættindi, og afturfyri yvirheldur tú nakrar væl defineraðar skyldur. Men hví skal hetta ikki vera galdandi fyri okkara
fiskivinnu?
Tak eitt hugsað dømi, at eitt reiðarí fær tillutað rættindi til at veiða so og so nógv tons av ávísum botnfiskasløgum og/ella so og nógv tons av uppsjóvarfiski yvir eitt áramál. Aftur við væl defineraðum og nøkulunda langsiktaðum rættindum fylgja sum vera man týðiligar treytir — ella kalla tað skyldur, og hesar kunnu vera ymiskar, so sum: fiskiskapurin skal røkjast sambært ávís krøv og allar lógir og reglur mugu haldast; ávísur minimum partur av avlopinum hjá fiskiskipinum skal síggjast aftur í góðum og stabilum arbeiðsplássum, ávísur partur í eitt nú menning av vørum og marknaðum, ávísur partur í vísindaligari gransking, ávísur partur í lokalum stuðli til útbúgving, ella kanska í stuðli til mentan, og hví ikki til rakstur av felags tænastum so sum fiskiveiðieftirliti.
Men so løgið tað ljóðar: Ein greið og avpolitiserað mynd av rættindum og skyldum hevur als ikki hevur verið partur av tí drúgva orðadrátti vit í fleiri ár hava havt í tí almenna rúminum um fiskivinnu og nýskipan.
Raðfestingar
Fiskireiðarar vilja uttan iva við gleði ganga við til slíkar skipanir við raðfestingum har pengar fara oyramerktir til nyttig og ítøkilig endamál. Men higartil tykist eingin hava tikið tílíkar møguleikar upp til viðgerðar, hvørki frá politiskari síðu ella frá vinnuni.
Ein stór avbjóðing her liggur í at skipa fiskivinnuna soleiðis at tað framgongur greitt hvørji rættindi talan er um og hvat fyri skyldur ið treyta hesi rættindi. Hetta krevur sjálvandi at man umhugsar hvat tað er sum vit á felagsstigi vilja hava burturúr. Og tað ger tað alneyðugt at lurta eftir pørtunum ið varða av vinnuni, og síðani gera fiskirættindini so støðug sum til ber, og taka politiskar óvissur burtur úr skipanini so vítt møguligt.
Avklárað viðurskifti við natúrligari javnvág millum rættindi og skyldur gevur arbeiðsfrið fyri allar partar — serliga sum støðan er nú, við alt ov mongum og óneyðuga stórum óvissum ið destabilisera og kasta hóttandi skuggar yvir framtíðar útlitini.
Tað ber sostatt til hjá samfelagnum at fáa nógv meira burtur úr fiskivinnuni, og fyri alt tað øðrum vinnum við. Oyramerktir pengar til ítøkilig endamál er munabetri og sunnari enn at bara royna at klípa og kroysta so nógvar anonymar krónur burturúr sum møguligt til felags kassan, har spillið er stórt og hevur lyndi til at vaksa fyri hvørja eyka millión sum rullar inn har.
Við at seta ítøkiliga samfelagsnyttig krøv í mun til rættindini at veiða fisk fæst betri stýring á hvat ið tilfeingið gevur — tá ber tað til at fáa tað umsitið í tráð við greiðar, væl defineraðar ætlanir sum flest øll vilja taka undir við og harvið eisini vilja stuðla uppundir og virka fyri.
Um tað kostar eitt sindur av endurskoðan her og har og kanska nakað av einfaldger í tí nýggju lóggávuni, so er tað tó væl sloppið tá havt verður í huga tað sum er at vinna her. Tí ein slík lóggáva eigur at endurspegla týðiliga og greitt hvat hennara endamál er, ikki bert í fínum og yvirskipaðum orðingum um eitt nú ‘burðardygd’ og ‘fólksins ogn’ men eisini í meira praktiskt orienteraðum málsetningum og raðfestingum. Tá er betri hinvegin at skera burtur okkurt av tí heldur harða og smáttskorna orðalagnum sum eisini skemmir lógartekstin.
No comments:
Post a Comment